Niðari vegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu
Vegna arbeiði í samband við íbúðarbygging er Niðari vegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Frá í dag 13. desembur klokkan 14:00 til og við Mikudagin 14. desembur 2022.
Vegna arbeiði í samband við íbúðarbygging er Niðari vegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Frá í dag 13. desembur klokkan 14:00 til og við Mikudagin 14. desembur 2022.
Søkt verður eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum: · At veita kliniska sjúkrarøkt (sárskift o.l) · …
Boðast skal frá, at skamlop hevur verið í gøtuljósskipanini. Hetta ger, at partur av gøtuljósunum í ytra parti av Toftavegi, Bøgøtu og parti av Bakkavegi ikki lýsa. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men væntast kann ikki, at gøtuljósini koma at lýsa aftur í kvøld – kanska í besta føri í annaðkvøld.
Sagt verður frá, at í tíðarskeiðinum frá 12. desembur til 18. desembur fer arbeiði fram við sjóðdreka í Vestmannasundi á POS 62°07,48’N 007°10,48’W. Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi og halda klára frástøðu. Vegna MRCC
Hesi størv eru leys at søkja til Heimatænastuna í VEKS: Søkt verður eftir heilsuhjálparum og- ella ófaklærdum hjálparfólkum Starvsbrøkur eftir avtalu; byrjanardagur eftir nærri avtalu. Førleikar / krøv: Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava: viðkomandi útbúgving og/ella hava áhuga fyri at virka- og menna eldraøkið. jaligan hugburð til virksemið og sosiala…
Góðu Vestmenningar, freistin at svara spurnarblaðnum er nú komandi sunnudag 11. desembur 2022. Nærri kunning fæst her: Hóast Vestmanna er ein ferðavinnubygd, kunnu vit saktans gerast ein enn størri partur av ferðavinnuni. Tað hevur stóran týdning at bygdarfólkið er við í eini menningar- og ferðavinnuætlan. Tí spyr Bygdarráðið tykkum vestmenningar, hvat ið tit ynskja…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 14. desembur 2022, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 159 Áseting av almennu fundardøgunum fyri 2023 J.nr. 22022-3-2022 Mál 160 Endurskoðað Fíggjarætlan fyri 2022 til 2. viðgerð J.nr. 30102-1-2021 Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 8. desembur 2022
Í dag eru 10 ár liðin, síðan heimið á Grønanesi lat upp. Í hesum sambandi varð skipað fyri hugnaløtu fyri búðfólkum, avvarandi og starvsfólkum. Bjørg á Rógvi, borgartsjóri helt røðu, sum kann lesast her. Eg skal vegna Vestmanna kommunu ynskja tykkum øllum – bæði starvsfólki, leiðara og búfólki hjartaliga tillukku við runda degnum. At…
Søkt verður eftir røskum og ágrýtnum arbeiðsfólkum til fríðkanartoymið at byrja skjótast til ber. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: fríðkan av gøtum og øðrum kommunalum økjum gróðurseting og sláing av almennum økjum Umsøkjarin kemur partvíst at arbeiða sjálvstøðugt, og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis. Vit væntað at tú: hevur koyrikort til…
Býgdarráðsfundurin, sum upprunaliga er settur at verða fríggjadagin 9. desembur kl. 17.00, er útsettur til mikudagin 14. desembur kl. 17.00
Vestmanna Kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum Ein til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 2,5 tímar um dagin. Ein avloysara til ymiskar fyrifallandi reingerðaruppgávur. Um størvini Starvið á Gjáarlon inniber alla dagliga reingerð av dagstovninum. Starvið sum avloysari inniber at arbeiða eftir nærri avtalu. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarin: Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir…
Góðu vestmenningar Á bygdarráðsfundi 23. nov. 2022 samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2023, sum er merkt av stórum íløgum í bátabrúgvar, nýggj gravarpláss og fyrireikingar í samband við at Vestmanna Skúli stendur fyri eini høvuðsumvæling. Skattaprosentið verður óbroytt 21,25%. Barnafrádrátturin verður verandi á kr. 5.000. Gjaldið fyri barnaansing verður tað sama, umframt at hvør familja…
TIL VELJARAR TIL LØGTINGSVALIÐ 8. DESEMBUR 2022 Í VESTMANNA KOMMUNU Atkvøðugreiðslan fer fram hósdag 8. desember, í ítróttarhøllini. Atkvøðutíðin er millum kl. 10.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg. Heimaval Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við…
Vegna arbeiði er Bøgøta framhaldandi stongd fyri allari gjøgnumkoyrandi ferðslu, til arbeiðið er liðugt.
Í morgin, hósdagin 1. desember skipar Bókasavnið í Vestmanna fyri Jólahugna. Nær: hósdagin 1. desember, kl. 16:00 – 18:00 Hvar: í Miðhøllini, í Vestmanna Skúla Øll eru hjartaliga vælkomin til Jólahugnan, har vit klippa, klistra, líma og hugna okkum.
Góðu Vestmenningar Hóast Vestmanna er ein ferðavinnubygd, kunnu vit saktans gerast ein enn størri partur av ferðavinnuni. Tað hevur stóran týdning at bygdarfólkið er við í eini menningar- og ferðavinnuætlan. Tí spyr Bygdarráðið tykkum vestmenningar, hvat ið tit ynskja – soleiðis at úrslitið av kanningini kann verða grundarsteinurin undir menningar- og ferðavinnuætlanini. Spurnarblaðið er fyrst…
Vegna arbeiði verður Bøgøta stongd fyri allari gjøgnumkoyrandi ferðslu frá í dag 29. novembur til og við í morgin 30. novembur 2022
Fram til jóla eru nógv tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til. Fleiri tiltøk verða løgd afturat skránni so hvørt.
Í samband við arbeiði uttanfyri Seglhúsið, verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring hesar dagar: Fríggjadag 25. november Mánadag 28. november Týsdag 29. november Tung ferðsla sleppur framvegis at koyra ígjøgnum, meðan arbeiði fer fram. Í vikuskiftinum, leygardag og sunnudag, er vegurin opin fyri gjøgnumkoyring.
Í samband við jólasøluna í Krambúðini, verður Jólakonsert við Jasmin Nær: Fríggjakvøld 16. desember, kl. 20:30 Hvar: Krambúðin í Vestmanna Sí tiltak í kalendaranum: Jasmin Moté – Jólakonsert Jasmin Moté syngur og Vinjar Egilsnes Petersen spælir klaver.
Jólafest fyri børn verður í Missiónshúsinum. Nær: sunnudagin 27. november kl. 13:00 Hvar: Missiónshúsið í Vestmanna Jólamaðurin kemur á vitjan
Aftur í ár skipar Norðstreymoyar heimavirkisfelag fyri jólasølu í Krambúðini í Vestmanna. Sum vant lata vit upp eftir at jólatræið í Vestmanna er tendrað. Tað er sera dygdargóð og fjølbroytt vøra til keyps, ið limir felagsins hava virkað. Eisini ber til at keypa kaffi og te við onkrum afturvið. Soleiðis er Krambúðin opin jólamánaðin:…
Broyting í innsavningini hesa vikuna Innsavningin av húsarhaldsposum er forskotin ein dag í nøkrum bygdum hesa vikuna. Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, Kvívík, á Válinum og Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða heintaðir í morgin, týsdag, ístaðin.
Mánamorgun, 21. november 2022, verður Fjalsvegur klárur til almenna koyring Arbeiðið á vegnum byrjaði fyri meira enn hálvum øðrum ári síðan. Sjálvt um arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, eru vit fegin um, at endiliga kunna koyra eftir Fjalsvegi, og vónað verður, at hendan farleið fer at gera ferðsluna í bygdini lættari hjá øllum…