Skrúvað verður fyri vatninum
Vegna arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum á Niðara Vegi, á Fitjum í dag, týsdag 17. juni frá kl. 10:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Vegna arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum á Niðara Vegi, á Fitjum í dag, týsdag 17. juni frá kl. 10:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Tað er ikki neyðugt at keða seg um vikuskiftið, tí ovmikið er at fara til, nú umhvørvis- og rørsludagarnir í Vestmanna eru byrjaðir. Fríggjadagurin byrjaði við ruddingardegi, har allir næmingar hava verið runt bygdina og tikið rusk upp. Aftaná ruddingina fingu næmingar og lærarar sunkist og okkurt søtt. Dipping, endurnýtsla og hondbóltur Leygardagurin byrjar…
Nú grind legði beinini á Leynasandi í gjár, hevur Vestmanna eisini fingið sín lut. Byrjað verður at skera upp nakað eftir middag í dag. Heimapartar kunnu heintast á kaiøkinum millum kl. 13:00 og 16:00.
Bygdarráðsfundur verður mikudagin 18. juni 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 39 Ársroknskapurin hjá Vestmanna kommunu fyri 2024 J.nr. 32002-1-2025 Mál 40 Eykajáttan til maskinhøllina – 2. viðgerð J.nr.: J.nr.: 30102-1-2024 Mál 41 Eykajáttan til rakstur, Vestmanna skúli – 1. viðgerð J.nr.: 1606202-2-2021 Mál 42…
Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu, og øll eru boðin við. Frá hósdegnum 12. juni til og við fríggjadagin 20. juni, skipar kommunan fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið. Verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, sum kommunan er partur av, byggir á tríggjar súlur…
Jacob Kjærgaard er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 10. juni til 27. juni 2025, báðir dagar íroknaðir.
Vestmanna kommuna fer saman við Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) at eggja borgarum í kommununi um at hjálpa til við at burturbeina skøruna. Garðaskøruvikan hjá FNU er byrjað og heldur fram til 8. juni, og tit kunnu sjálvi velja, hvønn dag tað liggur best fyri at fara út og týna garðaskøruna. Les vegleiðingina um,…
Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði at byrja 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu. Sum leiðandi húsavørður hevur tú ábyrgdina av viðlíkahaldinum av kommunalu bygningum, nýgerð, bæði inni og úti, nýtslu av teimum, samskipan av vasking í ávísum bygningum, at tekniskar skipanir virka og at menna húsavarðartoymið. Avgerð um setan verður grundað á eina…
Vit leita eftir einum framsøknum liðskipara at leiða Barnaverndartænastuna í VEKS, sum megnar at fremja gott og jaligt samstarv, og við fakligum nærlagni kann mynda barnaverndarøkið. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum, fakliga sterkum starvsfólkum, sum saman við tær hvønn dag gera mun og skapa úrslit. Endamál og uppgávur…
Nú byrjar várvøksturin at síggjast, og tí heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum. Vit vilja minna á, at tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at vøkstur ikki er til ampa ella vanda fyri onnur – serliga út móti gøtum, vegum…
Fyrsta ferðafólkaskipið í Vestmanna hetta summarið, leggur at kai í kvøld. Talan er um marglætisskipið Le Champlain úr Fraklandi. Umborð eru 184 ferðafólk og manningin telur 118. Ímeðan Le Champlain vitjar Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini og eisini eru skipaðir gongutúrar í bygdini við lokalum frásøgufólki, har steðgað verður ymisk støð, millum annað í Faer…
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 23. juni…
Í samband við, at arbeiðið at breiðka vegin omanfyri kappróðrarneystið nú fer í gongd, verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring frá í morgin, mikudag 28. mai, til arbeiðið er liðugt. Vegurin verður stongdur gerandisdagar frá kl. 08:00 til kl. 17:00. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Ovara Veg.…
Frá í kvøld 23. mai kl. 20:00 til leygarkvøldið á midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu. Síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur Bátastevnu, og er hon eitt av hæddarpunktunum bæði…
Allar ljóskeldur í ítróttahøllini eru nú skiftar til LED. Tey gomlu armaturini eru tó í góðum standi, og eru borgarar í Vestmanna vælkomnir at fáa sær burturav. Armaturini eru á Skilagátt. Upplatingartíðirnar eru frá kl. 16:00 – 18:00 vanligar gerandisdagar og leygardagar frá kl. 14:00 – 17:00. (komandi bátastevnuleygardag er Skilagátt stongt).
Boris Alishev er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 26. mai til 6. juni 2025, báðir dagar íroknaðir.
Kirkjugarðurin á Knúgvum verður nú útbygdur. Hetta fer at tryggja gravarpláss komandi áleið 20 árini. Tá ið farið var undir undanarbeiðið til kirkjugarðin á Knúgvum í 1991 var skipað fyri arkitektakapping, og skuldi uppskot gerast fyri alt økið á Knúgvum. Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti. Av fíggjarligum ávum var tó valt bara…
Skøra skal burturbeinast – uttan mold Nú er tíðin komin, at borgarar og kommunur aftur fara undir at týna skøruna. IRF heitir á kommunur um, at minna borgarar og felagskapir á, hvussu skøran skal burturbeinast. Skøra skal latast til IRF til brenningar Av tí at skøra er ein innræsin planta, sum breiðir seg skjótt…
Allir parkeringbásar í Vestmanna verða merktir upp av nýggjum. Í síðstu viku fór arbeiðið í gongd, men enn er ikki komið mál, tí Strikivaktin, ið stendur fyri arbeiðinum, ikki slapp framat øllum básum fyri parkeraðum bilum. Millum annað mangla enn básar at verða strikaðir Inni á Fjørð og á Heygum. Kommunan heitir vinaliga á allar…
Bygdarráðsfundur verður mikudagin 21. mai 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 32 Eykajáttan til kommunulæknamiðstøðina til 2. viðgerð J.nr.: 8216002-5-2025 Mál 33 Eykajáttan til søluskúr við bátahylin til 2. viðgerð J.nr.: 8206002-1-2025 Mál 34 Eykajáttan til útbygging av Maskinhøllini til 1. viðgerð J.nr.: 30102-1-2024 Mál 35…
Birgit sørensen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 19. mai til 23. mai 2025, báðir dagar íroknaðir.
Allar ljóskeldur í ítróttahøllini verða nú skiftar til LED. Á hendan hátt verður orkunýtslan minni og harvið útreiðslurnar. Arbeiðið fór í gongd í morgun 12. mai. ELnet stendur fyri arbeiðinum. Allar 70 lampurnar í ítróttahøllini hava halogen ljósrør, og við at skifta til LED verður roknað við einari orkusparing, sum er omanfyri 50 prosent. –…
Ì samband við arbeiðið at fyrireika Bátastevnuna, verður partur av Havnargøtu stongd frá klokkan 10:00 og so leingi arbeiðið varir. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til Bakkaveg.
Í samband við arbeiði á Fitjum verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring í viku 20 – frá mánamorgun 12. mai, til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Ovara Veg.