Skrá til bygdaráðsfundin 17.09.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 17. september 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 60 2. viðgerð av eykajáttan til trýstbingju.   Mál 61 1. viðgerð av eykajáttan til útbyggingina av kirkjugarðinum   Mál 62 1. viðgerð av eykajáttan til gongubreyt   Mál 63 Umsókn av sundurbýti av matr. nr. 260a   Mál…

Leitisvegur asfalteraður

Arbeiðið er farið í gongd at gera Leitisveg aftur.  Leitisvegur er illa farin og fór serliga illa síðsta summar, tá ið tung ferðsla koyrdi grót niðan í byrgingina. Í fyrstu syftu er ovasti partur av Leitisvegi, ið er í ringast standi, frá rulliportrinum og oman um bæði svingini, gjørdur aftur. Hetta er eitt strekki á…

Skeið kvøldskúlaárið 2025/26

Myrkir dagar og ein kaldur vetur merkir ikki, at vit fara niður í ferð – tvørturímóti. Nú byrja vetrarskeiðini hjá Vestmanna kvøldskúla og Kvívíkar kvøldskúla.  Kvøldskúlarnir bjóða aftur í vetur eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilboðini eru fjølbroytt og eisini vera fleiri nýggj tilboð í…

Vestmannadagar 2025: Takk fyri í ár!

Fimm dagar á tremur við tónleiki, undirhaldi og hugna, eru komnir at enda. Undirtøkan fyri Vestmannadøgunum var ógvuliga góð aftur í ár, men helst hevur hon ongantíð verið so góð sum í ár. Til øll tiltøk var fullsett og øll støð, kafeir, framsýningar v.m. vóru sera væl vitjaði. Met nógv fólk vóru til eitt nú…

Ov gamlir oljutangar kunnu verða ólógligir

Minst til at kanna og skráseta tín oljutanga, tí frá fyrsta januar 2026 gerast fleiri ólógligir. Higartil hevur kunngerðin um oljutangar (2018) kravt, tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu verða tiknir úr nýtslu í húsum, sum eru bygd fram til og við 1980.…

Vestmannadagar: Skrá sunnudag

Vestmannadagar eru komnir at enda fyri í ár. Vit enda ársins Vestmannadagar við hesum tiltøkum í dag.   SKRÁIN SUNNUDAG 7. SEPTEMBER   KIRKJAN:     11.00     SKAPANARGUÐSTÆNASTA Skapanargudstænasta verður við Lis Samuelsen, presti. Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi úti í forkirkjuni.   KRAMBÚÐIN:     12.30 – 16.00     KAFE OG KRIA…

Marita fekk ársins herðaklapp

Vestmanna kommuna valdi til stóra morgunmatarborðið í morgun á Vestmannadøgunum, at heiðra Maritu Hansen, fyri hennara ótroyttiliga arbeiði fyri bygdina og bygdafólkið.  Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, handaði Maritu Hansen herðaklappið og segði soleiðis: Ársins herðaklapp verður á hvørjum ári latið til ein persón ella felagsskap, sum skipar fyri, til ein sum hjálpir, stuðlar og…

Vestmannadagar: Skrá leygardag

Høvuðsdagurin á Vestmannadøgunum er sum vant leygardagurin og í ár er einki undantak. Vit byrja frá morgunstundini við stóra morgunmatinum í ítróttahøllini, har vestmenningar frá nær og fjar hittast til eina hugnaliga løtu. Ítróttahøllin verður karmur um tiltøkini til út á seinnapartin, tá Bakkavegur tekur yvir við undirhaldi, matmarknaði og konsertum v.m. til út á…

Ungdómskonsert við 21KNM

Rimmar konsert verður á Staðnum í kvøld við rappbólkinum 21KNM.  í bólkinum eru fýra ungir mans, sum við góðum “beats”, frískum og stuttligum, og ikki minst fangandi tekstum, fáa áhoyrarafjøldina við, tá ið teir framføra. Tey ungu kenna m.a. sangirnar  “Effo Date”, “Mat í Luux”, “Bowla í Leirvík” og “Kom í gear”. 21KNM hevur havt…

Vestmannadagar: Skrá fríggjadag

So herja vit á aftur við einum degi, á tremur við góðum tiltøkum fyri stór sum smá. Í dag er tað inni á Fjørð, at tað mesta fer fram, tá fyritøkur bjóða á gátt til ymiskt gott.     SKRÁIN FRÍGGJADAG 5. SEPTEMBER   MAGN:     07.00 – 11.00     MAGN BJÓÐAR KAFFI,…

Vestmannadagar: Skrá hósdag

Vestmannadagarnir vórðu skotnir í gongd í gjár við rennandi, glaðum børnum millum litføgur skíggj. Tað var ógvuliga góð undirtøka til litrenningina, og bæði í kafeini, til listaframsýningina og til bókaframløguna vóru sera nógv fólk. Veðrið var eisini av tí allar besta og líkt er til, at veðrið er við okkum aftur í dag.    …

Parkering á Bakkavegi

Festivaltjøld verða sett upp á parkeringsøkinum á Bakkavegi, í samband við Vestmannadagarnar, í morgin, hósmorgun 4. september. Heitt verður tí á bileigarar, um ikki at hava bilin standandi á parkeringsbásunum millum Kommunuskrivstovuna og Staðið frá klokkan 8 í morginárini.

Vestmannadagar: Skrá mikudag

Nú byrja Vestmannadagarnir! Vestmannadagarnir verða skotnir í gongd í dag, mikudag við litrenning, framsýning, kafe, framløgu v.m. og hildið verður á til og við sunnudagin. Skráin er fjølbroytt og okkurt er til allar aldrar og áhugamál. Øll skráin kann síggjast her og annars sæst skráin fyri fyrsta dagin niðanfyri.     SKRÁIN MIKUDAGIN 3. SEPTEMBER…

Staðið byrjar aftur

Ungdómshúsið, Staðið, letur nú uppaftur 🤘 Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur! Staðið letur dyrnar upp til nýtt ungdómsár týsdagin 2. september. Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti, spølum og nógv meira. 💬🎮🎨🎶…

Magnus verður tekniskur leiðari

Magnus Müller er settur í starv sum tekniskur leiðari hjá Vestmanna kommunu. Tekniska økið er tað mest umfatandi økið hjá kommununi, og nú stórar verkætlanir liggja fyri framman hevur bygdaráðið valt at víðka og styrkja um toymið við at seta ein leiðara. Magnus er 34 ára gamal, úr Vestmanna og útbúgvin byggifrøðingur. Hann hevur seinastu…

Vælkomin á Vestmannadagar 2025

Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku leggja dent á nakað av tí, sum bygdin hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at snikka eina so fjølbroytta skrá saman sum tilber. Samstundis, sum vit hava ídnar borgarar og virkið vinnulív í bygdini, ið geva…

Hallarskipanin óvirkin

Vegna tekniskar trupulleikar ber ikki til at bíleggja hallir, hølir og svimjihylin í Vestmanna umvegis hallarskipanina.   Ynskir tú at leiga hallir, hølir ella svimjihylin, kanst tú venda tær til umsjónarmenninar, á tlf. 770 195.    

Skrá til bygdarráðsfundin 27.08.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 27. august 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 51 Heimild at undirskriva skjøl. J. nr. 15152-1-2025   Mál 52 Umskipan av Trivnaðarnevndini.   Mál 53 Eykajáttan til umsókn um stuðulstímar í skúlanum – 2. viðgerð. J. nr. 1606202-2-2021   Mál 54 Eykajáttan til breiðking av parti…

Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur í morgin, týsdag 19. august, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.

Konsert við Urð

Konsert verður við bólkinum URÐ í Vestmanna fríggjakvøldið. URÐ er ein nýstovnaður bólkur við teimum trimum, Jógvani Joensen, Tróndi Bogasyni og Andreas Tykjær Restorf. URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir inn í ein nyskapandi og nútíðarligan ljóðheim. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein…

Pauli verður leiðari á Staðnum

Pauli Magnussen er settur í starv sum ungdómsleiðari í Vestmanna. Kommunan søkti í juli eftir leiðara til ungdómshúsið Staðið – og tað verður ein gamal kenningur, sum nú aftur fer at leiða ungdómshúsið í bygdini. Pauli Magnussen var nevnliga ungdómsleiðari hjá Vestmanna kommunu í 12 ár, frá 2008 til 2020. Staðið er staðið, har ung…

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Í morgin byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla. Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru nøkur børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru tí óroynd í nógvu ferðsluni um morgnarnar og kunnu vera gáloysin. Vestmanna kommuna vil…

Tekniskur leiðari til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna sóknast eftir einum framfýsnum leiðara fyri tekniska økið í kommununi.    Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í gongd á tekniska økinum. Nevnast kunnu m.a. umbygging av…

Vestmannadagarnir 2025

Gleð teg til fyrstu vikuna í september, tí tá vera árligu Vestmannadagarnir. Byrjað verður mikudagin 3. september og endað verður sunnudagin 7. september. Nógv gott verður á skránni og til allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu tiltøkini vera sjálvsagt aftur í ár, millum annað felags morgunmaturin og laksurin um kvøldið, men eisini vera fleiri nýggj og…