Heilsufótbóltur 60+ fyribils avlýstur
Vegna ov lítla undirtøku verður heilsufótbólturin fyribils avlýstur. Tilboðið verður boðið út aftur í vár 2024. Heilsufótbóltur 60+
Vegna ov lítla undirtøku verður heilsufótbólturin fyribils avlýstur. Tilboðið verður boðið út aftur í vár 2024. Heilsufótbóltur 60+
Vestmanna kommuna hevur tríggjar søguligar træbátar í varðveitslu. Nú verða tey bæði neystini, sum eru nærmast Krambúðini, sett í stand, so onkur av bátunum kann standa væl. Nótabáturin Fyrr í tíðini var vanligt at kasta nót eftir seiði fram við landi í Vestmanna. Til hetta endamál vóru smáir bátar brúktir, tríbekkir og tristar. Hesin…
Enn eru pláss eftir á fleiri skeiðum. Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 23/24. Tilmeldingarfreistin er longd til og við týsdagin 17. oktober 2023.
Eftir heystfrítíðina verður byrjað at spæla heilsufótbólt í Vestmanna. Petra Eystberg er fyriskipari. Heilsufótbóltur er fyri kvinnur og menn 60 ár og eldri, øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd. Vant verður tvær ferð um vikuna í 12 vikur. Møguleiki er fyri at fáa gjørt eina heilsukanning við fyrstu og seinastu venjing. Byrjað verður…
Í dag, Hósdag 5. oktober kl. 15:00, letur tilmeldingin upp til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl. 15:00 Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 23/24. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober kl. 12:00.
Hósdagin 5.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober, kl. 12:00.
Parkeringsøkið á Bakkavegi frá Staðnum út til kaibrekkuna niðanfyri Sýslumanshúsini verður asfalterað í næstum. Sum fyrireiking er arbeiðstakari byrjaður at seta upp vegbrunnar við ristum fram við garðinum niðanfyri økið og at leggja rør til frárenningarnar frá brunnunum. Arbeiðið kemur at ávirka parkeringina. Heitt verður á fólk um at vera ansin og ikki parkera ov…
Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning. Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág og annað. Málið er at fáa til vega…
Visti tú, at leivdir frá fletting kunnu dálka illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar. Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:…
Nú kanst tú eisini søkja um grundstykki á Vanganum hjá Vestmanna kommunu. Síðan 31. januar 2023, tá borgarar í Vestmanna kommunu kundu ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan, hevur samstarvið við Talgildu Føroya hildi áfram. Arbeitt hevur verið miðvíst við at menna fleiri tænastur á Vanganum og verða væntandi fleiri sjálvgreiðslur við í 2024.…
Boða verður frá, at í samband við arbeiðið at leggja fiburnet, er ólag á gøtuljósskipanini á Rógvuvegi. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan. Fiburnet til Vestmanna Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing,…
Fríggjadagurin 22 september var ein heldur ørvísi dagur fyri børnini, sum ganga í Gjáarlon og Látipípuni. Har varð skipað fyri einum 112 degi. Børnini fingu vitjan av Vestmanna sløkki- og bjargingarliði, sjúkrabili og løgregluni. Børnini og barnsligar sálir vóru ógvuliga spent at sleppa at síggja og sita í hesum akførum og ikki minst at…
Í dag er 112 dagur í Látipípuni. Tað er foreldraráðið, sum skipar fyri 112 degnum, har børnini á dagstovaøkinum í Vestmanna sleppa at síggja og royna seg innan Vestmanna sløkkilið og bjargingarlið, sjúkrabil og løgreglu.
Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 28. septembur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 208 Uppskot til varalim til Barnaverndanevndina í VEKS J.nr.: 22042-1-2020 Mál 209 Eykajáttan til grind – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 Mál 210 Umraðfesting av játtan til Talgildu Føroyar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022…
Við hesum verða faktorhúsini, sum vóru bygd í samband við kongliga einahandilin, lýst til sølu. 1. Lýsing av ognini Talan er um eini eldri sermerkt hús, sum vórðu bygd í samband við einahandilin. Á ognini er eisini bygt eitt pakkhús og ein hjallur, sum fylgja við í keypinum. Upplýsast skal, at ognin er friðað…
Aldrin áður hava so nógv verið savnaðið á Vestmannadøgunum sum í ár. Vit takka fyri góðu móttøkuna og gleða okkum longu til viku 36 í 2024. Sí myndir frá døgunum niðast í skrivinum. Vit síggjast aftur til Vestmannadagar 5. – 8. septembur 2024. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu til felags morgunmatin.…
Ungdómshúsið Staðið hevur seinastu tíðina umvælt og nútíðmansgjørt upptøku- og umvarpshølini, ið Pauli Magnussen sjálvur hevur uppbygt og lagað til. Á Vestmannadøgunum 2023 lótu nýggju hølini uppaftur, og nýggja navnið á studiounum varð avdúkað. Sí sjónband frá Staðnum her. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu. So fer tað at snúgva seg…
Um tú trýstir á myndina niðanfyri, kanst tú syngja við Finni Koba við einum talgildum sanghefti. Felagssangurin byrjar klokkan 21:00 á Bakkavegi
Broyting er komin í skránna síðan hon varð borin út til hvørt húsarhald í Vestmanna og á Válinum. Gongutúrurin er avlýstir. 11:00 KIRKJAN Skapanarguðstænasta við Steintóru G. Joensen, presti. Magni Christiansen luttekur 14:00 – 17:00 Á HEYGUM Í HANDLINUM HJÁ ELSU OG SIGURD Listaframsýning við Herit Magnussen Ovari vegur 3 17:00 – 19:00 MISSIÓNSHÚSIÐ…
Áleið 800 fólk savnaðust í morgun til felags morgunmatin í høllini, tá ið Ársins herðaklapp eisini varð avdúkað. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri segði soleiðis: Løtan er komin at avdúka hvør fær Ársins herðaklapp 2023. Ímillum evnini sum vestmenningar hava instillað, sigur dómsnevndin – mannað av bygdarráðslimunum Sáru Jógvansdóttir, Eyðun Hansen og Inga Olsen –…
Leygardagurin byrjar við afturvendandi felags morgunmatinum í ítróttarhøllini, har m.a. ársins herðaklapp verður avdúkað. Aftaná er Bakkavegur karmur um Vestmannadagar. Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum. 09:30 – HØLLIN Felags morgunmatur við Ársins Herðaklapp 09:30 – 12:00 BÓKASAVNIÐ Møguleiki er fyri at keypa bøkur fyri 1 kr stk. 10:30 SKÚLAVØLLURIN…
Í morgin, leygardagin 9. september kl. 13:30 – 14:00, verður Brekkusúkklukapping eftir Miðalsbrekku. Vit vilja tí gera vart við, at eingin gjøgnumkoyring er frá Reyða Torginum gjørnum Heygøtu, Toftaveg, Garðaveg og Meðalsbrekku meðan kappingin er í gongd.
Í samband við tiltak á vestmannadøgunum verður partur av Bakkavegi stongdur fyri allari ferðslu frá Torginum út til Kommunuskrivstovuna frá leygardadegnum 9. septembur 2023 kl. 12:00 til midnátt.
Fríggjadagin spenna fyritøkurnar Inni á Fjørð seg út og skipa fyri ymiskum spennandi tiltøkum. G.G. Tvey tiltøk er løgd aftrat, síðan skráin varð borin út til hvørt húsarhald í Vestmanna og á Válinum. Matstovukonsert á Fjørukrónni Minesto luttekur saman við SEV Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum. 09:00 – 21:00 FJØRUKRÒGVIN …