Manslandsliðið venur í Vestmanna

Vilt tú heilsa upp á Hákun West av Teigum, Óla Mittún, Elias á Skipagøtu og hinar hondbóltsstjørnurnar? Manslandsliðið í hondbólti venur í høllini Vestmanna hósdagin 8. januar. Eftir venjingina, áleið klokkan 16.30, verður høvið hjá øllum børnum í Vestmanna at fáa autograf ella mynd við leikarunum. Venjingin er liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Oslo,…

Nýggjársheilsan

Góðu vestmenningar Eitt ár er farið, og eg hyggi aftur við stórum takksemi. Fyrst og fremst vil eg takka tykkum øllum, sum her búgva og virka. Hvørja einastu ferð eg ella onnur í umsitingini hava vent okkum til tykkum um hjálp um eitt hvørt, um tað so hevur verið til tónleikatiltøk, gongutúrar, Vestmannadagar, jólatiltøk, nýggjársblikk…

Vakra fýrverkið framskundað

Boytingar verða gjørdar í vanligu nýggjársskránni í Vestmanna, nú verðurforsøgnirnar boða frá nógvum vindi í kvøld og um midnáttarleitið. Fyri at festast kann í risastóru rakettirnar, samstundis sum trygdin er í lagi, er neyðugt við mildari veðri, enn boðað verður frá í kvøld. Tí verður fest í kommunala fýrverkið á kaiini longu klokkan 16.30 ella…

Nærvarpið sendir gamlaársdag

Gamlaársdag er at tendra fyri útvarpstólinum og seta á FM 101.0, tí tá fer lokala útvarpsrásin í bygdini, Nærvarpið, at senda. Funnið er fram gott tilfar úr savninum við áhugaverdum søgum úr Vestmanna og samrøður við kendar røddir, m.a. við Heðin Winther Olsen, sála, Inger Klein, Bjarka Skúvadal og onnur. Sent verður á FM 101.0…

Loyvi krevst til nýggjársbál

Nú nýggjársaftan er í hondum, og siður er at brenna bál, vilja vit minna fólk á, at søkja um loyvi at brenna bál og at fara rætt fram. Tað er brunaumsjónarmaðurin hjá kommununi, sum skal góðkenna øll bál, áðrenn kynt verður. Hetta er sera umráðandi, so øll trygdarkrøv eru í lagi og so okkara Bruna-…

Høllin er opin til frítt spæl

Nú jólini eru farin afturum, er sikkurt gott hjá børnum og familjum at sleppa at røra seg eitt sindur aftur. Ítróttahøllin er opin hesar síðstu dagarnar í árinum til frítt spæl. Um vikuskiftið eru hondbóltsdystir aftur á skránni. Vinaliga ruddið eftir tykkum og tveitið rusk í ruskspanninar. Takk fyri. VÍF selur fýrverk í forhøllini frá…

Kommunuskrivstovan er nú farin í jólafrí. Vit lata uppaftur mánamorgunin 5. januar klokkan 09.00.  Skilagátt letur uppaftur 27. desember og hevur opið sum vant, undantikið 1. januar, tá Skilagátt er stongt. Hevur tú átrokandi boð, eitt nú um vatn, jarðarferð v.m., kanst tú ringja á 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.…

Staðið um jólini

  Ungdómshúsið, Staðið, er stongt í jólafrítíðini. Opið er aftur sum vant frá týsdegnum 6. januar 2026.   Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir ársskiftið við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Góð jól og gott nýggjár!    

Skilagátt millum jól og nýggjár

Skilagátt hevur opið millum jól og nýggjár, og annars er opið sum vanligt til og við 23. desember.   Upplatingartíðir á Skilagátt um jólini: Leygardagur 27. desember, kl. 14:00 – 17:00 Mánadagur 29. desember, kl. 16:00 – 18:00 Týsdagur 30. desember, kl. 16:00 – 18:00 Mikudagur 31. desember, kl. 16:00 – 18:00 Fríggjadagur 2. januar,…

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum í 2025

Hagtølini fyri uppmøtingina á bygdarráðsfundunum í 2025 eru nú uppgjørd. 13 bygdarráðsfundir vóru hildnir í 2025. Á átta fundum møtti alt valda bygdarráðið. Á trimum fundum møttu varalimir fyri bygdarráðslim. Á tveimum fundum barst bygdaráðslimi frá at møta, men eingin tiltaksimur var innkallaður. 84 mál vóru viðgjørd í 2025. Av teimum vóru 10 fyri afturlatnum…

Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá týsdegnum 23. desember. Latið verður uppaftur mánadagin 5. januar klokkan 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á telefon 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.

Húsavørður til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna leitar eftir einum húsavørði. Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú fer at arbeiða saman við hinum dugnaligu húsavørðunum at røkja og hava umsjón við húsunum og ognunum hjá kommununi. Talan er eitt nú um Vestmanna skúla, dagstovnarnar, ítróttahøllina, og ungdómshúsið.   Førleikar Húsavørðurin skal hava viðkomandi handverkaraútbúgving. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein…

Almenna vesið er stongt

Vegna máliarbeiði, er almenna vesið í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð stongt frá í dag, mikudag 17. desember, til og við týsdagin 23. desember.

Ítróttahøllin dagførd

Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina. Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í…

Bygdarráðsfundur 17.12.2025

Vestmanna bygdarráð hevur fund í kvøld kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Mál á skrá fyri opnum hurðum eru: Áseting av fundardøgum fyri 2026 Uppskot til reglugerð fyri parkeringsøkið á havnarlagnum  

Blikk til nýggjárið

Á hvørjum ári prýða logandi blikk bygdina, tá ið vit bjóða nýggja árinum vælkomnum.  Nógv blikk skulu til, fyri at kunna lýsa allar vegir upp, og á hvørjum ári eru bygdafólk so beinasom at goyma blikkini gjøgnum árið til gamlaárskvøld ella lata tey inn á Skilagátt so hvørt. Fruktblikk er tó ikki ein vøra, sum…

Skrúvað verður fyri vatninum

Í samband við arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum á Flatnavegi, í morgin, týsdag 16. desember, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt. Meðan arbeiðið er í gongd, verður eisini óstøðugt vatntrýst frá Niðara Vegi 1 og úteftir.

Kommunulækni til viðtaluna í Vestmanna

Eitt spennandi kommunulæknastarv í Vestmanna er leyst at søkja. Í eini góðari og dagførdari læknamiðstøð, fer nýggi læknin at taka sær av eini 1443 fólkum úr heilsuøki 3, sum samanløgdu Vestmanna-, Eiði- og Vága læknadømir nú eita. Freistin at søkja er sunnudagin 4. januar 2026. Meira fæst at vita um starvið við at trýsta á…

Country tónleikur og jólahýrur

Í kvøld verður jólakonsertin við country konginum og drotningini, Halli Joensen og Kristinu Bærendsen í Silkienni.  Dyrnar lata upp klokkan 19.30 og konsertin byrjar klokkan 20.00. Kom í góðari tíð, fá tær eitt pláss og njót hugnaliga jólahýrin longu áðrenn konsertin byrjar. Til ber at keypa kaku, kaffi og ymiskt drekkandi á staðnum. Vit gleða…

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi seinnapartin í dag og í nátt, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Fleiri busstúrar á Vestmannaleiðini

Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanina fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn. Dagføringarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um betri samband við aðrar leiðir, og eru ferðaætlanirnar tillagaðar soleiðis, at tað verður lættari at ferðast til og frá Miðnámi í Vestmanna. Harumframt verður betur samband við flogferðsluna. Hetta hevur í…

Borgarstjórar stuðlaðu hondbóltskvinnunum

Flest føroyingar hava sitið rúnabundnir til sjónvarpsskíggjan seinastu tvær vikurnar og hugt eftir leikum, tá ið kvinnulandsliðið hevur skrivað føroyska ítróttasøgu til HM-endaspælið í hondbólti. Eisini høvdu fleiri føroyingar leitað sær til Týsklands, teirra millum Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Landsliðsleikararnir eru úr júst teimum báðum kommununum…