Skrúvað verður fyri vatnveitingini til Heygalíð
Vegna arbeiði, verður skrúva fyri vatnveitingini til Heygalíð í dag, týsdag 14. november 2023, frá klokkan 13:00 og til arbeiðið er liðugt.
Vegna arbeiði, verður skrúva fyri vatnveitingini til Heygalíð í dag, týsdag 14. november 2023, frá klokkan 13:00 og til arbeiðið er liðugt.
Mikukvøldið tann 8. november 2023 varð ein týðandi varði reistur í Ungdómshúsinum, tá bygdarráðið, leiðslan og starvsfólkini, fyri fyrstu ferð í søgu Staðsins, bjóðaðu næmingunum úr 6. flokki at gerast ein partur av Mentan sum klekingaramboð ætlanini. Hetta tiltakið markeraði byrjanina á royndartíðarskeiðinum fram til ársskiftið, har vit leypandi fara at meta um, hvussu…
Vegna arbeiði, verður skrúva fyri vatnveitingini til Hallarveg í morgin, fríggjadag 10. november 2023, frá klokkan 08:00 og til arbeiðið er liðugt.
Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS. Vit ímynda okkum at…
Í samband við at miðstaðarøkið verður gjørt klárt til asfaltering, verður planerað nú og í vikuskiftinum. Heitt verður tí á fólk um at flyta bilarnar av økinum og ikki at parkera har. Byrjað verður at asfalterað mánadagin.
Sum fólk helst hava varnast, standa nógvar keylur, har Fipur til heimið hevur fresað fyri. Brek er á asfaltfresaranum, og Fipur til heimið bíðar í løtuni eftir eykaluti til fresaran. Tí hevur ikki verið asfalterað í eina tíð, men vónandi kemur skjótt gongd á aftur asfalteringina. Fipur til heimið heitir á fólk um at halda…
Skattalistin fyri árið 2022 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 3. november til og við 17. november 2023 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Minningarhald teirra sjólatnu verður í kirkjuni mikudagin 1. november kl. 17 við Maria Jørðdal Niclasen, presti. Vestmanna sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í Heygalíð frá týsmorgunin 24. oktobur 2023 frá kl. 8:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 26. oktobur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 221 Eykajáttan til rentustuðul – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 Mál 222 Eykajáttan til tannklinikk – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 Mál 223 Umraðfesting av játtan til Kirkjugarðar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 …
Borgarar í Vestmanna skipa fyri seyðasýning í morgin, leygardagin 21. oktober kl. 11:30 Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum. Nærri kunning sæst her.
Neyðugt er at seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður tikin niður. Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir. Les meira um…
Almanna- og Mentamálaráðið skrivar soleiðis: Í kvøld 18. oktober 2023, handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023. Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðarvegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður kl. 19.00. Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr.…
MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna, sum seinastu mongu árini hevur ligið stilt. Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið, og at seta spælhúsið í stand. MEST upplýsir – uttan at avdúka í smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða…
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í parti av Niðara Vegi. Vatnveitingin kann væntast at verða støðug aftur á middegi.
Vegna ov lítla undirtøku verður heilsufótbólturin fyribils avlýstur. Tilboðið verður boðið út aftur í vár 2024. Heilsufótbóltur 60+
Vestmanna kommuna hevur tríggjar søguligar træbátar í varðveitslu. Nú verða tey bæði neystini, sum eru nærmast Krambúðini, sett í stand, so onkur av bátunum kann standa væl. Nótabáturin Fyrr í tíðini var vanligt at kasta nót eftir seiði fram við landi í Vestmanna. Til hetta endamál vóru smáir bátar brúktir, tríbekkir og tristar. Hesin…
Enn eru pláss eftir á fleiri skeiðum. Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 23/24. Tilmeldingarfreistin er longd til og við týsdagin 17. oktober 2023.
Eftir heystfrítíðina verður byrjað at spæla heilsufótbólt í Vestmanna. Petra Eystberg er fyriskipari. Heilsufótbóltur er fyri kvinnur og menn 60 ár og eldri, øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd. Vant verður tvær ferð um vikuna í 12 vikur. Møguleiki er fyri at fáa gjørt eina heilsukanning við fyrstu og seinastu venjing. Byrjað verður…
Í dag, Hósdag 5. oktober kl. 15:00, letur tilmeldingin upp til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl. 15:00 Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 23/24. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober kl. 12:00.
Hósdagin 5.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober, kl. 12:00.
Parkeringsøkið á Bakkavegi frá Staðnum út til kaibrekkuna niðanfyri Sýslumanshúsini verður asfalterað í næstum. Sum fyrireiking er arbeiðstakari byrjaður at seta upp vegbrunnar við ristum fram við garðinum niðanfyri økið og at leggja rør til frárenningarnar frá brunnunum. Arbeiðið kemur at ávirka parkeringina. Heitt verður á fólk um at vera ansin og ikki parkera ov…
Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning. Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág og annað. Málið er at fáa til vega…
Visti tú, at leivdir frá fletting kunnu dálka illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar. Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:…