Jólatræið verður tendrað

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 24. november kl. 17:00   Laila Haldansen, forkvinnan í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Steintóra Gleðisheygg Joensen heldur røðu. Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakórið framføra nøkur jólaløg.   Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.   Tá ið haldið á…

30 km/t á parti av Fjalsvegi

Vestmanna kommuna skal hervið boða frá, at ferðavmarkingar uppá 30 km/t er sett á Fjalsvegi frá Ovara Vegi út um tey ytstu húsini. Ferðavmarkingin er víst við skeltum.

Eitt knasandi gott kvøld á Staðnum saman við 6. flokki

Mikukvøldið tann 8. november 2023 varð ein týðandi varði reistur í Ungdómshúsinum, tá bygdarráðið, leiðslan og starvsfólkini, fyri fyrstu ferð í søgu Staðsins, bjóðaðu næmingunum úr 6. flokki at gerast ein partur av Mentan sum klekingaramboð ætlanini.   Hetta tiltakið markeraði byrjanina á royndartíðarskeiðinum fram til ársskiftið, har vit leypandi fara at meta um, hvussu…

veks bumerki

Endurlýsing: Stjóri til VEKS

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.   Vit ímynda okkum at…

Fipur til heimið

Sum fólk helst hava varnast, standa nógvar keylur, har Fipur til heimið hevur fresað fyri. Brek er á asfaltfresaranum, og Fipur til heimið bíðar í løtuni eftir eykaluti til fresaran. Tí hevur ikki verið asfalterað í eina tíð, men vónandi kemur skjótt gongd á aftur asfalteringina. Fipur til heimið heitir á fólk um at halda…

Skattalistin 2022

Skattalistin fyri árið 2022 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 3. november til og við 17. november 2023 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.

Skrá til bygdarráðsfundin 26.10.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 26. oktobur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 221 Eykajáttan til rentustuðul – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 222 Eykajáttan til tannklinikk – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 223 Umraðfesting av játtan til Kirkjugarðar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022  …

Seyðasýning í Vestmanna

Borgarar í Vestmanna skipa fyri seyðasýning í morgin, leygardagin 21. oktober kl. 11:30 Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum. Nærri kunning sæst her.

Burturbeining av oljufýrsskipan

Neyðugt er at seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður tikin niður. Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir. Les meira um…

Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Vestmanna í kvøld.

Almanna- og Mentamálaráðið skrivar soleiðis: Í kvøld 18. oktober 2023, handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023. Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðarvegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður kl. 19.00.   Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr.…

MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina

MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna, sum seinastu mongu árini hevur ligið stilt.   Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið, og at seta spælhúsið í stand.   MEST upplýsir –  uttan at avdúka í smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða…

Tvey av neystunum við Krambúðina verða nú sett í stand

Vestmanna kommuna hevur tríggjar søguligar træbátar í varðveitslu. Nú verða tey bæði neystini, sum eru nærmast Krambúðini, sett í stand, so onkur av bátunum kann standa væl.   Nótabáturin Fyrr í tíðini var vanligt at kasta nót eftir seiði fram við landi í Vestmanna. Til hetta endamál vóru smáir bátar brúktir, tríbekkir og tristar. Hesin…

Heilsufótbóltur 60+

Eftir heystfrítíðina verður byrjað at spæla heilsufótbólt í Vestmanna. Petra Eystberg er fyriskipari. Heilsufótbóltur er fyri kvinnur og menn 60 ár og eldri, øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd. Vant verður tvær ferð um vikuna í 12 vikur. Møguleiki er fyri at fáa gjørt eina heilsukanning við fyrstu og seinastu venjing.   Byrjað verður…

Tilmelding til kvøldskúlan 2023/2024

Í dag, Hósdag 5. oktober kl. 15:00, letur tilmeldingin upp til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl. 15:00 Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 23/24. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober kl. 12:00.

Kvøldskúlin 2023/2024

Hósdagin 5.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober, kl. 12:00.

Miðstaðarøkið verður asfalterað

Parkeringsøkið á Bakkavegi frá Staðnum út til kaibrekkuna niðanfyri Sýslumanshúsini verður asfalterað í næstum. Sum fyrireiking er arbeiðstakari byrjaður at seta upp vegbrunnar við ristum fram við garðinum niðanfyri økið og at leggja rør til frárenningarnar frá brunnunum. Arbeiðið kemur at ávirka parkeringina. Heitt verður á fólk um at vera ansin og ikki parkera ov…