Broyting í ferðsluni leygardagin
Leygardagin 20. mai 2023 frá kl. 12:00 til midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir og Ovari Vegur einsrættaður inneftir. Vestmanna kommuna ynskir øllum eina góða Bátastevnu.
Leygardagin 20. mai 2023 frá kl. 12:00 til midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir og Ovari Vegur einsrættaður inneftir. Vestmanna kommuna ynskir øllum eina góða Bátastevnu.
Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til fríðkanartoymið hjá Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: fríðkan av gøtum og ørðum kommunalum økjum gróðurseting og sláing av almennum økjum annað fyrifallandi Umsøkjarin kemur partvís at arbeiða sjálvstøðugt og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis. …
Janus úr Dímun og Fróði Skúvadal – sum so hugagóðir settu eplir niður í góðveðrinum í gjárkvøldi – fegnast um møguleikan, at kunna leiga jarðarstykki frá kommununi. “Hetta er eitt frálíkt hugskot” – Fróði Skúvadal Vestmanna Kommuna bjóðaði í apríl 2022 lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Øll, sum tá…
Vestmanna Sangkór skipar fyri várkonsert í Vestmanna Kirkju. sunnudagin 14. mai 2023 kl. 18. Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum. Vestmanna kommuna stuðlar konsertini Vestmanna Sangkór skrivar soleiðis: Nú Vestmanna Sangkór er um at vera klárt til at fara eina konsertferð til Tallinn í Estlandi á…
Vestmanna Sløkkilið boðar frá, at brandvenjing við tyrluni verður á kaiøkinum í kvøld um 18:00-20:00 tíðina. Ta løtuna, brandvenjingin fer fram, verður kaiøkið stongt, og óviðkomandi verða biðin um at halda frástøðu.
Brim skipa fyri stuðulskonsert 6. mai í samband við konsertferð til Onglands. Vestmanna Kommuna stuðlar tiltakinum. Brim skriva soleiðis: Meet the puffins!! fer aftur til Liverpool at framføra á International Beatleweek 2023. Í fjør fingu vit tann heiður at gerast fyrsti føroyski bólkurin, sum spældi á hesum ótrúliga festivali, og fyriskipararnir vóru sera væl…
Vestmanna fer nú veruliga undir at skipa mentanarøkið og ferðavinnuøkið. Tí leita vit eftir einum skikkaðum og ídnum fólki, ið kann lyfta uppgávuni. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, sum mennarin sjálvur verður við til at skapa. Starvið er tíðaravmarkað til tvey ár við møguleika fyri leingjan av starvssáttmálanum. Vit síggja fyri…
Vestmanna kommuna hevur gjørt kanning um ferðavinnu- og menningarúrslit fyri kommununa. Kanningin leggur grund undir arbeiði við at menna kommununa enn meira. Ein uttanhýsis verkætlanarleiðari, Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, hevur staðið fyri arbeiðinum saman við umsitingini. STÓRUR DENTUR HEVUR VERIÐ LAGDUR Á BORGARANS YNSKI 199 fólk hava svarað einum spurnarblaði. Harumframt vóru 6 vestmenningar í fokusbólki,…
Eva Gunnarsdóttir Joensen og Tony í Lon skipa fyri Hekliskeið á Bókasavninum hósdagin 4. mai kl 17:00 – 19:00. Tit læra at hekla ymiskt, so sum: rondellur, vaskiposar ella fruktposar, o.s.fr. – Alt, ið er burðardygt. Á skeiðnum lærir tú at hekla hesar serligu maskurnar umframt allar hinar vanligu: Reliefstangmaskur Mynstur við V maskum…
Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum starvsfólki at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum úr 4.-6. flokki. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum at royna…
Rørslumánaðurin varð skotin í gongd í gjár við yoga og flogbólti, og heldur fram við tiltøkum allan mai. Tað er Sára Jógvansdóttir ið stendur fyri Rørslureikan. Vestmanna Kommuna stuðlar átakinum við kørmum og mentanarstuðli. Rørslureikan er eitt heilsuátak fyri øll. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, sum stuðla undir heilsuna hjá borgarum í Vestmanna.…
Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. MC Restorff, Marianna Winter, Eyðun Nolsøe, Marius Ziska og Vágaverk. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, í Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her
Sølan av atgongumerkjum til Válan í Vestmanna, sum verður í morgin, leygarkvøldið 29. apríl, gongur sera væl. So nú er ikki at bíða, um tú vil tryggja tær atgongumerki. Atgongumerkir fáast her.
Sev skal gera tappilúku í byrgingina í Heygadali. Arbeiðsvegur skal gerast í byrgingini. Í hesum sambandi skal grót koyrast til arbeiðsvegin. Koyrt verður við lastbilum eftir ovari vegi og Leitisvegi. Byrja verður mánamorgunin 1. mai. Koyrt verður gerandisdagar, frá kl. 8:00 til kl. 16:00, í umleið trýggjar vikur.
Mánadagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða tey trý, Øssur Winthereig, Magna Eliana Mørkøre og Marita Rasmussen. Øssur er journalistur. Hann hevur verið næstformaður í Starvsmannafelagnum og í Miðlafólkafelagnum og var tíðindaleiðari í sjónvarpinum. Seinastu árini hevur hann mest arbeitt sum fríyrkisjournalistur. Magna er sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum í VEKS…
Hóast veðrið argaði eitt sindur við vátaslettingi, vóru nógv fólk samankomin uttanfyri miðhøllina, og har var bæði hugnaligt og gott lag á fólki. Sanna Bæk Hoydal framførdi nøkur vælljómandi løg, Dánial Hoydal helt røðu, og vit sungu felagssang. Rakul Nielsen og Bjørg Patursson stóðu fyri Flaggdagsrenning, VÍF hevði kaffisølu og 1. flokkur ùr Miđnám skipađi…
Til ber at tekna seg til renningina við at senda eini boð til Rakul Nielsen ella Bjørg Patursson umvegis messenger, ella á tlf.nr. 724 651 ella 219 099. Viðmerk hvønn tein tú skalt renna og hvønn bólk tú skalt í. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 24. apríl, kl. 12:00 Vestmanna kommuna bjóðar frukt…
Í annaðkvød verða nógv ung at síggja í Vestmanna. Tiltakið sum SSP- bólkurin í VEKS skipar fyri, er bæði rúsdrekka- og rúsevnisfrítt. Eitt tiltak har tey ungu hava møguleika at hugna sær og savna góð minni saman. Á skránni er hugni, livetónleikur, spurnakapping o.a. Tiltakið er eitt tilboð til næmingar í 7. og 8.…
Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 27. apríl 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 179 Broyting av byggisamtyktini ísmb. við umsókn um loyvi til íbúðarbygging á matr.nr. 249f J.nr.: 200002-8-2021 Mál 180 Umsókn frá Bátastevnunevndini um stuðul til Bátastevnuna 2023. J.nr.: 2000002-19-2023 Mál 181 Eykajáttan til at…
Flaggdagshaldið verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø kl. 15:00 Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin Sanna Bæk Hoydal framførir 2 sangir Við sær hevur hon tónleikaran Janus Trúgvason Felagssangur: Sjá tú blánar Dánial Hoydal heldur røðu Felagssangur: Tú alfagra land mítt Eftir haldið verður Flaggdagsrenning. í Miðhøllini skipar 1. flokkur í Miðnám fyri…
SEV fer í næstum undir kaðalarbeiði á Leitisvegi – byrjað verður ætlandi týsdagin. Í fyrstu syftu verður arbeitt ímillum Leitisveg 9 og 13. Ætlanin er ikki at steingja vegin, men verður hetta neyðugt í løtum, verða jarnplátur tøkar til at leggja útyvir grevsturin, so neyðsendarakfør kunnu koyra eftir vegnum.
VEKS søkir eftir leiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, sum við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði, hevur hegni og áræði at vera partur av leiðsluni í VEKS. VEKS bjóðar eitt mennandi og týdningarmikið starv, har hvør dagur ger mun. Um starvið Høvuðsuppgávan…
Nú styttist, til vit øll fara at vála. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør. Einans 200 atgongumerkir verða seld. Skráin er hendan: 20:00 MC Restorff í kirkjuni 21:40 20:20 Marianna Winter í Vektarbúðini 22:00 20:40 Eyðun Nolsøe í Disvoy 22:20 21:00 Marius…
Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag. Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag. Undantøk: Húsarhaldsposarnir á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Syðrugøtu, Norðragøtu, Gøtugjógv, Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir mikudagin, 12. apríl, sum vanligt er.…