Rottangatøming í Vestmanna

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku at tøma rottangar í Vestmanna og á Válinum. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. IRF heitir tí á fólk um at tryggja: at tangin er…

Eindar-/Leiðari til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu

VEKS søkir eftir Eindar-/leiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, sum við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði, hevur hegni og áræði at vera partur av leiðsluni í VEKS. VEKS bjóðar eitt mennandi og týdningarmikið starv, har hvør dagur ger mun.   Um starvið…

Tín hundur – tín lortur

Í mai mánað í 2019 fór Vestmanna Kommuna undir eitt átak fyri at fáa hundaeigarar at taka upp eftir hundunum. Tíanverri eru tað framvegis nógvir hundalortar at síggja. Vit vita sjálvsagt ikki um talan er um leysgangandi hundar ella um tað framvegis eru hundaeigarar, sum lata hundin gera av sær uttan at taka upp eftir…

Skrá til bygdarráðsfundin 23.02.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 23. februar 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 165 Sáttmáli um líkvognskoyring J.nr.: 17152-1-2023   Mál 166 Eykajáttan til byggibúning J.nr.: 30102-1-2022   Mál 167 Umraðfesting av játtan til Staðið J.nr.: 1800002-5-2021   Mál 168 Eykajáttan til at tryggja spæliplássið oman fyri…

Køksfólk til dagstovnaøkið í Vestmanna

Høvuðskokkur, Matgerðarmeistari ella Matmóðir. Fitt barn hevur mong nøvn. Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólkið 20 tímar um vikuna, til dagstovnaøkið i Vestmanna. At byrja 13. mars 2023 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14. Arbeiðsuppgávur Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag. Førleikar Viðkomandi…

Skrúva fyri vatninum inni á Fjørð

Dagføring kl. 13:54 – trupulleikin er loystur og vatnveitingin er støðug aftur   Í samband við umlegging av vatnveitingini inni á Fjørð, verður skrúva fyri vatninum kl. 13. Vatnveitingin verður burtur, til arbeiðið er liðugt.

Skrúva fyri vatninum á Byrgisvegi

Dagføring kl. 13:54 – trupulleikin er loystur og vatnveitingin er støðug aftur   Arbeitt verður uppá vatnleka á Byrgisvegi. Meðan arbeiðið fer fram, er vatnveitingin burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men arbeitt verður við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.

Starvslýsing: Reingerðarfólk til Vestmanna Kommunu

Vestmanna Kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólkið til dagstovnin Látipípuna at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, í dagtímunum. Starvið inniber alla dagliga reingerð av dagstovninum. Tú kanst lesa meira um Látipípuna her.   Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarin: Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp. Er álítandi og ágrýtin. Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og…

Kunngerð um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna kommunu

Broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu liggja frammi til alment eftirlit. Broytingarnar liggja frammi á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 13. februar til 6. mars 2023 – báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 27. mars 2023. Kunngerð og broytingar síggjast her.…

Ert tú okkara nýggi varaleiðari?

(Endurlýsing) Vestmanna Kommuna søkir eftir varaleiðara til serstaka stovnsøkið at arbeiða 35-40 tímar um vikuna i føstum starvi at byrja 1. mars 2023, ella skjótast gjørligt aftaná. Á dagstovnaøkinum i Vestmanna hava vit heimsins bestu starvsfelagar, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja.   Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir…

Endurlýsing – Heilsurøktarar til Heimatænastuna í VEKS

ENDURLÝSING Søkt verður eftir 3 heilsurøktarum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber Talan er um trý spennandi størv, har tú at arbeiðir við heilsurøkt og verður upplærd í av veita sjúkrarøkt. Tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, øðrum heilsurøktarum, ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í blandaðum vaktum,…

Vestmanna kommuna á Vanganum

Borgarar í Vestmanna kommunu kunnu nú ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan. Samstarvið við Talgildu Føroyar viðførir, at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og smidligari.   Longu nú kunnu borgarar í kommununi fara inn á Vangan at boða frá flyting, uppsiga dagstovnapláss ella søkja um dagstovnapláss, frípláss, byggiloyvi, mentanarstuðul, brenna bál, niðurtøku av…

Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimatænastuna í VEKS

Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimatænastuna í VEKS Søkt verður eftir: 2 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum til Røktarheimið á Mørkini og útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni, at seta skjótast tilber. 1 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi (farloyvisstarv fram til 01.10.2023) til Heimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu, at seta skjótast tilber. Talan er um nýggj og…

Anna Maria Reinert Jensen sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla frá 1. februar 2023 at rokna. Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt…

Gøtuljós

Brek er á veitingini til gøtuljósini á ovara vegi, Fjalsvegi og einum parti av Hallarvegi. EL-NET arbeiðir við at rætta brekið skjótast gjørligt. Vónandi er trupulleikin loystur í seinasta lagi í morgin, týsdag 25.01.23.

Heilsuhjálparar til Heimatænastuna í VEKS

Hesi størv eru leys at søkja: 3 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi, at arbeiða í dag- og kvøldvaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 0,8 ella eftir avtalu, at byrja skjótast gjørligt. 2 heilsuhjálparar til Korndalsbýlið, at arbeiða í blandaðum vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum og úti í…

Skrá til bygdarráðsfundin 26.01.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 26. januar 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 163 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um rakstrarsáttmála við Gjaldstovuna um tænastur á Vanganum J.nr.: 8511002-1-2023   Mál 164 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um broytingar í byggisamtyktini. J. nr. 102002-1-2023       Bjørg á Rógvi, borgarstjóri…

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

Streymoyar Sýsla bjóðar inn til fund, sí niðanfyristandandi skriv frá Kristjan Martin Joensen, sýslumaður. Tey sum ikki hava høvi at luttaka á fundinum, men ynskja at bera fram síni sjónarmið skrivliga, kunna senda sýslumanninum hesi, umvegis bræv ella teldupost: Húsagøta 3 Postboks 3018 FO-100 Tórshavn Teldupost: kjo002@politi.d  

Starv í VEKS sum bókhalds-/skrivstovufólk

Søkt verður eftir bókhaldara/skrivstovufólki til fyrisitingina hjá Heimatænastuni í VEKS. Starvsbrøkurin er 1,0 og byrjanardagur er eftir avtalu.   Arbeiði umfatar: bókhald kontering debitor- og kreditor stýring fíggjarligar rapporteringar framleiðlsa av hagtølum Harumframt er eisini talan um vanligt skrivstovuarbeiði , so sum samskifti, journalisering, røkt av heimasíðu v.m.   Vit sóknast eftir fólki sum hevur…

Fitt vitjan á kommunuskrivstovuni

Í dag vóru vit á kommunuskrivstovuni so heppin at fáa vitjan av fittu børnunum í barnagarðsstovuni Keldan. Í fundarhølinum ótu tey matpakka og fingu saft og frugtspjót. Aftaná hugnaðu børnini sær saman við borgarstjóranum, sum vísti teimum runt í bygninginum. Fitta takkarkortið hava tey sjálvi gjørt.    

Heilsurøktarar til Heimatænastuna í VEKS

Søkt verður eftir 3 heilsurøktarum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber Talan er um trý spennandi størv, har tú at arbeiðir við heilsurøkt og verður upplærd í av veita sjúkrarøkt. Tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, øðrum heilsurøktarum, ergoterapeuti og demenssamskipara.   Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í blandaðum…

Vevmynd av Vestmanna

Fleiri hava saknað at síggja vevmyndir úr Vestmanna, serliga fólk ið hava tilknýti til bygdina. Vestmanna kommuna hevur í dag sett vevmyndatól upp. Við hesum, ber til at síggja vakra útsýnið av bygd okkara.   Vevmyndin er á heimasíðuni undir vevmyndir. Tú kanst eisini síggja myndina niðanfyri.