Skattalistin 2023
Skattalistin fyri árið 2023 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 5. novembur til og við 19. novembur 2024 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Skattalistin fyri árið 2023 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 5. novembur til og við 19. novembur 2024 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Sermerktur bonkur settur upp á Reyða Torginum í Vestmanna. Á bonkinum stendur skrivað: Visti tú, at altsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar! Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Ætlanin við bonkinum er, at hann skal leggja…
Mentanarnevndin hevur samtykt, at Silja Strøm skal prýða móttøkuna hjá Vestmanna kommunu. Hetta er ein liður í arbeiðinum hjá nevndini at uppraðfesta list í bygdini og at vísa á øll tey dugnaligu listafólkini, sum eru sprottin úr bygdini. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, leggur dent á, at Bygdarráðið hevur skyldu til at raðfesta list og…
Kommunuval verður týsdagin 12. novembur 2024. Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 11. novembur 2024. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á…
Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni fríggjadagin 1. november kl. 15 við Mariu Summers Nolsøe, presti. Vestmanna Sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Hesi størv eru leys at søkja: 1 heilsuhjálpari til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir avtalu at byrja skjótast gjørligt 1 heilsuhjálpari til Korndalsbýlið á Eiði, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum…
Stýrið fyri heimatænastuna í Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur, VEKS, hevur gjørt av at veljast skal eitt eldraráð í økinum. Eldraráðið verður stovnað við hesum endamáli. Eldraráðið er ráðgevi hjá VEKS og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og VEKS. Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru og eigur…
Bygdarráðsfundur verður mikudagin 30. oktobur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 308 Umsókn um marknaumskipan millum matr.nr. 79a og 36h 104002-6-2024 Mál 309 Umsókn frá Búnaðarstovuni um sundurbýti av matr.nr. 143a J.nr.: 104002-5-2024 Mál 310 Keyp av lendi omanfyri 205ce J.nr.: 8202002-9-2024 Mál 311…
Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2024 var úti, var ein listi komin inn. Valnevndarforkvinnan hevur kannað og góðkent listan. Á listanum eru 11 valevni. Tey uppstillaðu eru: Anja Haldansen, námsfrøðingur Janus úr Dímun, handverkari Sára Jógvansdóttir, journalist Karl A. Olsen, vararektari Símun Jákup Højsted, stjóri Pauli Magnussen, ljóðteknikari Jens Ivan…
Valevnislistar til kommunuvalið 12. novembur 2024 mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. oktober kl. 18.00, tríggjar vikur undan valdegnum. Í sambandi við freistina at lata valevnislistar inn, verður kommunuskrivstovan opin til kl. 18:00, týsdagin 22. oktobur 2024. Valnevndarforkvinnan er Maud Poulsen, tlf. 584745.
Broyting í innsavningini í Vestmanna, Kvívík, á Válinum og Stykkinum Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða heintaðir í morgin ístaðin.
Skuldi tú verið so heppin at sæð fleiri fólk til gongu í Vestmanna, Kvívík, Sunda og Eiðis kommunu, og aðrastaðni við, so kunnu tað vera starvsfólk í VEKS, sum kýta seg. Vit í VEKS eru júst farin undir eitt heilsuátak, Virkin oktobur er jú nú, sum eggjar øllum starvsfólkum í VEKS at ganga ella renna…
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. desember 2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi…
Eyka bygdarráðsfundur verður mikudagin 16. oktober 2024, kl. 19.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 306 Mál 305 frá seinasta fundi: 2. viðgerð av eykajáttan til brunatrygd á dagstovnaøkinum. J.nr.: 30102-1-2023 Mál 307 Umraðfesting av upphædd til verkætlanir, sum ikki verða framdar í ár – 1. viðgerð.
Enn eru pláss eftir á fleiri skeiðum. Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 24/25. Tilmeldingarfreistin er longd til og við sunnudagin 13. oktober 2024 kl. 12:00.
Vallistin liggur frammi til alment eftirlit Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. novembur 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 8. oktobur 2024 til mikudagin 23. oktobur 2024, í vanligari avgreiðslutíð. Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast Vestmanna kommunu í seinasta lagi 5. novembur 2024. Opið…
Ognin matr. nr. 300a hjá Vestmanna Kommunu verður hervið lýst til sølu. Ognin er í tveimum lutum: 4885 m² omanfyri og 2032 m² niðanfyri Gamla Veg. Ognin verður seld samlað. Viðmerkjast skal, at hegnskylda ímillum innan- og uttangarðs fylgir við ognini. Tilboð uppá ognina skulu sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi 23. oktobur 2024…
Í morgin, mikudag 2. oktober kl. 15:00, letur tilmeldingin upp til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl. 15:00 Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 24/25. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00 Skráin er her
Mikudagin 2. oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00. Tilmeldingin fer…
Vestmanna kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við Kvívíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommunur um eitt felags átak um at týna rottu í øllum hagapørtum og skorðum á Streymoynni. Ì samband við samstarvsavtaluna skipaði Vestmanna kommuna fyri einum átaki á Miðnámi í gjárkvøldi. Átakið fekk sera góða móttøku bæði frá bøndum og røktingarfólki. Eisini umboð fyri Umhvørvisstovuna,…
Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: 1 fysioterapeut til fast starv til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 25. septembur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 304 Fíggjarætlan 2025 fyri Vestmanna kommunu J.nr. 30102-1-2024 Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 19. septembur 2024
Ungdómshúsið Staðið leitar eftir tímaløntum starvsfólkum at gerast partur av toyminum á Staðnum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Arbeiðstíðir og førleikakrøv Vit leita eftir starvsfólkið við sjóneykuni á teimum ungu frá 6. flokk og eldri. Tað…
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið boðar frá, at brandvenjing verður uttanfyri Vest Pack í kvøld um 18:00-21:00 tíðina. Ta løtuna, brandvenjingin fer fram, verður økið stongt og óviðkomandi verða biðin um at halda frástøðu. Tey sum skulu til handils í Á handlinum mugu koyra eftir Fjarðavegi og snara oman til høgru áðrenn brúnna til Válin…