Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá týsdegnum 23. desember. Latið verður uppaftur mánadagin 5. januar klokkan 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á telefon 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.

Húsavørður til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna leitar eftir einum húsavørði. Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú fer at arbeiða saman við hinum dugnaligu húsavørðunum at røkja og hava umsjón við húsunum og ognunum hjá kommununi. Talan er eitt nú um Vestmanna skúla, dagstovnarnar, ítróttahøllina, og ungdómshúsið.   Førleikar Húsavørðurin skal hava viðkomandi handverkaraútbúgving. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein…

Almenna vesið er stongt

Vegna máliarbeiði, er almenna vesið í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð stongt frá í dag, mikudag 17. desember, til og við týsdagin 23. desember.

Ítróttahøllin dagførd

Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina. Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í…

Bygdarráðsfundur 17.12.2025

Vestmanna bygdarráð hevur fund í kvøld kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Mál á skrá fyri opnum hurðum eru: Áseting av fundardøgum fyri 2026 Uppskot til reglugerð fyri parkeringsøkið á havnarlagnum  

Blikk til nýggjárið

Á hvørjum ári prýða logandi blikk bygdina, tá ið vit bjóða nýggja árinum vælkomnum.  Nógv blikk skulu til, fyri at kunna lýsa allar vegir upp, og á hvørjum ári eru bygdafólk so beinasom at goyma blikkini gjøgnum árið til gamlaárskvøld ella lata tey inn á Skilagátt so hvørt. Fruktblikk er tó ikki ein vøra, sum…

Skrúvað verður fyri vatninum

Í samband við arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum á Flatnavegi, í morgin, týsdag 16. desember, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt. Meðan arbeiðið er í gongd, verður eisini óstøðugt vatntrýst frá Niðara Vegi 1 og úteftir.

Kommunulækni til viðtaluna í Vestmanna

Eitt spennandi kommunulæknastarv í Vestmanna er leyst at søkja. Í eini góðari og dagførdari læknamiðstøð, fer nýggi læknin at taka sær av eini 1443 fólkum úr heilsuøki 3, sum samanløgdu Vestmanna-, Eiði- og Vága læknadømir nú eita. Freistin at søkja er sunnudagin 4. januar 2026. Meira fæst at vita um starvið við at trýsta á…

Country tónleikur og jólahýrur

Í kvøld verður jólakonsertin við country konginum og drotningini, Halli Joensen og Kristinu Bærendsen í Silkienni.  Dyrnar lata upp klokkan 19.30 og konsertin byrjar klokkan 20.00. Kom í góðari tíð, fá tær eitt pláss og njót hugnaliga jólahýrin longu áðrenn konsertin byrjar. Til ber at keypa kaku, kaffi og ymiskt drekkandi á staðnum. Vit gleða…

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi seinnapartin í dag og í nátt, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Fleiri busstúrar á Vestmannaleiðini

Strandferðslan hevur dagført ferðaætlanina fyri leið 100 millum Vestmanna og Tórshavn, og leið 300 millum Sørvág/flogvøllin og Tórshavn. Dagføringarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um betri samband við aðrar leiðir, og eru ferðaætlanirnar tillagaðar soleiðis, at tað verður lættari at ferðast til og frá Miðnámi í Vestmanna. Harumframt verður betur samband við flogferðsluna. Hetta hevur í…

Borgarstjórar stuðlaðu hondbóltskvinnunum

Flest føroyingar hava sitið rúnabundnir til sjónvarpsskíggjan seinastu tvær vikurnar og hugt eftir leikum, tá ið kvinnulandsliðið hevur skrivað føroyska ítróttasøgu til HM-endaspælið í hondbólti. Eisini høvdu fleiri føroyingar leitað sær til Týsklands, teirra millum Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Landsliðsleikararnir eru úr júst teimum báðum kommununum…

Útbúnir rørslumennarar

Fýra av námsfrøðingunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna fingu í gjár prógv sum vegleiðari í rørslumenning. Hetta er samstundis fyrstu námsfrøðingar hjá Vestmanna kommunu, ið hava nomið hesa útbúgving. Ein vegleiðari í rørslumenning arbeiðir við at menna kropsliga rørslulagið og sansaførleikarnar hjá børnum. Arbeitt verður m.a. við spæli, venjingum og sansastimuli, ið stuðlar undir grov- og…

Gøtuljós óvirkin inni á Fjørð

Vegna skaða frá grevstri til fipursamband, eru gøtuljósini omanfyri Á handilin og Vestmanna Camping óvirkin. Skaðin verður bøttur, tá ið tað verður turt veður aftur.

Nú lýsir øll viðarlundin

Streymur er nú lagdur niðan í ovala økið í viðarlundini, samstundis sum lendið er gjørt av nýggjum. Í gjár bjóðaði viðarlundanevndin øllum at síggja nýgjørda økið. Fyri nøkrum árum síðan vórðu lyktapelar settir framvið øllum gøtum í viðarlundini, men stóra ovala økið, ið stundum er karmur um tiltøk og sum nógv fólk í Vestmanna annars…

Bedingsboyan aftur á bedingini

Tað munnu vera nógv í Vestmanna, sum hava minnir um bedingsboyuna, og sum børn hava stuttleikað sær á henni. Eftir at hava verið i útlegd aðrastaðni í bygdini í nógv ár, er bedingsboyan nú aftur á bedingini. Bedingsboyan var til at binda í aftara endan á skipum, sum vóru á beding. Hildið verður, at boyan…

Spælhúsið karmur um tiltøk og trivna

Nú kann Spælhúsið brúkast av áhugafeløgum í bygdini og annars bíleggjast til mentanarlig tiltøk v.m.. Á seinasta bygdarráðsfundi var ein reglugerð fyri Spælhúsið samtykt. Reglugerðin sæst við at trýsta her. Spælhúsið er ætlað til ymisk mentanarlig tiltøk í Vestmanna. Harafturat kunnu áhugafelagsskapir í Vestmanna leggja húsið av til sínar fundir og tiltøk. Spælhúsið kann ikki…

Stuðulsumsóknir skulu sendast inn á Vanganum

Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári eina upphædd av á fíggjarætlanini til stuðul av ymsum slag. Størsti parturin av stuðlinum verur latin til trivnaðarátøk av ymsum slag, sum stuðla undir felagslívið í Vestmanna. Tiltøk og átøk, sum gera tað enn stuttligari og betri at búgva í Vestmanna. Í eina tíð hevur verið borið til at…

Jólahugni á Staðnum

Staðið skipar fyri jólahugna fyri tey ungu í desember. Fríggjakvøldið 12. desember, frá klokkan 19:00, verður skipað fyri jólahaldi fyri 7. flokki til 17 ár. Opið er til klokkan 01.00. Týsdagin 16. desember, frá klokkan 15:00 til 18.00, verður jólahald fyri fyri 4. – 6. flokki. Tað verður ymiskt jólaligt á skránni, m.a. pakkaspæl og…

Fundur um kommunalu ferðavinnuætlanina

Í samband við at Vestmanna kommuna skal lata inn kommunala ferðavinnuætlan til landið, verður bjóðað til fundar.  Fundurin er ætlaður øllum heimafólki, festarum og hagastýrum, umframt ferðavinnuaktørum, ið selja túrar ella ætla at fara undir virksemi við túrum í Vestmanna. Á skránni verður kunning um ferðavinnuætlanina og lagt verður upp til prát og viðmerkingar. Fundurin verður…