Bókasavnið stongt týsdagin
Týsdagin 8.mars er bókasavnið stongt vegna sjúku.
Uppskot um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu, Uppskotini eru hesi: ásetingarnar fyri matr. nr. 166 verða broyttar frá miðstaðarøki til sethúsaøki ásetingarnar fyri matr. nr. 258a verða broyttar frá vegøki til miðstaðarøki A2 Kunngerð Galdandi byggisamtykt matr. nr. 166 Broyting í byggisamtyktini matr. nr. 166 Kortskjal galdandi byggisamtykt matr. nr. 258a Kortskjal broytt byggisamtykt…
Vestmanna Kommuna bjóðar hervið til navnakapping. Virðisløn á kr. 3.000 verður latin fyri besta uppskotið. Síðan 2017 hevur Vestmanna Kommuna leiga hølið í niðastu hædd hjá Vestmanna Arbeiðarafelag, Bakkavegur 11. Talan er um hølið – har Bryggjan var fyrr. Endamálið við leiguni er mentanarligt virksemi. Vestmanna Kommuna hevur sett umvælingar av hølunum í verk…
IRF ber gráar og hvítar posar út í viku 12 og 13. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar brúktir. Í tí…
Vegna brek, er óstøðugt vatntrýst í ovari parti av Miðalsbrekku. Arbeitt verður við trupulleikanum.
Vestmenningur kemur til Vestmanna leygardagin tann 19. februar 2022. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip nú kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir. Tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hevur…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 23. februar 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnari hurð: Dagsskrá: Mál 77 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um val av dátuverndarfólki. J.nr. 1002-1-2022 Mál 78 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um skipan av grundstykkinum, har Turkihúsið stóð. J.nr.: 104001-1-2022 Mál 79 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um…
Innskriving av næmingum í 1. flokk í Vestmanna skúla, skúlaárið 2022/2023, verður í døgunum 17. – 19. januar 2022. Innskrivingin verður gjørd talgild í leinkinum herundir. Flokslærari í komandi 1. flokki verður Jakoba Nielsen. Innskrivingin letur aftur mikudagin 19. jan. 2022 kl. 23.59. FAR TIL INNSKRIVING.
Vegna vánalig veðurlíkindi verða húsarhaldsposarnir ikki heintaðir í dag. Hetta ávirkar hesar bygdir: Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur, Gásadalur, Bøur, Vatnsoyrar, Leynar, Skælingur, Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasandur, Hvalvík, Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálabotnur, Undir Gøtueiði, Skipanes, Hósvík og Streymnes. Roknað verður við vánaligum veðurlíkindum í morgin eisini, og tískil verða húsarhaldsposarnir heintaðir seinni í…
Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan…
Blikkamenninir seta blikk upp sum vant og Kommunan fer at skjóta fýrverk kl 23:30. Fýrverkið verður sum vant skotið á keiini við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini. Vanliga skipar Vestmanna Kommuna fyri felags nýggjarshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki. Aftur í ár er felags nýggjarshaldi tó skert vegna koronutilmælini. Hetta merkir, at…
Læknaviðtalan er stongd 27. og 28. desember. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til kommunulæknan í Norðskála á tlf.: 423006. Læknaviðtalan í Vestmanna er opin 29. og 30. desember, men er einans opin til bráðfeingis læknahjálp tá. Læknaviðtalan er opin aftur sum vant 3 januar.
Vegna jólafrí er Kommunuskrivastovan stongd frá mánadegnum 20. desember 2021. Opið verður aftur mánadagin 3. januar 2022 kl. 9.00. Eru átrokandi boð um vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 126. Eru onnur átrokandi boð til kommununa ella boð um jarðarferð, ber til at ringja til telefon: 770 109. Barnaverndartænastan í…
Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desember 2021 Skilagátt er opið soleiðis um jólini: Mánadagin 27. desember kl. 16:00 – 18:00 Týsdagin 28. desember kl. 16:00 – 18:00 Mikudagin 29. desember kl. 16:00 – 18:00 Hósdagin 30. desember kl. 16:00 – 18:00 Nýggjársaftan 31. desember kl. 14:00 – 17:00 Opið er…
Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu. Arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: viðlíkahald, umvælingar v.m. at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini kavagrevstur og salting annað fyrifallandi Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið hevur stóra koyrikortið hevur kranaprógv…
Hervið verður niðurtøka og burturbeining av húsunum og rudding av økinum á Niðara Vegi 33, Vestmanna, boðin út. Húsini skulu takast niður, tilfarið skiljast og beinast burtur eftir treytum frá IRF. Í tilboðið skal bæði niðurtøka og burturbeining roknast. Í tilboðið skal somuleiðis roknast rudding av økinum og skiljing og burturbeining av ruddaðum tilfari…
Nú koronutølini fyri Norðurstreymoy eru vorðin støðug, verður kanningarmiðstøðin í Vestmanna niðurløgd. Seinasta koronukanning í Vestmanna verður fríggjakvøldið 17. desember 2021 kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: Bílegg kanning á korona.fo. Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna vilja hervið takka koronutoyminum fyri teirra góða arbeiði. Kanningar í Vestmanna vóru bert, í meðan smittutrýstið var so høgt…
Fitt barn hevur mong nøvn. Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at starvast 20 tímar um vikuna á dagstovnaøkinum i Vestmanna. Starvið byrjar 10. januar 2022 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14. Arbeiðsuppgávur Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag. Førleikar Viðkomandi…
Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg. Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: • Sjúkrarøktarfrøðingar • Heilsurøktarar • Heilsuhjálparar…
Morið Olsen Gardy gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi hjá Vestmanna Kommunu. Ein hugnaløta var fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði,…
Sambært víðkaðu koronutilmælunum fara fólkaskúlin og frítíðarskúlin heim tann 15. desember 2021. Tó verður neyðansing skipað í frítíðarstovuni. Spurningar í samband við neyðansing kunnu stílast til Morten Hust Petersen á tlf. 770 130. Av tíð at brúkararnir á Staðnum eru skúlabørn, fylgir ungdómshúsið Staðið somu leiðst. Staðið steingir tíðskil frá 16. desember 2021. Frítíðarstovan og…
Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið. Hugsa um hvat kann fara í hvíta, reyða og gráa posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á bingjuplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina…
Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 14. desember 2021. fríggjakvøldið 17. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan. Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn…
Vit vilja hervið heita á sjúklingar, at hava munnbind á tá tey koma til læknaviðtaluna.