Skattalistin 2021
Skattalistin fyri árið 2021 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 7. november til og við 21. november 2022 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Skattalistin fyri árið 2021 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 7. november til og við 21. november 2022 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Í dag byrjar Gabriel Sebastian Apetrei í starvið, sum ungdómsleiðari, hjá Vestmanna kommunu. Gabriel fer beinanvegin til verka og leggur ætlan fyri eina nýggja tíð, fyri ungdómshúsið Staðið. Staðið skal verða ein klekingardepil fyri tey ungu í Vestmanna. Gabriel er uppvaksin í Vestmanna og var sjálvur tannáringur, tá ið Staðið varð stovnsett. “Tá ið…
Fríggjakvøldið, 11. november 2022, verður upp á tá dansur í Vestmanna. Hvar: Silkienni Nær: frá kl. 22:00, til kl. 24:30 Maibritt Ingebrigtsen hevur, saman við øðrum vestmenningum, tikið stig til tiltakið, sum fer at verða hvørt fríggjakvøld. Høvið verður at keypa ein drekkamun. Vestmanna Kommuna stuðlar…
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir 2 sosialráðgevum til Barnaverndartænastuna at byrja 2. januar 2023, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstørv. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv, á einum spennandi arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran…
Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni týsdagin 1. november kl. 15 við Emil Olsen, presti. Vestmanna sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Í samband við boring av holi, til jarðhita, verður Leitisvegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, frá mánamorgni 31. oktober kl. 8.00, til arbeiðið er liðugt
Í dag, fríggjadag 28. oktober 2022, er síðsti møguleiki, at brævatkvøða ella at atkvøða heima. sí nærri kunning her. Kommunuskrivstovan er opin til kl. 15:00.
Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt. Starvsbrøkur eftir nærri avtalu. VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara. Førleikakrøv Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur. Góð samstarvs- og samskiftisevni. Telduførleika á brúkarastøði.…
Borgarar í Vestmanna skipa fyri seyðasýning komandi leygardag. Nærri kunning sæst her:
Í samband við boring av holi til jarðhita verður niðari vegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu frá mánamorgni 24. oktober kl. 8.00, til arbeiðið er liðugt
TIL VELJARAR TIL FÓLKATINGSVALIÐ 31. OKTOBUR 2022 Í VESTMANNA KOMMUNU Atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober, í ítróttarhøllini. Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við fríggjadagin…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 26. oktobur 2022, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 139 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um leiðreglur fyri mentanarstuðul. J.nr.: 1002-3-2022 Mál 140 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um umraðfesting av játtan til asfaltering ymsa staðni í bygdini til 2. viðgerð J.nr.: 50002-1-2022 Mál 141 Tilmæli frá…
Enn eru nøkur pláss eftir á fleiri skeiðum: Vestmanna: Føroyskt fyri úlendingar – Sangkór – Seyming – Handarbeiði – Frálæra í Bridge – Buksir til føroysk klæði – Vestur til føroysk klæði – Glasarbeiði – Matskeið fyri 2 ættarlið – Vikuskiftisskeið í tekning – Føroyskt teknmál – Koyrikort til prutl Kvívík: Maskinbinding – Træsmíð –…
Týsdagin 18. oktober kl. 14 verður ókeypis fimleikaframsýning í ítróttarhøllini í Vestmanna, har øll eru hjartaliga vælkomin. Aftaná framsýningina verður verkstova fyri børn. Meira kann lesast her: Viborg Elitehold vitjar Støkk
Við hesum verður sagt frá, at Pero Sore, er settur sum kommunulæknaavloysari, í Læknaviðtaluni í Vestmanna. Pero fer at starvast í læknaviðtaluni, saman við núverandi sjúkrarøktarfrøðingum, í tíðarskeiðinum: frá 17. oktober, til og við 30. oktober. frá 31. oktober, til og við 6. november frá 2. desember, til og við 11. desember
Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum, at seta skjótast gjørligt. Starvsbrøkur eftir nærri avtalu. VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss, í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara. Førleikakrøv Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur. Góð samstarvs- og samskiftisevni. Telduførleika á brúkarastøði. Koyrikort…
Byrgisvegur 19 og úteftir er stongdur, í samband við boring til jarðhita. Frá mánadegnum 10. oktober 2022 kl 08:00, til arbeiði er liðugt.
Síðan 2015, hevur Vestmanna Kommuna einans bygt við grønum orku loysnum. Skrivstovan hjá Vestmanna Kommunu, læknamiðstøðin og frítíðarstovan koyra við grønari orku. Aðrir bygningar hjá kommununi hava hitapumpur, fyri at minka um co2 útlátið. Nú er eisini fari undir arbeiðið, at leggja um til grøna orku, á Brandstøðini. Í løtuni er arbeiði í…
Hósdagin 6.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl 15.00 Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 22/23. Tilmeldingin…
Vestmanna Kommuna fer í næstum undir átak ímóti útiløgukøttum og fer, í hesum sambandi, at seta fellur upp. Fyrstu fellurnar verða settar upp mánadagin, tann 10. oktober. Fyri at sleppa undan, at tamar kettur/frensar enda í felluni og av misgávum verða avlívaðar, verður heitt á eigararnar, um at seta frámerki á kettuna/frensin, um…
Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar. Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:…
Fyribils upplatingartíðir á Staðnum eru: Hvørt mikukvøld og annaðhvørt hóskvøld / fríggjakvøld.
Vestmanna kommuna leitar í hesum døgum eftir agrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ. Bygdarráðið ynskir at raðfesta tilboðið til børn og ung í bygdini hægri. Umframt karmar til hugnaliga, spennandi og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin, at STAÐIÐ skal verða ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, ímillum børn frá 4. flokki og tey ungu.…