Seyðasýning í Vestmanna

Borgarar í Vestmanna skipa fyri seyðasýning í morgin, leygardagin 21. oktober kl. 11:30 Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum. Nærri kunning sæst her.

Burturbeining av oljufýrsskipan

Neyðugt er at seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður tikin niður. Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir. Les meira um…

Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Vestmanna í kvøld.

Almanna- og Mentamálaráðið skrivar soleiðis: Í kvøld 18. oktober 2023, handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023. Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðarvegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður kl. 19.00.   Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr.…

MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina

MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna, sum seinastu mongu árini hevur ligið stilt.   Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið, og at seta spælhúsið í stand.   MEST upplýsir –  uttan at avdúka í smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða…

Tvey av neystunum við Krambúðina verða nú sett í stand

Vestmanna kommuna hevur tríggjar søguligar træbátar í varðveitslu. Nú verða tey bæði neystini, sum eru nærmast Krambúðini, sett í stand, so onkur av bátunum kann standa væl.   Nótabáturin Fyrr í tíðini var vanligt at kasta nót eftir seiði fram við landi í Vestmanna. Til hetta endamál vóru smáir bátar brúktir, tríbekkir og tristar. Hesin…

Heilsufótbóltur 60+

Eftir heystfrítíðina verður byrjað at spæla heilsufótbólt í Vestmanna. Petra Eystberg er fyriskipari. Heilsufótbóltur er fyri kvinnur og menn 60 ár og eldri, øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd. Vant verður tvær ferð um vikuna í 12 vikur. Møguleiki er fyri at fáa gjørt eina heilsukanning við fyrstu og seinastu venjing.   Byrjað verður…

Tilmelding til kvøldskúlan 2023/2024

Í dag, Hósdag 5. oktober kl. 15:00, letur tilmeldingin upp til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl. 15:00 Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 23/24. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober kl. 12:00.

Kvøldskúlin 2023/2024

Hósdagin 5.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober, kl. 12:00.

Miðstaðarøkið verður asfalterað

Parkeringsøkið á Bakkavegi frá Staðnum út til kaibrekkuna niðanfyri Sýslumanshúsini verður asfalterað í næstum. Sum fyrireiking er arbeiðstakari byrjaður at seta upp vegbrunnar við ristum fram við garðinum niðanfyri økið og at leggja rør til frárenningarnar frá brunnunum. Arbeiðið kemur at ávirka parkeringina. Heitt verður á fólk um at vera ansin og ikki parkera ov…

Fólkaheilsukanningin 2023

Hvussu hevur tú tað? Soleiðis spyr Fólkaheilsustýrið 8.000 tilvildarliga valdar føroyingar, sum nýliga hava fingið innbjóðing á Vangan um at luttaka í fólkaheilsukanning.   Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og lívsstíl. Spurt verður um likamliga og sálarliga heilsu, svøvn, vekt, vanar, óvanar, sjúkur, heilivág og annað.   Málið er at fáa til vega…

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting kunnu dálka illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.   Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:…

Fleiri tænastur á Vanganum hjá Vestmanna kommunu

Nú kanst tú eisini søkja um grundstykki á Vanganum hjá Vestmanna kommunu. Síðan 31. januar 2023, tá borgarar í Vestmanna kommunu kundu ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan, hevur samstarvið við Talgildu Føroya hildi áfram. Arbeitt hevur verið miðvíst við at menna fleiri tænastur á Vanganum og verða væntandi fleiri sjálvgreiðslur við í 2024.…

Gøtuljós óvirkin á Rógvuvegi

Boða verður frá, at í samband við arbeiðið at leggja fiburnet, er ólag á gøtuljósskipanini á Rógvuvegi. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan.   Fiburnet til Vestmanna Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing,…

112 dagur í Gjáarlon og Látipípuni

Fríggjadagurin 22 september var ein heldur ørvísi dagur fyri børnini, sum ganga í Gjáarlon og Látipípuni. Har varð skipað fyri einum 112 degi. Børnini fingu vitjan av Vestmanna sløkki- og bjargingarliði, sjúkrabili og løgregluni.   Børnini og barnsligar sálir vóru ógvuliga spent at sleppa at síggja og sita í hesum akførum og ikki minst at…

112 dagur í Látipípuni

Í dag er 112 dagur í Látipípuni. Tað er foreldraráðið, sum skipar fyri 112 degnum, har børnini á dagstovaøkinum í Vestmanna sleppa at síggja og royna seg innan Vestmanna sløkkilið og bjargingarlið, sjúkrabil og løgreglu.  

Skrá til bygdarráðsfundin 28.09.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 28. septembur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 208 Uppskot til varalim til Barnaverndanevndina í VEKS J.nr.: 22042-1-2020   Mál 209 Eykajáttan til grind – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 210 Umraðfesting av játtan til Talgildu Føroyar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022…

Faktorhúsini í Vestmanna til sølu

Við hesum verða faktorhúsini, sum vóru bygd í samband við kongliga einahandilin, lýst til sølu.   1. Lýsing av ognini Talan er um eini eldri sermerkt hús, sum vórðu bygd í samband við einahandilin. Á ognini er eisini bygt eitt pakkhús og ein hjallur, sum fylgja við í keypinum. Upplýsast skal, at ognin er friðað…

Vestmannadagar 2023 – Takk fyri í ár

Aldrin áður hava so nógv verið savnaðið á Vestmannadøgunum sum í ár. Vit takka fyri góðu móttøkuna og gleða okkum longu til viku 36 í 2024. Sí myndir frá døgunum niðast í skrivinum. Vit síggjast aftur til Vestmannadagar 5. – 8. septembur 2024.   Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu til felags morgunmatin.…

Studio Magnussen á Staðnum

Ungdómshúsið Staðið hevur seinastu tíðina umvælt og nútíðmansgjørt upptøku- og umvarpshølini, ið Pauli Magnussen sjálvur hevur uppbygt og lagað til. Á Vestmannadøgunum 2023 lótu nýggju hølini uppaftur, og nýggja navnið á studiounum varð avdúkað. Sí sjónband frá Staðnum her.     Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, førdi fram røðu. So fer tað at snúgva seg…

Talgilt sanghefti

Um tú trýstir á myndina niðanfyri, kanst tú syngja við Finni Koba við einum talgildum sanghefti. Felagssangurin byrjar klokkan 21:00 á Bakkavegi

Broyting í skránni sunnudag

Broyting er komin í skránna síðan hon varð borin út til hvørt húsarhald í Vestmanna og á Válinum. Gongutúrurin er avlýstir.   11:00 KIRKJAN Skapanarguðstænasta við Steintóru G. Joensen, presti. Magni Christiansen luttekur 14:00 – 17:00 Á HEYGUM Í HANDLINUM HJÁ ELSU OG SIGURD Listaframsýning við Herit Magnussen Ovari vegur 3 17:00 – 19:00 MISSIÓNSHÚSIÐ…