Skilagátt í summar
Skilagátt er opið sum vant í summar: mánadag – fríggjadag kl. 16.00 – 18.00 leygardagar kl. 14.00 – 17.00 Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er stongt.
Skilagátt er opið sum vant í summar: mánadag – fríggjadag kl. 16.00 – 18.00 leygardagar kl. 14.00 – 17.00 Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er stongt.
Vegna summarfrí er Kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 18. juli 2022. Opið verður aftur mánadagin 8. august 2022 kl. 09:00. Eru átrokandi boð um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 109.
Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu Vestmannadøgunum. Í ár vera teir í viku 36, frá mánadegnum 5. september til sunnudagin 11. september. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri og fjølbroyttari tiltøkum, og soleiðis er eisini hesaferð. Nýtt, gott og gamalt Í ár verða nøkur nýggj…
ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Í samband við at veðurforsagnirnar lova nógvan vind komandi døgnið, heita vit á fólk um at tryggja leysar lutir, so sum byggitilfar, trampolinur, havamøblar og líknandi, skrivar løgreglan.
Skilagátt er stongt á Fjarðastevnu tann. 9 juli 2022. Opið er aftur mánadagin 11. juli. Fjarðastevnuskráin sæst her
Frá leygarmorgni 9. juli kl. 10.00 til kappróðurin er liðugur verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá kappróðrarøkinum
Leygardagin 9. juli frá kl. 13.00 til kappróðurin er liðugur, verður Niðari Vegur einsrættaður inneftir. Ferðslan út í bygdina verður víst til Ovara Veg Sí skránna her
Tað er Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF) og VÍF Kappróður, ið standa aftanfyri fjarðastevnuna, sum í vikuskiftinum verður hildin í Vestmanna. Nærri kunning um kappróðurin fæst á Facebook vanganum hjá VÍF Kappróður og á heimasíðuni hjá Róðrarsamband Føroya Leygardagin tann 9. juli 2022 12:00 Disvoy letur upp 12:00 – 18:00 Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur…
Kom við á eina spennandi ferð. Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara. …
Hesi størv eru leys at søkja til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum á Streymoynni Sunda Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: · Heilsurøktarar · Heilsuhjálparar · Lestrarstarv · Avloysara til køkin Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Arbeiðstíð kann vera: · Blandaðar vaktir · Náttarvakt burturav…
Orsakað av, at Pauli T. Petersen, borgarstjóri, er í farloyvi frá 27. juni 2022 og í mesta lagi tveir mánaðir fram, er tað vararborgarstjórin, Bjørg á Rógvi, sum hetta tíðarskeið røkir starvið sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.
Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki. Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um hetta…
Tryst á pílin fyri at hoyra panelorðaskiftið frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Hesi mannaðu panelið: Torfinn Oppheim, leiðari í LVK. Jóhan í Niðristovu, Sp/f Vindrøkt. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni. Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, Vestmanna Kommuna. Hoyr…
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Framtíðar orkupolitikkur og útbyggingar: Skipanin í dag og hvørjar lendisætlanir eru fyri at útbyggja vind-, vatn-, sól- og sjóvarfalsorku. Hoyr alla frammløguna omanfyri. Les meira um Orkutingið her
Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, fysio- og ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Arbeiðsstaður · Er á/út…
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Dávid Reinert Hansen frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Ein lýsing av Pumped Storage. Hvussu langt er SEV komið við ætlanini, og hvussu stórt øki fer ein slík…
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Hákun Djurhuus frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Hvørjar treytir vóru galdandi, tá SEV byrjaði fyrstu útbyggingarnar, og undir hvørjum fyritreytum yvirtók SEV lendini? Hvønn týdning hevur henda ovurhonds stóra orka…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 29. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 94 Tilmæli frá Mentunarnevndini um val av nevndarlimi til Bygdarsavnsnevndina J.nr.: 22042-1-2020 Mál 95 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um stuðul til VÍF Kappróður J.nr.: 2000002-25-2022 Mál 96 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um eykajáttan til WC’ini…
Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Torfinn Opheim frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu, sum er formaður í norska orkufelagnum (LVK), greiddi frá norsku skipanini. Uppgávan hjá felagsskapinum er m.a. at stuðla rættinum um ein varandi part av virðisøkingini, um orka verður vunnin úr kommunalum…
Tryst á pílin fyri at hoyra røðuna hjá Paula T. Petersen, borgarstjóra frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022. Útbyggingar til grøna orku hava leingi verið partur av føroyska kjakinum og politikkinum. Nú verður ein gomul ætlan um at byggja eina pumpuskipan í Heygadali møguliga til veruleika. Vit skulu verða frí av fossilum brennievnum…
Býgdarráðsfundurin, sum upprunaliga er settur at verða mikudagin 22. juni kl. 19.00, er útsettur til mikudagin 29. juni kl. 19.00
Týsdagin 21. juni verður skipað fyri evnisdegi, um hvussu ognartøka av náttúru til grøna orku, kundi verið skipað. Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna Kommunu. Í næstum er ætlanin at fara undir Føroya størstu orkuverkætlan nakrantíð, tá pumpuskipanin á Mýrunum í Vestmanna skal gerast. Hetta er eitt neyðugt stig á…
Er tú samskiftissinnað/ur og hevur tú áhuga fyri talgildum tænastum, so er eitt skrivstovu starv, hálva tíð, leyst at søkja í Vestmanna Kommunu. Nú talgilding veruliga tekur dik á seg, og vit nærkast verksetan av vanganum í kommununi, ynskja vit ein nýggjan starvsfelaga at manna móttøku okkara. Arbeiðið fevnir m.a. um móttøkuna og dagliga…
Uppskot um flyting av minnisvarða er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Í november 2019 sendi kirkjuráðið kommununi fyrispurning um at taka støðu til uppskotið at flyta minnisvarðan. Í 2005 viðgjørdi bygdarráðið líknandi uppskot.…