Hølið eitur nú Silkienni
“Hølið – har Bryggjan var fyrr” eitur nú Silkienni. Tann 4. februar 2022 skrivaði Vestmanna Kommuna út navnakapping til hølið á Bakkavegi 11. Vestmanna Kommuna hevur leigað hølið síðan 2017 og hevur nú sett umvælingar í verk til tess at dagføra tey til miðalstór mentanarlig tiltøk. Í hesum sambandi var eisini bjóðað til navnakapping. …






















