Umskipan av gamla kirkjugarði til almenna hoyring

Uppskot um umskipan av gamla kirkjugarði er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Almennur borgarafundur var hóskvøldið 2. juni 2022, har møguliga ætlanin varð løgd fram og har borgarar sluppu til orðanna. Skjótt verður…

Frá Staðnum – um at deila myndir

Um at deila myndir á netinum. Nú mikukvøldið 8. juni 2022 Kl 20:00 kemur Rannvá at fortelja frá hesum. Um hvussu nakrar myndir frá 2016 brádliga vóru deildar víðari. Staðið skrivar soleiðis: Rannvá Magnadóttir er ein av kvinnunum sum eru endaðar í sokallaðu “Golden Maps”, og var tann fyrsta at traðka fram alment í stríðnum…

Arbeiði á Niðara Vegi

Hósmorgunin 2. juni verður arbeitt á Niðara Vegi uttanfyri Seglhúsið. Eingin koyring verður eftir Niðara Vegi, ímeðan arbeitt verður, tó Bygdaleiðir undantiknar.

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna fer í næstum at halda áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770100 ella 770122. Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.

Borgarafundur í Vestmanna 2. juni 2022

Borgarafundur í Vestmanna 2. juni kl. 20:00 í miðnámsskúlanum Umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða   Umskipan av gamla kirkjugarði Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan,…

Skrá til bygdarráðsfundin 01.06.22

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 1. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 92 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2021. J.nr. 32002-1-2021   Mál 94 Uppskot frá Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini til áheitan frá Kirkjuráðnum um niðurtøku av trøum í gamla kirkjugarði. J.nr.:…

veks bumerki

Røktarstarvsfólk til heimið á Grønanesi

Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingar ·         Heilsurøktarar ·         Heilsuhjálparar ·         Frítíðaravloysarar Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Førleikar / krøv Vit sóknast eftir fólki sum…

Ung í arbeiði 2022

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá hósdegnum 23.…

Nógv á skrá komandi dagarnar – Rørslureikan 2022

Nú er seinasta vika av Rørslureikan 2022 og nógv áhugavert er á skrá. Til dømis gongutúrar, havdypping, plantusøla og gummibátakapprógving. Nakrar broytingar eru eisini, sí skránna herundir. Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður…

Niðari Vegur stongdur

Í samband við vegarbeiði uttanfyri Seglhúsið verður Niðari Vegur verður stongdur fyri ferðslu í morgin árini frá kl. 9.30 til 11.00.

Plantusølan flutt – Rørslureikan 2022

Vegna veður er plantusølan flutt til 22. mai 2022 kl 15:00 – 17:00. Hetta merkir at eingin plantusøla verður fríggjadagin 13. mai 2022 Dagførd skrá sæðst her: Skráin er dagførd tann 12.05.22

Tímaløntur vikarur til dagstovnaøkið

Søkt verður eftir tilkallingarvikari til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast arbeiði við føstum tímatali, men um avloysara, um sjúka ella skeið eru. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu.  …

veks bumerki

Tíðindaskriv – VEKS tillagar egingjøldini

Tíðindaskriv frá VEKS VEKS tillagar egingjøldini Fyri at menna tænastustøði, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar VEKS egingjøld hjá borgarum, ið fáa tænastur frá VEKS. Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar tillagingar, um tænastustøðið skal…

Dagførd skrá til Rørslureikan 2022

Skráin er dagførd tann 4. mai 2022 kl 12:00. Broytingin er at gongutúrarnir sunnudag 8. mai og 22. mai býta um dagfesting.   SUNNUDAGUR 08. mai 20.00- Gongutúrur niðan á Loysingarfjall. Møtið við vindmyllurnar. Hetta er ein lættur túrur, men síðsta strekkið niðaná, kann vera tungt fyri summi. Túrurin er áleið hálvanannan tíma. Ingi Olsen…

Rørslureikan 2022 byrjar í dag

Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum…

Væleydnað Válan í Vestmanna 2022

Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið 23. apríl 2022 pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her

Broyting í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar

Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 30. mars 2022 tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini og ummæli frá Kirkjuráðnum um broyting í reglugerð fyri kirkjugarðarnar. Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum maki sín.   Tað…

Skrá til bygdarráðsfundin 4. mai 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 4. mai 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerar fyri opnari hurð   Mál 85 Tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini viðvíkjandi frítíðaransingini, í samband við fyrispurning frá Vestmanna Skúla um styttan skúladag til fyrsta flokk. J.nr.: 1606002-2-2022   Mál 86 Tilmæli frá Fíggjarnevndini til umsókn frá Bátastevnunevndini um…