Havnargøta stongd 10. mai 2025
Ì samband við arbeiðið at fyrireika Bátastevnuna, verður partur av Havnargøtu stongd frá klokkan 10:00 og so leingi arbeiðið varir. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til Bakkaveg.
Ì samband við arbeiðið at fyrireika Bátastevnuna, verður partur av Havnargøtu stongd frá klokkan 10:00 og so leingi arbeiðið varir. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til Bakkaveg.
Í samband við arbeiði á Fitjum verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring í viku 20 – frá mánamorgun 12. mai, til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Ovara Veg.
Nú ber til at skráseta tín oljutanga á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. 11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Lógarbroytingin inniber, at tú skalt skráseta oljutangan og syrgja fyri at taka hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal, soleiðis at tú sleppur undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding. Útgongutíð er hendan: 1) …
Boris Alishev er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 5. mai til 18. mai 2025, báðir dagar íroknaðir.
Í sambandi við, at kórstevnan 2025 er í Vestmanna um vikuskiftið, verður boðað frá, at roknast kann við øktari ferðslu. Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri kórstevnuni í ár. 17 kór úr øllum landinum luttaka, umframt eitt íslendsk manskór úr Vestmannaeygum. Konsertin við teimum ymsu kórunum og felagskórinum verður í ítróttahøllini leygardagin klokkan 16.00,…
Í dag og næstu dagarnar verður arbeitt á Fitjum, og tað fer at ávirka ferðsluna nakað. Fyrraárið var karnappurin á húsunum á Niðara Vegi 49 tikin burtur, og nú verður garðurin, sum hoyrir til húsið, tikin burtur. Hetta fer at skapa betur sýni og eina tryggari farleið. Tá verandi garður er tikin niður, verður grótgarður…
Pero Sore er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 1. mai til 2. mai 2025, báðir dagar íroknaðir.
Aftur í ár skipar barna- og ungdómsøkið hjá VEKS fyri tiltakinum “Náttin er ung” saman við SSP. Tiltakið er fyri 7. og 8. floksnæmingar í Vestmanna-, Eiðis- Kvívíkar og Sunda kommunu. “Náttin er ung” verður i ár í Skúlanum við Streymin og verður fríggjakvøldið 9. mai. Tað verður ókeypis pitsa, drekka og gott undirhald og…
Vestmanna kommuna søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Vestmanna kvøldskúla at byrja 1. juni 2025 ella skjótast til ber eftir hetta. Um starvið Arbeiðið sum leiðari í Vestmanna kvøldskúla inniber at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna-…
Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin kl. 16. Hetta er ellinta ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up…
Flaggdagsrøðan hjá Hans Jacob Kollslíð til flaggdagshaldið í Vestmanna: Vælkomin til flaggsdagshald í Vestmanna og góðan flaggdag, øll somul. Tá ið eg fyri nøkrum mánaðum síðani varð spurdur, um eg vildi halda flaggdagsrøðuna í Vestmanna í ár, takkaði eg fyri álitið, men hugsaði beinanvegin við mær sjálvum, at frægast var nokk at bíða eitt sindur…
Fríggjadagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á Reyða torgi í Vestmanna. Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, kappróðrabátar verða flotaðir og bjóðað verður kaffi og vafflur. Skráin byrjar klokkan 15.15 við skrúðgongu frá høllini til Reyða torg, sum VíF skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við. Klokkan 15.30…
Sangir sum Kalli Katt, Súrligar Nætur og Villar Víddir verða at hoyra, tá væl umtókta tónleikatiltakið Válan verður í Vestmanna leygarkvøldið 26. apríl. Kári P. við bólki er nevniliga eitt av góðu nøvnunum, sum fer at framføra til Válanina í ár. Umframt hansara eldru sangskattir, fer Guðrið Hansdóttir at ríka okkum oyruni við sínari vøkru…
Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólki til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 3,5 tímar um dagin millum kl. 17:00 – 21:00. Arbeiðsuppgávur: Starvið inniber alla dagliga reingerð av pørtum av dagstovninum. Nærri kunning um dagliga virksemi í Gjáarlon fæst her: Barnaansing Persónligir eginleikar: Álítandi og ábyrgdarfull/ur Samstarvssinnað/ur og jalig/ur Røkin og arbeiðsom/samur Fleksibul og…
Bygdarráðsfundur verður mikudagin 23. apríl 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 24 Skráseting av oljutangum til 2. viðgerð J.nr.: 1303002-4-2022 Mál 25 Eykajáttan til ljósketu og ymiskt prýði til bygdina til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2024 Mál 26 Eykajáttan til arbeiðir sum ikki blivu liðug í 2024…
Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 14. apríl. Opið verður aftur týsdagin 22. apríl kl. 9.00. Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, so sum boð um jarðarferð, trupulleikar við vatnveitingini og líkandi, kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200. Hetta tíðarskeiðið hevur Skilagátt stongt almennar frídagar,…
Í komandi viku (viku 16) byrjar reinsitænastan hjá IRF at tøma rottangar í Vestmanna. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki teirra, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. Tað merkir, at flyta ein urtapott ella tílíkt, sum oftani stendur…
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið boðar frá, at brandvenjing verður í Vestmanna skúla í kvøld tann 9. apríl 2025 frá kl. 19:00. Væntast kann at síggja royk og útrykning, hóast eingin vandi er á ferð.
Eftir páskir verður eitt royndartilboð sett í verk til børn í 4. og 5. flokki í ungdómshúsinum Staðnum. Trivnaðarnevndin hevur í longri tíð viljað havt eitt tilboð til júst hendan aldursbólkin, og tað hevur nú eydnast at fingið góð starvsfólk at stápla eitt spennandi tilboð saman. Endamálið er at skapa eitt gott og mennandi frítíðartilboð…
VEKS hevur nú fingið nýggj høli. Fyrisitingin hjá eldrasamstarvinum, sum øll árini hevur hildið til á loftinum í kommunuskrivstovuni, er nú flutt í gomlu sýslumanshúsini. Samstarvssáttmálin millum Eiðis-, Sunda-, Kvívikar-, og Vestmanna kommunu, staðsetur fyrisitingina hjá eldrasamstarvinum hjá VEKS at vera í Vestmanna. Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20, í reyðu, stásiligu sýslumanshúsunum, ið kommunan…
Komið og gerið páskaprýði! Í dag, týsdag 8. apríl og hósdagin 10. apríl er páskahugni á bókasavninum. Kreativi vognurin stendur frammi og tú kanst gera vakurt páskaprýði. Opið er frá kl. 16:00 til kl. 18:00 báðar dagar Øll eru hjartaliga vælkomin!
Grundin hjá kongaliga einahandlinum í Vestmanna er komin undan aftur. Hon hevur annars verið undir mold í fleiri áratíggju. Vestmanna kommuna er farin undir at grava bakkan burtur niðan fyri faktorhúsið og pakkhúsið á Fitjum. Har, sum grasbakkin er í dag, stóð kongaligi einahandilin, og gamlar myndir vísa slætta vakra hellu, laðaðan garð fram við…
Vestmanna hevur altíð verið ein vøgga fyri grøna nýskapan – eitt stað har hugflog, íverksetan og náttúra hava gingið hond í hond. Seinastu trý árini hevur svenska fyritøkan, Minesto, sum hevur staðsett sítt føroyska virksemi í Vestmanna, roynt seg við sjóvarfalsorku í sundinum við sonevndum sjóvarfalsdrekum. Nú er Minesto farið undir nýggju verkætlanina, The Faroe…
Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur mikudagin 2. apríl frá kl. 09:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.