Válan: atgongumerkjasølan er byrjað

Leygarkvøldið 25. apríl er aftur klárt at fara og Vála í Vestmanna. Tað vera fimm pallar við framúr góðum tónleiki á Bakkavegi.   Pallarnir vera í kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Á skránni er alt frá andalingum til vertsligan tónleik. Bólkarnir og einstaklingarnir, sum fara at forkela okkum oyruni hetta…

Samstarvsavtala um sólorkuskipan

Vestmanna kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna LM um veiting og uppsetan av sólorkuskipan til Vestmanna skúla. Í samband við umvælingina av Vestmanna skúla, valdi bygdarráðið eisini at orkuskipanin skuldi skiftast til eina skipan, sum hevði eina varandi orkukeldu. Valið fall á sólorku. Herfyri sendi kommunan orkuskipanina í útboð. Fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata…

Páskir: Broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum

Í sambandi við páskahøgtíðina, tvs. á páskum og eftir páskir, eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Soleiðis verða húsarhaldsposarnir heintaðir komandi tvær vikurnar:   Húsarhaldsposarnir í Vestmanna verða heintaðir týsdagin 7. apríl. Týsdag 7. apríl: Stykkið, Kvívík, Válur, Vestmanna, Leynar, Skælingur Gásadalur, Bøur, Sørvágur, Vatnsoyrar, Sandavágur, Miðvágur Hósvík, Saksun, Hvalvík, Streymnes, Langasandur, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv…

Staðið um páskirnar

Hesa vikuna hevur Staðið opið mikukvøld, har Jákup Sofusson skipar fyri Quiz-kvøldi. Staðið hevur annars stongt um páskirnar og opið er sum vant aftur mikudagin 8. apríl. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir páskirnar við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Vit ynskja tykkum øllum einar góðar og gleðiligar páskir.

Starvsdagar hátíðarhildnir

Seks starvsdagar vórðu hildnir fríggjadagin fyri reingerðarfólki í kommununi.  Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 35, 30, 20 og 15 ár. Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir. Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi, Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini handaði gávur og síðan sang Magni…

Kommunuskrivstovan um páskirnar

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 30. mars. Opið verður aftur týsdagin 7. apríl kl. 9.00. Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, so sum boð um jarðarferð, trupulleikar við vatnveitingini og líkandi, kanst tú ringja á tlf. 770 109.

Tónleikur í myrkri

Ró. Myrkur. Tónleikur. Orð. Jarðartímin, “Earth Hour”, verður hildin um allan heim leygarkvøldið 28. mars, eisini í Vestmanna. Vestmanna kommuna saman við kirkjuráðnum bjóðar til eina heilt serliga og sansaliga løtu í Vestmanna kirkju. Í bølamyrkri fara vakrir klavertónar at fylla rúmið, tá dugnaligi klaversnillingurin Josh Cana fer at framføra. Orðini fáa eisini rúm, tá…

Starvsfólk í kommununi: Katrina Müller

Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í Vestmanna kommunu. Hesaferð varpa vit ljós á reingerðararbeiðið. Vestmanna kommuna eigur nógvar bygningar, og reingerðarfólk eru knýtt at teimum øllum. Eitt teirra er Katrina Müller. Allir næmingar og starvsfólk í skúlanum kenna Katrinu. Hon er altíð blíð, prátar við bæði stór og…

Skrá til bygdarráðsfundin 25. mars

Bygdarráðsfundur verður á kommunuskrivstovuni mikudagin 25. mars 2026 kl. 17. Almenn mál á skrá: 95 – Broyting í bygdarskipanini: Tilmæli um at broyta ásetingarnar á matr. 260v

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Royndarætlan við battarískipan í Vestmanna

Ein royndarverkætlan við framkomnari battarískipan fer í gongd í næstum í Vestmanna. Royndarverkætlanin skal vísa, um sjóvarfalsorka saman við framkomnari battarítøkni kann avloysa elframleiðslu við olju og slóða fyri framtíðarútbygging á útoyggj, bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er svenska fyritøkan Minesto, ið hevur sítt føroyska høvuðssæti í Vestmanna, sum er farin undir hesa nýggju…

Bindiskeið við Sáru Mrdalo í Miðhøllini

Hóskvøldið 19. mars kl. 19 er bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia. Skeiðið er í Miðhøllini Vit fara at binda ymisk struktur- og holumynstur.   At hava við : ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks eitthvørt at skriva við   Ein kaffimuður verður at fáa í steðginum. Øll…

VEKS á Vanganum

Søk um tænastur frá VEKS á Vanganum – trygt og einfalt Nú kunnu borgarar hjá VEKS søkja um tænastur á Vanganum – og tørvar tær hjálp kunnu avvarðandi søkja fyri teg.   Við nýggja møguleikanum kunnu eldri fólk í Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu senda umsóknir um tænastur og veitingar, sum t.d. endurvenjing og mattænastu á…

Starvsfólk til Kongskjallaran í Vestmanna

Kom við á eina spennandi ferð. Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.   Søkt…

Tímaløntir avloysarar til ítróttardagstovnaøkið í Vestmanna

Kom við umborð – verð partur av einum aktivum toymi á Føroyar einasta ítróttardagstovni. Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til ítróttardagstovnaøkið. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um…

Valevnislistarnir til Fólkatingsvalið klárir

Sambært grein 31 í lóg um val til fólkatingið verður boðað frá, at valevnislistarnir til fólkatingsvalið 24. mars 2026 er lidnir. Tað eru fimm listar og 52 valevnir, 17 kvinnur og 35 menn, sum bjóða seg fram hesaferð. Listarnir síggja út sum fylgjandi: Listi A. Fólkaflokkurin Astrið Breckmann, lærari, Tórshavn Árni Skaale, løgtingsmaður, Klaksvík Bárður…

Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er leygardagin

Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er leygardagin 21. mars og IKKI mánadagin 23. mars sum fyrr kunngjørt. Tí mugu øll, sum ætla sær at brævatkvøða til fólkatingsvalið, hava avgreitt tað á kommunuskrivstovuni í seinasta lagi fríggjadagin 20. mars kl. 15. Freistin at brævatkvøða til løgtingsvalið er óbroytt. Har kann brævatkvøðast til og við mikudagin 25. mars kl. 15.

Kommunulæknaavloysari í læknaviðtaluni

Ein nýggjur kommunulæknaavloysari starvast í læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadagin 17. apríl. Tað er Jacoba Hansen, ið røkir viðtaluna hesar vikurnar. Sum kommunan áður hevur kunnað um, er Gunnhild Helmsdal, ið hevur verið kommunulækni í Vestmanna seinastu átta árini, tíverri givin í starvinum. Til Heilsutrygd hevur funnið ein annan…

Landsliðið í Vestmanna

A-landsliðið við monnum í hondbólti venur saman í næstu viku, í fyrireikingunum til komandi HM play-off dystirnar. Venjingar eru eisini lagdar í Vestmanna, umframt ein innanhýsis venjingardystur, sum verður týskvøldið 17. mars. Øll, stór sum smá, eru vælkomin í høllina at hyggja. Aftaná fara landsliðsleikararnir at skriva autografar og heilsa upp á børnini í Vestmanna.…

Akfør uttan nummarspjaldur

Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna kommuna heitir á eigararnar, um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagið leygardagin 28. mars 2026, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.

Sosialráðgevar til Barnaverndartænastuna

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir tveimum sosialráðgevum. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv at byrja 1. mai  2026 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Søkt verður eisini eftir fólki til eitt farloyvisstarv at byrja 1. mai  2026 ella skjótast gjørligt eftir hetta og fram til 1. august 2027.   Um Barnaverndartænastuna: Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um…

Útsett freist at lata tilboð inn til bústaðarverkætlanina

Av tí at fyrispurningar eru komnir inn um tíðarfreistina at lata inn tilboð inn til bústaðarverkætlanina, er avgerð tikin um at útseta tíðarfreistina at lata tilboð inn til eftir páskir. Nýggja freistin er mikudagin 8. apríl kl. 12. Talan er um eitt øki, sum er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið…

Leikur um sjóvanlukku

Nógv rósti sjónleikurin, UPPHAV, verður sýndur í Vestmanna mikukvøldið 15. apríl. UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hestoynna 1. apríl í 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr oynni sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini.  UPPHAV  er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá…

Skjøl frá fyrsta bygdarráðsfundi

Nógv spennandi er komið undan kavi, nú Vestmanna kommuna er farin undir at talgilda sítt stóra skjalasavn og fyrireika seg at lata tað til Tjóðskjalasavnið. Millum skjølini er komið fram á gerðabókina frá fyrsta bygdarráðsfundinum í søgu Vestmanna kommunu. Á fyrsta bygdarráðsfundi byrjar gerðabókin við, at hóskvøldið 27. oktober í 1892 klokkan hálvgum átta “åbnedes…