Umlegging av el-veitingini á nýggjukai
Vegna umlegging av el-veitingini á nýggjukai, verður myrkt á kaini um kvøldarnar og næturnar frá í dag fram til og við viku 9.
Vegna umlegging av el-veitingini á nýggjukai, verður myrkt á kaini um kvøldarnar og næturnar frá í dag fram til og við viku 9.
Skrúvað verður fyri vatninum til ovara partin av Heygagøtu og part av Útibø týsdagin 18. februar frá kl. 10 til arbeiðið er liðugt
Nú verður maskinhøllin bygd út. Í mong ár hevur maskinhøllin verið ov lítil til at hýsa allari útgerð og maskinum hjá Vestmanna kommunu. Tí hava aðrir bygningar eisini verið nýttir og bilar og stór akfør hava verið noydd at staði úti. Hetta verður nú broytt, tí nú skal alt undir tak og undir sama tak.…
Týskvøldið 25. februar kl. 19 kemur Sára Mrdalo at hava bindiskeið á bókasavninum. Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% frá Navia handlunum. Ein kaffimuður verður eisini at fáa. At hava við : ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks…
Vestmanna kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu. Á kommunuskrivstovuni starvast seks fólk. Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í…
Í ár eru tjúgu ár liðin, síðan fyrstu børnini byrjaðu í Gjáarlon. Tað var tann 5. januar í 2005, at dagstovnurin lat upp. Børn og starvsfólk hava hátíðarhildið tey tjúgu árini við kaku, bollum og kakao. Nógv er broytt hesi árini, men framvegis er nógv við tað sama. Átta av starvsfólkunum eru tey somu sum…
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja…
Kom við umborð verð partur av einum virknum toymi á føroya einasta ítróttadagstovni Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað kemur fyri. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein…
Nú hevur stýrið fyri heimatænastuna í VEKS skipað seg. Sára Jógvansdóttir er forkvinna, og Hans Jóhann Sørensen er næstformaður. Tey vóru bæði limir í undanfarna stýri, og eru nú borgarstjórar í ávikavist Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu. – Nógvar broytingar eru framdar á økinum seinastu tvey árini, og haldast skal fram við kósini, sum er…
Nú skúlin er stongdur vegna skeiðsvirksemi og skúlabørn hava frí, er ítróttahøllin opin til frítt spæl frá middegi og fram til kl. 15.00, tá hondbóltvenjing er á skránni. Skúli, Miðnám, frítíðarskúli og dagstovnar brúka vanliga høllina gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi hjá VÍF, tað vil siga venjingar og kappingar til kl. 22.00 og…
Birgit Sørensen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 27. januar til 31. januar 2025, báðir dagar íroknaðir.
Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna kommuna heitir á eigararnar, um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagið leygardagin 8. februar 2025, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.
Næstu dagarnar fer Hiddenfjord at arbeiða upp á aliringar út fyri kappróðrarneystinum. Nógv hava varnast, at tveir stórir aliringar liggja á vágni í morgun. Hetta eru aliringar, sum verða umvældir og ringarnir hava hvørki net ella laks í. Tá ið arbeiðið er liðugt, verða ringarnir fluttir út á opnan sjógv til aling undir vágalandinum. Eru…
Guðrun Zachariasen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðunum: 21. januar til 23. januar 2025, báðir dagar íroknaðir
Hósdagin 23. januar kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár. Skrá: 20.00 Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS 20.05 VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri 20.15 Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir. 20.30 Felagssangur. 20.45 Magni Mohr, professari. Framløga um…
Eyka bygdarráðsfundur verður mikudagin 22. januar 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 4 Val av limum og umboðum J.nr.: 22042-2-2024 Mál 5 Heimild at undirskriva skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. J.nr.: 15152-1-2025 Mál 6 Stýrisskipan fyri Vestmanna Bygdarráð J.nr.: 1002-1-2025 …
Bygdarráðsnevndirnar hava á fundum í vikuni skipað seg soleiðis: Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, er forkvinna í fíggjarnevndini Hinir limirnir eru: Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen. Símin Jákup Højsted er formaður í teknisku nevnd Hinir limirnir eru: Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen. Anja Haldansen er forkvinna í mentanarnevndini Hinir limirnir eru:…
Nú blot er komið í kavan, fyllast áirnar. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.
Roknast kann við, at ovasti partur av bygdini fer at missa vatnið aftur í kvøld. Goymslurnar við vatni eru minkaðar nógv seinastu dagarnar, nú kavi hevur ligið. Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar, og tí megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn…
Enn einaferð verður heitt á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av frostinum. Helst lata borgarar vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan at vatnið frystur í rørunum. Hetta hevur við sær at brunnarnir tømast. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í…
Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Góðu foreldur og avvarandi. Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Havið dóps- ella navnabræv við. Vinaliga útfyllið innskrivingarskjalið í leinkinum niðanfyri, áðrenn tit møta – tó seinast mánadagin 20. januar. Innskrivingarskjal Leiðslan, Vestmanna Skúli
Birgit Sørensen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðunum: 13. januar til 19. januar 2025, báðir dagar íroknaðir 27. januar til 2. februar 2025, báðir dagar íroknaðir
Vegna arbeiði á vatnverkinum verður skrúvað fyri vatninum í dag. Hetta er galdandi fríggjadag 10. januar 2025, frá klokkan 10:30 til arbeiðið er liðugt. Les eisini
Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum…