Arbeiði á Niðara Vegi
Hósmorgunin 2. juni verður arbeitt á Niðara Vegi uttanfyri Seglhúsið. Eingin koyring verður eftir Niðara Vegi, ímeðan arbeitt verður, tó Bygdaleiðir undantiknar.
Hósmorgunin 2. juni verður arbeitt á Niðara Vegi uttanfyri Seglhúsið. Eingin koyring verður eftir Niðara Vegi, ímeðan arbeitt verður, tó Bygdaleiðir undantiknar.
Vestmanna Kommuna fer í næstum at halda áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770100 ella 770122. Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.
Kommunuskrivstovan í Vestmanna er stongd týsdagin tann 31. mai 2022 frá klokkan 12:00 til 15:00, vegna skeiðsvirksemi.
Borgarafundur í Vestmanna 2. juni kl. 20:00 í miðnámsskúlanum Umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða Umskipan av gamla kirkjugarði Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan,…
Leygardagin 28. mai frá kl. 12 til midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir og Ovari Vegur einsrættaður inneftir.
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 1. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 92 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2021. J.nr. 32002-1-2021 Mál 94 Uppskot frá Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini til áheitan frá Kirkjuráðnum um niðurtøku av trøum í gamla kirkjugarði. J.nr.:…
Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: · Sjúkrarøktarfrøðingar · Heilsurøktarar · Heilsuhjálparar · Frítíðaravloysarar Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Førleikar / krøv Vit sóknast eftir fólki sum…
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá hósdegnum 23.…
Nú er seinasta vika av Rørslureikan 2022 og nógv áhugavert er á skrá. Til dømis gongutúrar, havdypping, plantusøla og gummibátakapprógving. Nakrar broytingar eru eisini, sí skránna herundir. Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður…
Í samband við vegarbeiði uttanfyri Seglhúsið verður Niðari Vegur verður stongdur fyri ferðslu í morgin árini frá kl. 9.30 til 11.00.
Skrúvað verður fyri vatninum á Bakkavegi frá ytstu kaibrekkuni og úteftir týsmorgunin 17. mai frá kl. 8 og so leingi arbeiðið varðir.
Avlýsing sunnudagin 15. mai 2022 kl 15:00 Gongutúrur eftir bygdagøtuni úr Vestmanna til Leynavatn er avlýstur vegna veður. Rørslureikan 2022.
Vegna veður er plantusølan flutt til 22. mai 2022 kl 15:00 – 17:00. Hetta merkir at eingin plantusøla verður fríggjadagin 13. mai 2022 Dagførd skrá sæðst her: Skráin er dagførd tann 12.05.22
Søkt verður eftir tilkallingarvikari til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast arbeiði við føstum tímatali, men um avloysara, um sjúka ella skeið eru. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu. …
Vegna umvælingar, er Staðið stongt frá mikudegnum 11. mai til og við hósdagin 19. mai 2022. Ungdómshúsið Staðið
Avlýsing sunnudagin 8. mai 2022 kl 20:00 Gongutúrurin niðan á Loysingarfjall er avlýstur vegna veður. Rørslureikan 2022.
Tíðindaskriv frá VEKS VEKS tillagar egingjøldini Fyri at menna tænastustøði, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar VEKS egingjøld hjá borgarum, ið fáa tænastur frá VEKS. Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar tillagingar, um tænastustøðið skal…
Skráin er dagførd tann 4. mai 2022 kl 12:00. Broytingin er at gongutúrarnir sunnudag 8. mai og 22. mai býta um dagfesting. SUNNUDAGUR 08. mai 20.00- Gongutúrur niðan á Loysingarfjall. Møtið við vindmyllurnar. Hetta er ein lættur túrur, men síðsta strekkið niðaná, kann vera tungt fyri summi. Túrurin er áleið hálvanannan tíma. Ingi Olsen…
Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum…
Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið 23. apríl 2022 pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her
Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 30. mars 2022 tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini og ummæli frá Kirkjuráðnum um broyting í reglugerð fyri kirkjugarðarnar. Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum maki sín. Tað…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 4. mai 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerar fyri opnari hurð Mál 85 Tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini viðvíkjandi frítíðaransingini, í samband við fyrispurning frá Vestmanna Skúla um styttan skúladag til fyrsta flokk. J.nr.: 1606002-2-2022 Mál 86 Tilmæli frá Fíggjarnevndini til umsókn frá Bátastevnunevndini um…
Vestmanna Kommuna bjóðar hervið lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Tá søkt verður um brúksrætt til lendi, skal hetta gerast skrivliga við frágreiðing um, hvat ætlanin er at velta ella gróðurseta á lendinum. Áhugað skulu skrivliga søkja um brúksrætt antin við vanligum brævi ella við telduposti á vest-manna@vestmanna.fo. Reglugerð fyri…
Hevur tú hjarta fyri okkara eldru? VEKS søkir eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólki og frítíðaravloysarum. Vilt tú verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Vestmanna, Eiðis, Kvivíkar- og Sunda kommunu? Søkt verður eftir fólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum, náttarvaktum og í vikuskiftum. Sí nærri kunning og send umsókn á…