Broytingar í byggisamtyktini – almenn framløga

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at gera hesar broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu: víðkan av sethúsaøki á matr. nr. 189b Matr. nr. 189b – galdandi…

Fipur til heimið

Fipur til heimið boðar frá, at brek er á elkaðalinum áleið frá Gerðisvegi 60 og út eftir. Arbeitt verður við at rætta brekið.

Skrá til bygdarráðsfundin 14.12.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 14. desembur 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 243 Eykajáttan til umsókn um loftslyftir til Grønanes til 2. viðgerð J.nr.: 8301042-1-2023   Mál 244 Endurskoðað fíggjarætlan fyri 2023 til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 245 Áseting av almennu fundardøgunum fyri fyrra…

Fipur til heimið

Fipur til heimið boðar frá, at meðan arbeiðið við at leggja fipur til heimið í Vestmanna er í gongd, kemur tað fyri, at teir fresa vatn- og gøtuljós leiðingar av. Sum fólk helst hava varnast, eru nøkur brek (vatn og gøtuljós) sum teir arbeiða við at fáa í rætt lag í dag. Fipur til heimið…

Fíggjarætlanin fyri 2024

Vestmanna bygdarráð samtykti við aðru viðgerð á fundi 23. novembur 2023  fíggjarætlanina fyri 2024. Skattaprosentið er kvinkað eitt vet niður frá 21,25% til 21,15%,  og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5.000 upp í kr. 5.500. Foreldragjaldið fyri dagstovnatilboðið – har foreldrini bert rinda fyri eitt barn – er óbroytt, somuleiðis millummálaskipanin við egnari køkshjálp á Dagstovnaøkinum.…

Posarnir í Vestmanna verða heintaðir mikudagin 6. desember – IRF

Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válunum, í Kvívík og á Stykkinum verða eftir ætlan heintaðir í morgin, mikudagin 6. desember (og ikki í dag, týsdag, sum áður er lýst). Vit vóna, at tolsemi verður víst arbeiðsfólki okkara hesa ársins tíð, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru ikki so góðar.

Roknskaparleiðari til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna søkir eftir roknskaparleiðara at byrja 1. mars 2024.   Talan er um eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv, har tú sum roknskaparleiðari kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnar í kommununi og politiska myndugleikan.   Arbeiðsuppgávurnar eru m.a., at: gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiðið og fyrifallandi skrivstovuuppgávur gera tilfar…

Fíggjarætlan fyri 2024 samtykt við skattalætta og hægri barnafrádrátti

Onnur viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð á bygdarráðsfundi í gjár. Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum hóskvøldið 23. novembur 2023. Skattaprosentið fyri 2024 lækkar frá 21,25 til 21,15, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5000 til kr. 5.500. Stovnsgjaldið, har foreldrini bert rinda fyri eitt barn, er óbroytt. Øll fíggjarætlanin verður løgd út fyrst í desembur…

Vatnleiðingsbrot

Vatnleiðingsbrot er á veitingini omanfyri kirkjuna, og tí hevur meginparturin mitt í bygdini mist vatnið. Arbeitt verður við at umvæla brekið.

Fipur til heimið

Fipur til heimið boðar í morgun frá, at avbjóðingar hava verið at fingið fatur á asfalti, men nú verður farið undir at asfaltera skurðirnar í vegnum. Fipur til heimið biður fólk um at halda teimum til góðar at hetta dróg út.

Jól í Vestmanna 

Fram til Jóla eru fleiri tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til.   Ley. 18. nov. kl. 16.00 – 19.00  Jólamyndir í Vestmanna  Jólamyndatøka í Vestmanna. Bílegg pláss á ditte@veingir.com ella skriva beinleiðis til Jólamyndir í Vestmanna  Sun. 19. nov. kl. 14.00 Jólafest fyri børn í Missiónshúsinum Jólafest fyri børn verður í Missiónshúsinum.…

Nýstovnað felag ætlar at gera ein mentanardepil í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð samtykti einmælt á fundi tann 15. novembur 2023 at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhard Mikkelsen. Freistin at senda inn uppskot var tann 3. novembur í ár. Nevnda felag sendi inn útgreinað uppskot. Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein,…

Skrá til bygdarráðsfundin 23.11.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 23. novembur 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 231 Stuðulspolitikkur fyri Vestmanna kommunu J.nr.: 1002-3-2022   Mál 232 Reglugerð fyri flogfenaðhald J.nr.: 900002-1-2023   Mál 233 Val av umboð í Tilbúgvingarnevndina J.nr.: 22042-1-2020   Mál 234 Umsókn um marknaumskipan ímillum matr. nr.…

Løggilding veitt til vatnveitingina

Vatnverkið í Vestmanna veitir vatn til á leið 1250 fólk. Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis…

Jólatræið verður tendrað

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 24. november kl. 17:00   Laila Haldansen, forkvinnan í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Steintóra Gleðisheygg Joensen heldur røðu. Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakórið framføra nøkur jólaløg.   Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.   Tá ið haldið á…

30 km/t á parti av Fjalsvegi

Vestmanna kommuna skal hervið boða frá, at ferðavmarkingar uppá 30 km/t er sett á Fjalsvegi frá Ovara Vegi út um tey ytstu húsini. Ferðavmarkingin er víst við skeltum.

Eitt knasandi gott kvøld á Staðnum saman við 6. flokki

Mikukvøldið tann 8. november 2023 varð ein týðandi varði reistur í Ungdómshúsinum, tá bygdarráðið, leiðslan og starvsfólkini, fyri fyrstu ferð í søgu Staðsins, bjóðaðu næmingunum úr 6. flokki at gerast ein partur av Mentan sum klekingaramboð ætlanini.   Hetta tiltakið markeraði byrjanina á royndartíðarskeiðinum fram til ársskiftið, har vit leypandi fara at meta um, hvussu…

veks bumerki

Endurlýsing: Stjóri til VEKS

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.   Vit ímynda okkum at…