ORKUTING: Sigurð í Jákupsstovu – Framtíðar orkupolitikkur og útbyggingar

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.     Framtíðar orkupolitikkur og útbyggingar: Skipanin í dag og hvørjar lendisætlanir eru fyri at útbyggja vind-, vatn-, sól- og sjóvarfalsorku. Hoyr alla frammløguna omanfyri.   Les meira um Orkutingið her

veks bumerki

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, fysio- og ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Arbeiðsstaður ·         Er á/út…

ORKUTING: Dávid Reinert Hansen – frágreiðing um pumpu-verkætlan

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Dávid Reinert Hansen frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Ein lýsing av Pumped Storage. Hvussu langt er SEV komið við ætlanini, og hvussu stórt øki fer ein slík…

ORKUTING: Hákun Djurhuus, stjóri í SEV – hvussu nógv vatnorka er heystað úr Vestmanna?

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Hákun Djurhuus frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Hákun Djurhuus, stjóri í SEV svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Hvørjar treytir vóru galdandi, tá SEV byrjaði fyrstu útbyggingarnar, og undir hvørjum fyritreytum yvirtók SEV lendini? Hvønn týdning hevur henda ovurhonds stóra orka…

Skrá til bygdarráðsfundin 29. juni 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 29. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 94 Tilmæli frá Mentunarnevndini um val av nevndarlimi til Bygdarsavnsnevndina J.nr.: 22042-1-2020   Mál 95 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um stuðul til VÍF Kappróður J.nr.: 2000002-25-2022   Mál 96 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um eykajáttan til WC’ini…

ORKUTING: Torfinn Opheim – kommunur í Noregi fáa fíggjarligt endurgjald

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Torfinn Opheim frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.     Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu, sum er formaður í norska orkufelagnum (LVK), greiddi frá norsku skipanini. Uppgávan hjá felagsskapinum er m.a. at stuðla rættinum um ein varandi part av virðisøkingini, um orka verður vunnin úr kommunalum…

ORKUTING: Pauli T. Petersen, borgarstjóri – hvat fær borgarin afturfyri?

Tryst á pílin fyri at hoyra røðuna hjá Paula T. Petersen, borgarstjóra frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Útbyggingar til grøna orku hava leingi verið partur av føroyska kjakinum og politikkinum. Nú verður ein gomul ætlan um at byggja eina pumpuskipan í Heygadali møguliga til veruleika. Vit skulu verða frí av fossilum brennievnum…

Fíggjarligt endurgjald til kommunur fyri jarðarlendi til grøna orku

Týsdagin 21. juni verður skipað fyri evnisdegi, um hvussu ognartøka av náttúru til grøna orku, kundi verið skipað. Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna Kommunu. Í næstum er ætlanin at fara undir Føroya størstu orkuverkætlan nakrantíð, tá pumpuskipanin á Mýrunum í Vestmanna skal gerast. Hetta er eitt neyðugt stig á…

Starvsfólk til móttøkuna við áhuga fyri samskifti og talgilding

Er tú samskiftissinnað/ur og hevur tú áhuga fyri talgildum tænastum, so er eitt skrivstovu starv, hálva tíð, leyst at søkja í Vestmanna Kommunu.   Nú talgilding veruliga tekur dik á seg, og vit nærkast verksetan av vanganum í kommununi, ynskja vit ein nýggjan starvsfelaga at manna móttøku okkara. Arbeiðið fevnir m.a. um móttøkuna og dagliga…

Flyting av minnisvarða til almenna hoyring

Uppskot um flyting av minnisvarða er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Í november 2019 sendi kirkjuráðið kommununi fyrispurning um at taka støðu til uppskotið at flyta minnisvarðan. Í 2005 viðgjørdi bygdarráðið líknandi uppskot.…

Nú verður Fjalsvegur asfalteraður

Arbeiðið at gera nýggjan Fjalsveg er komið so mikið væl áleiðis, at tað verður byrjað at asfaltera í dag. Mett verður, at nýggi parturin av Fjalsvegi verður liðugur í vikuni. Nýggja strekkið er áleið 450 metrar. Harafturat er brúgv gjørd tvørturum Gjógvará. Síðan verður farið undir eldra partin av Fjalsvegi. Hann skal víðkast í støðum,…

Umskipan av gamla kirkjugarði til almenna hoyring

Uppskot um umskipan av gamla kirkjugarði er við hesum sent til almenna hoyring. Gjørt verður vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 1. juli 2022. Møguligar viðmerkingar kunnu stílast til vestmanna@vestmanna.fo. Almennur borgarafundur var hóskvøldið 2. juni 2022, har møguliga ætlanin varð løgd fram og har borgarar sluppu til orðanna. Skjótt verður…

Frá Staðnum – um at deila myndir

Um at deila myndir á netinum. Nú mikukvøldið 8. juni 2022 Kl 20:00 kemur Rannvá at fortelja frá hesum. Um hvussu nakrar myndir frá 2016 brádliga vóru deildar víðari. Staðið skrivar soleiðis: Rannvá Magnadóttir er ein av kvinnunum sum eru endaðar í sokallaðu “Golden Maps”, og var tann fyrsta at traðka fram alment í stríðnum…

Arbeiði á Niðara Vegi

Hósmorgunin 2. juni verður arbeitt á Niðara Vegi uttanfyri Seglhúsið. Eingin koyring verður eftir Niðara Vegi, ímeðan arbeitt verður, tó Bygdaleiðir undantiknar.

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna fer í næstum at halda áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770100 ella 770122. Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.

Borgarafundur í Vestmanna 2. juni 2022

Borgarafundur í Vestmanna 2. juni kl. 20:00 í miðnámsskúlanum Umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða   Umskipan av gamla kirkjugarði Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan,…

Skrá til bygdarráðsfundin 01.06.22

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 1. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 92 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2021. J.nr. 32002-1-2021   Mál 94 Uppskot frá Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini til áheitan frá Kirkjuráðnum um niðurtøku av trøum í gamla kirkjugarði. J.nr.:…

veks bumerki

Røktarstarvsfólk til heimið á Grønanesi

Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingar ·         Heilsurøktarar ·         Heilsuhjálparar ·         Frítíðaravloysarar Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Førleikar / krøv Vit sóknast eftir fólki sum…

Ung í arbeiði 2022

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá hósdegnum 23.…

Nógv á skrá komandi dagarnar – Rørslureikan 2022

Nú er seinasta vika av Rørslureikan 2022 og nógv áhugavert er á skrá. Til dømis gongutúrar, havdypping, plantusøla og gummibátakapprógving. Nakrar broytingar eru eisini, sí skránna herundir. Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður…

Niðari Vegur stongdur

Í samband við vegarbeiði uttanfyri Seglhúsið verður Niðari Vegur verður stongdur fyri ferðslu í morgin árini frá kl. 9.30 til 11.00.