Á Deild er fyrndarbýlingur og var um miðjan 1800 fólkaríkasti býlingur í Vestmanna. Í 1860 búðu 63 fólk á Deild í 13 húsum. 8 merkur av innangarðsjørðini hava hoyrt til býlingin, men seinastu 200-300 árini hava deildarfólk verið ognarleys.
Eingin bústaður er nevndur garður, men har hava verið stovur, Ollastova og Torbenstova. Kúgv var kortini Uppi í Húsi. Tey yvir 300 ára gomlu húsini standa framvegis uppi, men har hevur verið øskukalt síðan 1962. Onnur húsanøvn vóru í Miðrúminum og á Brúgv.
28. mars 1887 er minniligur sorgardagur, tá 8 mans av Deild sjólótust við Deildarbátinum á útiróðri. Mentamenn sum Oskar Hermansen (1920-90) og Sverri Egholm (1930-91) vóru barnvaksnir á Deild.