Skálar er fyrndarbýlingur. Einans bóndagarður, tveymarkagarðurin Salmustova. Húsini frá 18. og 19. øld vóru hjá Skála-Jógvani, Ísakshús, á Fløtti og Har Norði (ella Niðri á Toft). Býlingurin vaks fyrst oman og inn eftir, síðan út um Hórðará. Hórðará var hervilg at leypa. Fríggjanáttina 4. apríl 1919 leyp hon og tók stóran part av húsunum hjá Skála-Jógvani og fjósið. Áin tók Karl (1896-1955) sonur Skála-Jógvan (1852-1916) og eina kúgv við sær, men bæði sluppu óskadd frá hendingini.
Jógvan í Skálum (1888-1981) ættaður úr Salmustovu og útbúgvin skipasmiður var fyrst bedingsmeistari í Vestmanna og síðan 30 ár á Tórshavnar skipasmiðju. Hann teknaði eisini skipini, t.d. Ólavur, Vón og Norðlýsið.
Óla Jákup Kristoffersen og Merkið
Fyrstur at flagga við føroyska merkinum var Óla Jákup Kristoffersen. Í 1923 til fiskiskap undir Íslandi veittraði merkið á Neptun. Í 1924 kom Neptun inn á Havnina við merkinum uppi. Hann fekk 20 kr í bót fyri tað. Hann gjørdi tað sama í 1926 og varð meldaður.
Í novembur sama árið kom hann aftur úr Skotlandi og skuldi leggja skipið fyri teym. Hann flaggaði sum vant, legði skipið fyri akker, og manningin fór til hús at fáa sær bita.
Meðan teir eta, kemur Beskytteren inn á Vestmanna. Næstkommanderandi fer í land og krevur av sýslumanninum, at flaggið á Neptun verður strikað í stundini. Illa kroystur verður sýslumaðurin noyddur niðan í Skálar við boðunum.
Nei, tað svaraði Óla Jákup einki til. Gav sær góðar stundir at eta døgurða. Fór síðan umborð, dró akkerið upp, setti í gongd og sigldi tríggjar ferðir rundan um Beskytteren, meðan hann heilsaði við flagginum.
So legði hann skipið fyri veturin. Men flaggið varð ikki tikið niður fyrr enn sólin setti.
Neptun gekk burtur undir Íslandi í 1934. Umframt Óla Jákup fórust níggju menn úr Vestmanna.