Bóndahúsini í Toftum og í Skálum vóru í gamlari tíð saman um tvey festi. Men í 1590 vórðu festini løgd saman í eitt, sum stutt aftaná aftur vórðu býtt sundur í trý, sum vórðu til garðarnar í Toftum, í Skálum og í Lon í Gørðum. Tríggjar merkur komu tá til festið í Toftum.
Toftir vóru leingi ein lítil býlingur. Í 1801 búðu 125 fólk í Vestmanna í 22 húsum. Í Toftum vóru tá tvey hús, annað var bóndagarðurin og hitt, har nakað av óðalsjørð var í húsinum. Í 1814 búðu 11 fólk í teimum báðum húsunum. Seinni vaks býlingurin í stórum úteftir móti Skálum og inneftir móti Heygum og otaði seg sjálvt inn um Gjógvará. Tey húsini vóru nevnd Innan fyri Ánna. Í 1906 vóru seks hús í Toftum og í 1925 vóru húsini 16 í tali.
Vanligt var at siga, at Gjógvará býtti bygdina í tvíningar. Vit kunnu tó eisini siga, at býlingurin í Toftum sameinir innaru og uttaru bygdapartarnar. Har sum ovara brúgvin í Toftum er um Gjógvará, vóru fyrr løgasteinar at ganga eftir. Í áarføri vórðu løgasteinarnir íðuliga skolaðir burtur. Eftir tógvið stríð kom grótbrúgvin um ánna í 1910. Niðara grótbrúgvin oman fyri Gjógvaráósa kom í 1899, men eini 30 ár seinni varð hon gjørd dupult so breið.
Nýggi skúlin var seinast í 1940’unum bygdur uttan fyri ánna í Toftum. Í 1986 kom ítróttahøll innan fyri ánna við atknýttum undirvísingarhølum. Einir fýra-fimm handlar hava verið í Toftum.
Hans í Toftum (1879-1954) er kendur bátasmiður og smíðaði útvið 15 deksbátar.