Hevur tú ongan gráan posa eftir?

IRF ber gráar posar út í viku 38. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 38, eru ov nógvir posar brúktir.   Innsavnararnir hjá IRF taka bert…

Útferð til Nólsoy við Eldrafelagnum og Dagtilhaldinum

Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið koma saman aftur mikudagin 31. august 2022 kl. 14:30 Útferð til Nólsoy Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið skipa fyri útferð til Nólsoyar til ein góðan døgurða. Vit eru aftur í Tórshavn kl 17:30 og fáa kaffi og køku á Hotel Hafnia. Mikudagin 7. september 2022 Farið verður av Torginum kl 11:00 Kostnaður…

Bygdarráðsfundurin er fluttur til klokkan 19:00

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 24. august 2022, kl. 19:00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 114 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygging á matr. nr. 258a. J.nr.: 230022-9-2022   Mál 115 Áheitan frá Kirkjuráðnum um at flyta minnisvarðan oman til Kirkjuna J.nr.: 431002-1-2019   Mál…

Starvslýsing: Arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu

Søkt verður eftir einum arbeiðsfólkið til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.   Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum, umvælingum og nýgerðum í bygdini kavagrevstur og salting annað fyrifallandi   Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið hevur gott handalag dugir at arbeiða sjálvstøðugt hevur royndir at…

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.   Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga: Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið. Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru…

Skrá til bygdarráðsfundin 24. august 2022

Dagførðing tann 22. august 2022. Fundurin er fluttur frá klokkan 17:00 til klokkan 19:00 Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 24. august 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 114 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygging. J.nr.: 230022-9-2022   Mál 115 Áheitan frá Kirkjuráðnum…

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur   Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.  …

Gras og urtagarðsleivdir

Gras og urtagarðsleivdir skulu koyrast í moldgoymsluna oman fyri kommunuhøllina, sí mynd omanfyri. Tilfarið skal tømast úr sekkjunum.   Greinar og viðarbular Greinar og sundurskorin trø kunnu latast inn á Skilagátt. Umsjónarfólkið ávísur stað. Tilfarið verður malið til flis, sum er til sølu, sí niðanfyri.   Gevið gætur: Skøra, Fuchsia, japansk pileurt og nógv onnur…

Skilagátt í summar

Skilagátt er opið sum vant í summar: mánadag – fríggjadag      kl. 16.00 – 18.00 leygardagar                      kl. 14.00 – 17.00 Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er stongt.

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Vegna summarfrí er Kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 18. juli 2022. Opið verður aftur mánadagin 8. august 2022 kl. 09:00.   Eru átrokandi boð um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 109.

Vestmannadagar 2022

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu Vestmannadøgunum. Í ár vera teir í viku 36, frá mánadegnum 5. september til sunnudagin 11. september. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri og fjølbroyttari tiltøkum, og soleiðis er eisini hesaferð.   Nýtt, gott og gamalt Í ár verða nøkur nýggj…

Nógvur vindur

ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Í samband við at veðurforsagnirnar lova nógvan vind komandi døgnið, heita vit á fólk um at tryggja leysar lutir, so sum byggitilfar, trampolinur, havamøblar og líknandi, skrivar løgreglan.

Ferðslan á Fjarðastevnu

Leygardagin 9. juli frá kl. 13.00 til kappróðurin er liðugur, verður Niðari Vegur einsrættaður inneftir. Ferðslan út í bygdina verður víst til Ovara Veg Sí skránna her  

Fjarðastevnuskráin 2022

Tað er Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF) og VÍF Kappróður, ið standa aftanfyri fjarðastevnuna, sum í vikuskiftinum verður hildin í Vestmanna. Nærri kunning um kappróðurin fæst á Facebook vanganum hjá VÍF Kappróður og á heimasíðuni hjá Róðrarsamband Føroya   Leygardagin tann 9. juli 2022 12:00 Disvoy letur upp 12:00 – 18:00 Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur…

Starvsfólk til Frítíðarstovuna í Vestmanna

Kom við á eina spennandi ferð.   Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.  …

veks bumerki

Røktarstarvsfólk til Røktarheimið á Mørkini

  Hesi størv eru leys at søkja til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum á Streymoynni Sunda Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: ·         Heilsurøktarar ·         Heilsuhjálparar ·         Lestrarstarv ·         Avloysara til køkin Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Arbeiðstíð kann vera: ·         Blandaðar vaktir ·         Náttarvakt burturav…

Bjørg á Rógvi røkir borgarstjórasessin

Orsakað av, at Pauli T. Petersen, borgarstjóri, er í farloyvi frá 27. juni 2022 og í mesta lagi tveir mánaðir fram, er tað vararborgarstjórin, Bjørg á Rógvi, sum hetta tíðarskeið røkir starvið sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.  

Klipping av trøum og runnum

Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki. Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um hetta…

ORKUTING: Panelorðaskifti

Tryst á pílin fyri at hoyra panelorðaskiftið frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Hesi mannaðu panelið: Torfinn Oppheim, leiðari í LVK. Jóhan í Niðristovu, Sp/f Vindrøkt. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni. Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, Vestmanna Kommuna.   Hoyr…