Býlingurin á Rógvu er nevndur í elstu jarðabókini frá 1584, men útgrevstir benda á, at hann er nógv eldri. Úti í Toft er í bønum, sum frá gamlari tíð hevur hoyrt til býlingin á Rógvu. Søgnin sigur, at fólkið, sum búði úti í Toft, flutti niðan á Rógvu
Í árunum 2005-07 hava fornfrøðiligar kanningar verið gjørdar úti í Toft og hóast útgrevsturin ikki varð fullførdur í 2007, halda fornfrøðingar at alt bendir á, at fólk eru flutt av Rógvu og hava búsett seg Úti í Toft í elstu miðøld ella enntá í víkingaøld, t.e. í árunum 1000-1540.
Í 1801 eru tvey hús á Rógvu: Innarstova og Uttarstova. Tá rógvubáturin gekk burtur 7. apríl 1864 við 8 monnum vórðu øll 4 húsini á Rógvu rakt. Alt tað vaksnað mannfólkið fór við bátinum, bara 3 smádreingir vóru eftir á Rógvu. Bóndakonan í Uttarstovu misti mannin, ein son, ein bróðir og mansbróðirin.