Ocean Endeavour á Vestmanna

Í morgun legði Ocean Endeavour at á Vestmanna Havn. Skipið fer at liggja við kai, tað mesta av degnum í dag. Ocean Endeavour er stórsta ferðamannaskipið, sum hevur verið á Vestmanna. Skipið kemur úr Portugal og við umborð eru 198 ferðafólk. Flest av teimum ferðandi eru úr Canada. les meira um skipið her.

Stjóri til VEKS

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.   Vit ímynda okkum at…

Garðdagur 2023

Dagstovnaøkið í Vestmanna skipar hvørt ár fyri einum garðdegi, har ymiskar ábøtur o.a. verður gjørt uttandura. Udanfarna ár var hesin dagurin avlýstur vegna veður. Í ár høvdu starvsfólk saman við leiðlsu sett garðdagin, at vera fríggjadagin 16. juni. Ein ynskilisti av uppgávum varð hongdur upp á øllum stovunum í Gjáarlon, har foreldur kundu skriva seg…

Asfaltering Heygagøta

Hósdagin 22. juni verður asfalterað í Heygagøtu. Í hesum sambandi verður niðari partur stongdur frá kl. 8.30 til uml. kl. 15.00.

Móðir Jørð í Silkienni – Summartónar 2023

Móðir Jørð: Lív í Baianstovu (sang, gittar), Johan Petur Andreasen (harmoniku), Agnar Lamhauge (bass), Jonleif Jensen (trummur) Singersongwriter grundað í fólkatónleiki við útsetingum í ymsum tónleikastílum. Virkin síðan 80’ini í Føroyum og Svøríki, á palli nú við elitu tónleikarum – við stakløgum sum Flag, Kaffi Latte, Eydna og úr fløgunum Atlantic Light og Tá ið Onki Myrkir Fyri.…

Skrá til bygdarráðsfundin 22.06.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 22. juni 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 196 Umsókn frá Umhvørvisstovuni til ummælis: umsókn um samanlegging av matr. nr. 18a og 19a. J.nr. 104002-2-2023   Mál 197 Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 26e soleiðis, at partur av lutinum niðanfyri Bøgøtu…

22 nýggir demenssamskiparar

Í gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari. Tað er VEKS, sum er kommunala eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu, ið hevur tikið stig til útbúgvingina. Átta av teimum 22, sum hava luttikið á útbúgvingarskeiðnum og lokið prógv, starvast í VEKS, meðan hini eru úr fimm øðrum kommunalum samstarvsøkjum. Ein teirra…

Fleiri almenn vesi

Nú letur eitt alment vesi upp afturat. Vesið er í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð.   Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00.   Sostatt eru almenn vesir: inni við bátahylin. í havnarskrivstovuni. við Kirkjugarðinum á Knúgvum.

Glas av vatni

Spara uppá vatnið

Heitt verður á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av, at nógv vatn er nýtt í samband við grindina. Hetta hevur við sær at brunnarnir eru næstan tómir.

Heimapartar

Vestmanna Kommuna hevur fingið tillutað heimapartar frá grindini í gjár. Klárt er at skera heimapartarnar upp. Vestmanna Kommuna hevur tíverri ikki manning til at skera upp, so tey, sum ynskja heimapart, eru vælkomin oman á kaiina at skera upp sum skjótast, tí heitt er í veðrinum, og tí kann bruni koma í grindina. Áhugað kunnu…

Vestmanna Skúli skipar fyri postarenning

Í dag, mikudag 14. juni, kl. 10:00, fara øll børnini úr Vestmanna Skúla til postarenning. Postarnir verða ymsa staðni í bygdini, og tískil vilja vit biðja fólk um at vera serliga árvakin og ansin í ferðsluni í dag.

Starvsfólk og summarfrítíðaravloysarar til Heimið á Grønanesi og heimahjálpina í Kvívíkar og Vestmanna Kommunu

Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Sókt verður eftir: Heilsurøktarum Heilsuhjálparum Starvsbrøkur eftir avtalu – byrjanardagur eftir nærri avtalu. Somuleiðis verður sókt eftir summarfrítíðar avloysarum at byrja skjótast tilber. Tú ert vælkomin at ringja til okkum hesum viðvíkjandi.   Førleikar / krøv Til størvini…

Skrúva fyri vatninum

Skrúvað verður fyri vatninum á Fjalsvegi í morgun frá kl. 10 og so leingi arbeitt verður. Eisini kann roknast við, at vatnið í innara parti av bygdini kann gerast óregluligt.

Vestmanna kommuna sett mentanar- og ferðavinnumennara

Fríða Jóinsdóttir Joensen er sett í starvið sum mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu. Fríða, sum er búsitandi á Eiði, er 39 ára gomul og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Umframt at hava drúgvar royndir innan ferðavinnu, er hon forkvinna í Trivnaðarnevndini í Eiðis kommunu, og ein av fyriskiparunum av Heystfagnaðinum á Eiði.   Í…

Klipping av trøum og runnum

Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki.   Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um…

Kunning til borgarar, sum byggja ella umvæla hús

Skalt tú byggja ella umvæla hús? Ætlar tú at byggja ella umvæla hús, eru fleiri hentar tænastur hjá IRF, sum tú mást hava í huga. Fleiri av tænastunum hjá IRF verða ein partur av gerandisdegnum hjá tær og húskinum í mong ár frameftir. Tískil er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti, um tú fert at…

Grundstykkir á Grótbrúgv til sølu

Hesi grundstykkir á Grótbrúgv verða hervið lýst til sølu: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s Grótbrúgv 12, matr. nr 326h Grótbrúgv 14, matr. nr. 326i Grótbrúgv 17, matr. nr. 326q Grótbrúgv 19, matr. nr. 326p   Prísurin fyri grundstykkini er hesin: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s:      239.440 kr + tinglýsing: 3.394 kr Grótbrúgv 12, matr. nr…

Ársroknskapurin 2022 hjá Vestmanna kommunu vísir eitt úrslit á 10,9 mió. kr.

Á almennum fundi tann 1. juni 2023 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022 einmælt samtyktur.   Vestmanna Kommuna brúkti væl minni, enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2022. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 6,1 og 1,8 mió.kr. minni enn ætlað, og er kommunan sostatt 7,9 mió.kr. niðan fyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur.  …

Skrá til bygdarráðsfundin 01.06.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 1. juni 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 187 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022. J.nr. 32002-2-2023   Mál 188 Útbygging av kirkjugarðinum á Knúgvum. J.nr.: 431002-2-2023   Mál 189 Reglugerð fyri flogfenaðhald. J.nr.: 900002-1-2023   Mál 190 Umvæling av neystum niðanfyri John’sa…

Ung í arbeiði 2023

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 26. juni…

Borðspælshugni í Vestmanna

Tabletop Føroyar fer í næstum at skipa fyri borðspælshugna í Vestmanna, í tíðarskeiðnum 31. mai – 6. september. Hvørja líkaviku verður ókeypis borðspælstiltak, har til ber at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend. Um klassisk borðspøl ikki hava tín áhuga, so eru eisini onnur borðleikaspøl at finna, sum t.d. Magic the Gathering…

Broyting í ferðsluni leygardagin

Leygardagin 20. mai 2023 frá kl. 12:00 til midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir og Ovari Vegur einsrættaður inneftir.   Vestmanna kommuna ynskir øllum eina góða Bátastevnu.