Hølini undir læknamiðstøðini verða nú frítíðaransing burturav

Upprunaliga var ætlanin við hølunum undir Læknamiðstøðini, at tey skuldu brúkast til matarsal hjá skúlanum, men tá plásstrot varð á dagstovnaøkinum, fekk frítíðarstovan innivist í hølunum. Bygdarráðið arbeiðir við eini heildarætlan um at dagføra Vestmanna skúla og høll, og fevnir ætlanini eisini um eina loysn at fáa matarsal í skúlan.   Fleiri enn 50 børn…

Tími jarðarinnar – Vit sløkkja ljósini í ein tíma

Leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 – 21.30 verður tími jarðarinnar.   “Earth Hour” er eitt afturvendandi tiltak, sum varpar ljós á ta ávirkan, ið veðurlagsbroytingar hava á jørðina. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld.   Vestmanna Kommuna tekur lut…

Rørslugleði, prógvhandan og felagsskapur

Í dag var hátíðarhildið, at dagstovnaøkið í Vestmanna hevur fingið góðkenning sum ítróttardagstovnaøkið. Øll starvsfólkini á dagstovnaøkinum í Vestmanna hava fingið handa prógv og dagstovnaøkið í Vestmanna kann nú kalla seg einasta ítrottarstovn í Føroyum.   Vestmanna Bygdarráð ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku við flotta avrikinum.   Í mars 2022 byrjaði dagstovnaøkið á skeið…

Longd freist: Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út

Freistin at bjóða er longd til 15. mai 2023. Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi. Tit, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.   Tilboðið skal innihalda:…

Dagstovnaøkið í Vestmanna góðkent sum ítróttardagstovnaøki

Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars 2023 góðkent av Dansk Idrætsforbund og VIA University College í Århus sum ítróttardagstovnaøki. Við hesum fáa dagstovnarnir rætt at kalla seg góðkendar ítróttardagstovnar – við ítrótti, spæli og rørslu í miðdeplinum. At vera góðkendur ítróttarstovnur merkir at man í arbeiðnum leggur dent á…

Tað er sera hált

Tað er sera hált í bygdini. Tað tekur longri tíð hjá saltbilinum at koma runt í bygdini í morgun 17. mars. Har bilar standa fyri, sleppur maskinan ikki til. Annars verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.    

Staðið sóknast eftir tveimum kreativum starvsfólkum

Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum tímaløntum starvsfólkum, at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkað fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum…

Sera ring koyrilíkindi og givist verður at grava klokkan 19:00

Landsverk boðar frá at tey gevast at grava nú klokkan 19:00, tí líkindi at grava eru so ring. Eisini her í bygdini loypur veðrið undan okkum og tað er ógjørligt at fylgja við. Vit royna tað vit kunnu, men gevast at grava klokkan 19:00 í kvøld tann 14. mars 2023   les eisini: Vit senda…

Vit senda kavaruddarunum ein tanka

Støðan er serstøk.   Hesin mars mánaði hevur higartil verið óvanliga kaldur við nógvum kava. Kavin hevur ligið kring alt landið, og tað er ein vøkur sjón at síggja kavaklødd fjøll; men kavin gevur stórar avbjóðingar, og okkara røsku kavaruddarar hava úr at gera. Nógvi kavin, sum hevur lagt seg, gevur avbjóðingar í ferðsluni.  …

Áheitan frá politinum um at bíða við at koyra á Vestmannavegnum

Dagførðing kl. 14:55 – Tað er koyrandi aftur, men sera ring koyrilíkindi Dagførðing kl. 13:35 – Vestmannavegurin er stongdur fyribils 14. mars 2023 kl. 13:15 Nakrir bilar standa fastir á Vestmannavegnum. Heit verður tí á bilførarar at bíða við at koyra til Politii og Landsverk hava fingið rudda vegin. Vit kunna nærri

Bindiskeið á bókasavninum

Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia hevur bindiskeið í bókasavninum 20. mars 2023 kl. 20:00 Vit fara at binda ymsar strukturar og holmynstur.   At hava við: ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks eitthvørt at skriva við   Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og…

Innsavningin av ruskposum nógv tarnað hesa vikuna

Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna Húsarhaldsposar verða heintaðir í dag, men væntast kann, at nógvir posar standa eftir, um vegirnir ikki eru grivnir, um leiðin til ruskstativið ikki er ruddað fyri kava ella um stativið ikki fæst upp. Verður tín posi ikki heintaður, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku, ella tú…

Ring koyrilíkindi, heitt verður á borgarar um ikki at koyra óneyðugt.

Nógvur kavi er komin niður og tað kavar framvegis. Vestmanna kommuna hevur tvær maskinur til kavagrevstur, onnur maskinan er tíverri í ólagið. Hetta ger tað serliga trupult hjá kommununi at koma runt í bygdini. Tí eru ráðini at vit onnur koyra sum minst í býgdini, soleiðis at tað ber maskinførarunum betur til at koma runt.…

Staðið spælir føroyskt

Í sambandi við Spæl føroyskt vikuna sum KVF og Tónleikasambandið standa fyri, verður konsert á Staðnum nú hóskvøldið. Tey flestu kenna kanska Jasmin Mote aftur frá bólkinum JASMIN ella nýggja artistprojektinum Jazzygold. Hóskvøldið 9. mars kemur hon til Vestmanna at spæla eina konsert og spreiða kreativitetin út til tey ungu. Hon kemur at upptraðka sum…

Farloyvisstørv fyri námsfrøðingar í barnsburðarfarloyvi

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja…

Tímaløntir avloysarar til dagstovnaøkið

Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla…

Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út

Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi. Tit, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.   Tilboðið skal innihalda: • greiða lýsing av verkætlanini við neyðugum tekningum (vekting…

Frítíðaravloysarar summarið 2023 – VEKS

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2023 Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar: Sjúkrarøktarfrøðingar Heilsurøktarar Heilsuhjálparar Køks- og vaskifólk   Starvsøkið Røktarheimið á Mørkini og økið úti á Streymoynni við Sundalagið Korndalsbýlið og økið úti á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv Heimið á Grønanesi og økið úti í…

Hevur tú eitt hugskot?

SØK UM MENTANARSTUÐUL Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul. Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi. Fíggjarnevndin kann stuðla við peningaupphædd, upp til 10.000 kr., til mentanarlig endamál, um mett verður, at hetta er gagnligt og/ella áhugavert fyri Vestmanna kommunu og…

Rottangatøming í Vestmanna

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku at tøma rottangar í Vestmanna og á Válinum. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. IRF heitir tí á fólk um at tryggja: at tangin er…

Eindar-/Leiðari til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu

VEKS søkir eftir Eindar-/leiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, sum við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði, hevur hegni og áræði at vera partur av leiðsluni í VEKS. VEKS bjóðar eitt mennandi og týdningarmikið starv, har hvør dagur ger mun.   Um starvið…

Tín hundur – tín lortur

Í mai mánað í 2019 fór Vestmanna Kommuna undir eitt átak fyri at fáa hundaeigarar at taka upp eftir hundunum. Tíanverri eru tað framvegis nógvir hundalortar at síggja. Vit vita sjálvsagt ikki um talan er um leysgangandi hundar ella um tað framvegis eru hundaeigarar, sum lata hundin gera av sær uttan at taka upp eftir…

Skrá til bygdarráðsfundin 23.02.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 23. februar 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 165 Sáttmáli um líkvognskoyring J.nr.: 17152-1-2023   Mál 166 Eykajáttan til byggibúning J.nr.: 30102-1-2022   Mál 167 Umraðfesting av játtan til Staðið J.nr.: 1800002-5-2021   Mál 168 Eykajáttan til at tryggja spæliplássið oman fyri…

Køksfólk til dagstovnaøkið í Vestmanna

Høvuðskokkur, Matgerðarmeistari ella Matmóðir. Fitt barn hevur mong nøvn. Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólkið 20 tímar um vikuna, til dagstovnaøkið i Vestmanna. At byrja 13. mars 2023 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14. Arbeiðsuppgávur Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag. Førleikar Viðkomandi…