Skrá til bygdarráðsfundin 24. august 2022

Dagførðing tann 22. august 2022. Fundurin er fluttur frá klokkan 17:00 til klokkan 19:00 Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 24. august 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 114 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um umsókn um byggiloyvi til íbúðarbygging. J.nr.: 230022-9-2022   Mál 115 Áheitan frá Kirkjuráðnum…

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur   Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.  …

Gras og urtagarðsleivdir

Gras og urtagarðsleivdir skulu koyrast í moldgoymsluna oman fyri kommunuhøllina, sí mynd omanfyri. Tilfarið skal tømast úr sekkjunum.   Greinar og viðarbular Greinar og sundurskorin trø kunnu latast inn á Skilagátt. Umsjónarfólkið ávísur stað. Tilfarið verður malið til flis, sum er til sølu, sí niðanfyri.   Gevið gætur: Skøra, Fuchsia, japansk pileurt og nógv onnur…

Skilagátt í summar

Skilagátt er opið sum vant í summar: mánadag – fríggjadag      kl. 16.00 – 18.00 leygardagar                      kl. 14.00 – 17.00 Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er stongt.

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Vegna summarfrí er Kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 18. juli 2022. Opið verður aftur mánadagin 8. august 2022 kl. 09:00.   Eru átrokandi boð um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 109.

Vestmannadagar 2022

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu Vestmannadøgunum. Í ár vera teir í viku 36, frá mánadegnum 5. september til sunnudagin 11. september. Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri og fjølbroyttari tiltøkum, og soleiðis er eisini hesaferð.   Nýtt, gott og gamalt Í ár verða nøkur nýggj…

Nógvur vindur

ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Í samband við at veðurforsagnirnar lova nógvan vind komandi døgnið, heita vit á fólk um at tryggja leysar lutir, so sum byggitilfar, trampolinur, havamøblar og líknandi, skrivar løgreglan.

Ferðslan á Fjarðastevnu

Leygardagin 9. juli frá kl. 13.00 til kappróðurin er liðugur, verður Niðari Vegur einsrættaður inneftir. Ferðslan út í bygdina verður víst til Ovara Veg Sí skránna her  

Fjarðastevnuskráin 2022

Tað er Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF) og VÍF Kappróður, ið standa aftanfyri fjarðastevnuna, sum í vikuskiftinum verður hildin í Vestmanna. Nærri kunning um kappróðurin fæst á Facebook vanganum hjá VÍF Kappróður og á heimasíðuni hjá Róðrarsamband Føroya   Leygardagin tann 9. juli 2022 12:00 Disvoy letur upp 12:00 – 18:00 Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur…

Starvsfólk til Frítíðarstovuna í Vestmanna

Kom við á eina spennandi ferð.   Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.  …

veks bumerki

Røktarstarvsfólk til Røktarheimið á Mørkini

  Hesi størv eru leys at søkja til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum á Streymoynni Sunda Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: ·         Heilsurøktarar ·         Heilsuhjálparar ·         Lestrarstarv ·         Avloysara til køkin Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Arbeiðstíð kann vera: ·         Blandaðar vaktir ·         Náttarvakt burturav…

Bjørg á Rógvi røkir borgarstjórasessin

Orsakað av, at Pauli T. Petersen, borgarstjóri, er í farloyvi frá 27. juni 2022 og í mesta lagi tveir mánaðir fram, er tað vararborgarstjórin, Bjørg á Rógvi, sum hetta tíðarskeið røkir starvið sum borgarstjóri í Vestmanna Kommunu.  

Klipping av trøum og runnum

Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki. Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um hetta…

ORKUTING: Panelorðaskifti

Tryst á pílin fyri at hoyra panelorðaskiftið frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Hesi mannaðu panelið: Torfinn Oppheim, leiðari í LVK. Jóhan í Niðristovu, Sp/f Vindrøkt. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni. Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, Vestmanna Kommuna.   Hoyr…

ORKUTING: Sigurð í Jákupsstovu – Framtíðar orkupolitikkur og útbyggingar

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.     Framtíðar orkupolitikkur og útbyggingar: Skipanin í dag og hvørjar lendisætlanir eru fyri at útbyggja vind-, vatn-, sól- og sjóvarfalsorku. Hoyr alla frammløguna omanfyri.   Les meira um Orkutingið her

veks bumerki

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, fysio- og ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Arbeiðsstaður ·         Er á/út…

ORKUTING: Dávid Reinert Hansen – frágreiðing um pumpu-verkætlan

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Dávid Reinert Hansen frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Ein lýsing av Pumped Storage. Hvussu langt er SEV komið við ætlanini, og hvussu stórt øki fer ein slík…

ORKUTING: Hákun Djurhuus, stjóri í SEV – hvussu nógv vatnorka er heystað úr Vestmanna?

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Hákun Djurhuus frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Hákun Djurhuus, stjóri í SEV svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Hvørjar treytir vóru galdandi, tá SEV byrjaði fyrstu útbyggingarnar, og undir hvørjum fyritreytum yvirtók SEV lendini? Hvønn týdning hevur henda ovurhonds stóra orka…

Skrá til bygdarráðsfundin 29. juni 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 29. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 94 Tilmæli frá Mentunarnevndini um val av nevndarlimi til Bygdarsavnsnevndina J.nr.: 22042-1-2020   Mál 95 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um stuðul til VÍF Kappróður J.nr.: 2000002-25-2022   Mál 96 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um eykajáttan til WC’ini…