Her manglar ein tunnil

Røða borgarstjórans til stórfundin um Vestmannatunnilin, sum bólkurin “Ja til Vestmannatunnil” skipaði fyri 11. mars 2024. ___ Gott kvøld øll somul og stóra tøkk tit, sum halda lív í tunnilskjakinum og hava skipað fyri hesum tiltaki. Hetta eru mínar persónligu hugleiðingar um, hví vit, sum búgva hesumegin Høgareyn, nú standa fyri tørni at fáa ein…

Páskahugni á bókasavninum

Týsdagin 19.mars er páskahugni á bókasavninum.  Opið er frá kl. 16:00 til kl. 19:00, og tilfarsvognurin er væl útgjørdur. Øll eru hjartaliga vælkomin!  

Frítíðaravloysari til VEKS

Gott og meiningsfult arbeiði i frítíðini Sum frítiðaravloysari hjá VEKS fært tú løn útgoldna hvørja viku. Vitja  starv.veks.fo og rokna tína vikuløn út.   Vit leita eftir fritiðaravloysarum sum hjálparfólk, heilsurøktari ella heilsuhjálpari.   Tu fert at starvast á ellisheiminum á Grønanesi í Vestmanna, á Mørkini i Streymnesi, Korndalsbýlinum á Eiði ella í heimarøktini í…

Grannakaffi næsta mikudag

Vestmanna Skúli skrivar soleiðis: Ein partur av at ganga í skúla er at læra at hjálpa – eisini teimum sum longu hjálpa – og í ár skipar Vestmanna Skúli fyri Grannakaffi 20. mars frá kl. 9:50-11:20. Øll eru hjartaliga vælkomin – stór sum smá. Mikudagin 20. mars frá kl. 9:50-11:20, verður Grannakaffi í ítróttarhøllini. Næmingar…

Okkara 9. flokkur vann

Vestmanna skúli skrivar í morgun, at tað var stuttligt í morgunsangi, tá 4 fremmandafólk komu inn við konfettibumbum, júst sum 9. flokkur var liðugur at skipa fyri morgunsangi. 9. flokkur hevði nevniliga vunnið filmskappingina “Tryggari Internet”, sum SSP skipar fyri saman Við Nema og Føroya Tele. Saman um netið skriva soleiðis: Vinnarin av Tryggari internet…

Eitt væleydnað ferðavinnukvøld

Nógv fólk vóru møtt á Miðnám í gjárkvøldi at hoyra tríggjar fyrilestrar um, hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðavinnuuppliving.   Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands, greiddi frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum. Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands, greiddi frá hugtakinum og tilboðnum Heimablídni. Og til seinast greiddi Harriet…

Í kvøld verður ferðavinnukvøld um heimablídni og landbúnaðarferðavinnu

Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin.   6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving. Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.  …

Vit kanna brandpostarnar í kvøld

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið kannar brandpostarnar aftaná klokkan 19:00 í kvøld. Vit skulu gera vart við, at vatntrýstið kann gerast óstøðugt og vatnið skitið meðan átakið er í gongd. Av tí at brandpostarnir verða skolaðir ígjøgnum, kann skón loysast úr rørunum, sum ger vatnið skitið. Um hetta skuldi hent fyri tykkum, læt vatnið renna, til…

Menningarskeið í palliatión

Í eini ætlan at styrkja fakliga førleikan hjá VEKS, sendu vit fleiri starvsfólk á skeið í palliatión í gjár.   Tað er Felag Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga, sum skipaðu fyri degnum, sum snuði seg um linnandi viðgerð síðstu tíðina í lívinum.   Endamálið er at samskipa og menna tænastuna til borgaran og hansara avvarðandi, so at kringumstøðurnar…

Verkstovurnar fara í sving aftur

Frá í dag 1. mars 2024 fer ungdómshúsið at seta gongd á verkstovurnar aftur. Vit eru sera fegin um, at tey ungu hava tikið so væl ímóti okkara nýggju verkstovuskipan, sum miðar eftir at fevna um øll áhugað – roynd sum óroynd.   Við skúlaársbyrjan 2023 settu vit av álvara gongd á virkishúsætlanina, og vit…

Closed for maintenance í Vestmanna

Í vikuskiftinum 2. til 4. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt sættu ferð verkætlanir verða kring landið. Áhugin hjá føroyingum at…

VEKS betrar tænastuna við fleiri fakfólkum

VEKS betrar tænastuna við fleiri fakfólkum, og í morgun var móttøka fyri teimum nýsettu. Stýrið fyri VEKS samtykti farna summar at broyta virkisætlanina fyri VEKS, har størri dentur skuldi leggjast á at lyfta fakligu styrkina, leiðsluna, og tað fyribyrgjandi arbeiðið, alt fyri at fáa eitt betri eldratilboð til borgaran. Hettar arbeiðið er væl á veg,…

Søkt verður eftir leiðandi húsavørði

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava…

Skeltir til søguligar býlingar í Vestmanna

Í Vestmanna hava vit nógvar søguligar býlingar. Søgur úr hesum býlingum er søgur og hendingar, ið ikki mugu hvørva, men liva víðari sum ein mentanarligur partur av fólkinum, ið her býr. Tí eru sett upp skeltir í bygdini, sum siga frá hesum.   Tey skeltir, ið eru sett upp, eru á Deild, í Skálum, á…

Tímaløntir avloysarar til dagstovnaøkið

Kom við umborð og verð partur av einum aktivum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni. Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til dagstovnaøkið í Vestmanna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp. Vit søkja eftir avloysarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur,…

Rottangatøming í Vestmanna

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í komandi viku at tøma rottangar í Vestmanna. Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð. Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí…

Kaðalbrek á Niðara Vegi

Fipur til Heimið boða frá, at tað tíverri er komið kaðalbrek á internet- og telefonveitingarnar í samband við arbeiðið á Niðara Vegi. Kaðalbrek er á veitingunum frá Niðara Vegi 1 til 25. Veitingarnar verða umvældar í morgin, hósdagin 22. februar.

Eingin gjøgnumkoyring eftir Niðara Vegi

Fipur til Heimið fer nú undir at leggja leiðingar eftir Niðara Vegi. Skorið verður mitt eftir vegnum, og tí verður neyðugt at steingja vegin, ímeðan arbeitt verður – frá uml. kl. 8 á morgni til uml. 7 á kvøldi.   Vegurin verður stongdur frá týsmorgni 20. februar, og so leingi arbeiðið varir – væntandi til…

Vestmenningar steypavinnarar

VÍF vann fýra finalur í dag. Vestmanna Bygdarráð ynskir VÍF hjartaliga tillukku við steypasigrununm í dag. At vinna fýra finalur sama dag er sanniliga eitt bragd. Vestmanna kommuna ynskir VÍF blíðan byr víðari

Ferðavinnukvøld um heimablídni og landbúnaðarferðavinnu

Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin.   6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving.   Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.…

Skrá til bygdarráðsfundin 21.02.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 21. februar 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnum hurðum:   Mál 259 Eykajáttan til arbeiðir sum vóru flutt til 2024. Seyðahús hjá Fjalshaga (j. nr. 8201002-4-2020) og Fiskastykkið (j. nr. 509062-1-2020)   Mál 260 Umraðfesting og eykajáttan til keyp av gravimaskinu. J.nr.: 8311002-1-2024   Mál 261…