Staðið letur upp aftur í dag

Ungdómshúsið Staðið letur upp aftur í dag 11. juni 2024. Øll ung frá 6. flokki til og við 18 ár, eru vælkomin at hugna sær við kreativum verkstovum ella at hugna sær við tónleiki, sjónvarpið, spæla pool, borðspøl, playstation, borðfótbólt, borðtennis o.a.   Les meira her:    

Almennu vesini lata upp aftur

Almennu vesini inni á Fjørð og undir havnaskrivstovuni verða vaskaði í dag. Almennu vesini í kirkjugarðinum verða vaskaði í morgin. Hetta merkir at øll tey almennu vesini hava opið aftur sum vanligt frá týskvøldinum 11. juni 2024. Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00.

Skilagátt letur upp aftur

Nú verkfallið er av, hevur Skilagátt opið aftur sum vanligt. Skilagátt er opið hesar tíðir mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00. leygardag frá kl. 14.00 til 17.00.      

Ruskinnsavningin byrjar aftur

Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. Vit seta eyka orku inn og heinta gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF. Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar. Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku. Vit vilja heita á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við…

Dagstovnaøkið letur upp aftur mánamorgunin kl. 10:00

Dagstovnaøkið letur upp sum vanligt mánamorgunin 10. juni 2024 klokkan 10:00. Vegna verkfall er tó neyðugt at foreldur hava miðmála við til børnini.   Gjáarlon og Látipípan, sum húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, hava verið stongd vegna verkfall.   Starvsfólkini gleða seg til at síggja børnini aftur.

Reingerðarfólk til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum. Ein til Kongskjallaran (frítíðaransingin) at arbeiða 2 tímar um dagin aðru hvørja viku. Eitt barnsburðarfarloyvisstarv til Havnaskrivstovuna og almennu vesini at arbeiða tveir tímar um dagin í eitt ár.   Um størvini Starvið í Kongskjallaranum inniber alla dagliga reingerð av frítíðaransingini. Starvið á Havnaskrivstovuni og almennu vesunum inniber…

Broytt rørsluskrá

Verkfallið krevur, at Rørslureikan verður tillagað nakað.   Pulvurlitirnir, sum skuldu brúkast til litrenningina fríggjadagin, eru tíverri strandaðir í sendingini til Føroya. Kommunan hevur tí valt at útseta litrenninga til á Vestmannadøgunum, sum vera í september.   Broyting er eisini í tiltakinum, badminton í myrkri, sum er í kvøld. Kommunan hevur ikki eins nógvar lýsandi…

Ársroknskapurin 2023 samtyktur

Á almennum fundi tann 29. mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023 einmælt samtyktur.   Vestmanna kommuna brúkti minni enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2023. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 5,1 og 3,7 mió.kr. lægri enn ætlað. Størstu íløgurnar vóru gjørdar í vegagerð og í bátahylin. Høvuðsorsøkin til, at kommunan…

veks bumerki

VEKS fær nú eitt Eldraráð

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi tann 29. mai 2024 mál um skipan av Eldraráði fyri VEKS. Uppskotið frá styrinum fyri Heimatænastuni í VEKS um at skipa eitt eldraráð, varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum í gjár.   Tíðindaskriv frá Heimatænastuni í VEKS dagf. 22 mai 2024 Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5,…

Sendifólk úr øllum heiminum á vitjan hjá Vestmanna kommunu

Í dag vóru 77 sendifólk, umboðandi 48 lond, á vitjan hjá Vestmanna kommunu. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri bjóðaði teimum vælkomnum og nýtti høvi at vísa teimum vinnuvirksemi í bygdini. Aftaná at Vestmanna kommuna hevði bjóðað miðmála, fingu sendifólkini rundvísing á Faer Isles Distillery, og fór ferðaliðið síðani við Froyi og Silju Star undir Vestmannabjørgini. Tað…

Fleiri tænastur á Vanganum hjá Vestmanna kommunu

Nú kanst tú eisini boða kommununi frá á Vanganum hjá Vestmanna kommunu. Síðan 31. januar 2023, tá borgarar í Vestmanna kommunu kundu ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan, hevur samstarvið við Talgildu Føroya hildi áfram. Arbeitt verður miðvíst við at menna fleiri tænastur á Vanganum.     Niðanfyri síggjast nøkur dømir um hvat tú…

Rørslureikan – Skráin

Mentanarnevndin og Trivnaðar- og umhvørvisnevndin skipa fyri Rørslureikan, sum byrjar leygardagin 1. juni við havdypping fyri øll inni á sandinum á Fitjum og endar sunnudagin 9. juni við spennandi gongutúri niðan á Mosarøkur.   Endamálið við rørslureikan er, umframt at seta sjóneykuna á sálarheilsuna hjá ungum og eldri vestmenningum, at varpa ljós á týdningin av…

Summartónar 2024 í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis tónleikaupplivingar í Vestmanna. Tann fyrsta konsertin verður komandi leygarkvøld 1. juni 2024.   Fyriskiparnir av Summartónum leggja sum altíð dent á, at fáa unga ættarliðið við í skránna og síggja hetta sum ein part av tilgongdini at skapa eitt varandi tónleikaumhvørvið.  …

Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka úti á Deild. Vatnveitingin til partar av Gerðisveg kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.

Skrá til bygdarráðsfundin 29.05.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 29. mai 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 279 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023. J.nr. 32002-1-2024   Mál 280 Skipan av Eldraráði fyri VEKS J.nr.: 22042-1-2024   Mál 281 Umraðfesting av játtan til økið rundanum matr.nr. 187d til 2. viðgerð J.nr.:…

Broyting í ferðsluni á Bátastevnuni

Frá fríggjakvøld 24 mai kl. 20:00 til sunnumorgun 26. mai kl. 8:00 verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu.   Bátastevnan nærkast við sjey míla ferð, og síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur…

Skert virksemi á dagstovnaøkinum

Tað er ymiskt, hvussu kommunalu bygningarnir verða raktir av verkfallinum. Kongskjallarin er ikki merktur av verkfallinum, tíðskil halda frítíðaransingin og skúlabólkurin fram sum vanligt. Gjáarlon og Látipípan, sum vanliga húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, lata aftur vegna verkfall frá týsdegnum 21. mai 2024.   Fylgt verður við gongdini. Foreldrini fáa kunning um møguligar broytingar…

Faroese as a second language course for adult newcomers 2024/2025 

Hey! Are you a beginner in the Faroese language? Or do you understand some Faroese and wish to improve your language skills? Or were you enrolled in the Faroese language courses and want to continue your studies? Regardless of what your needs are, or how long you have been in the Faroe Islands, you are…

Væleydnað Closed for Maintenance í Vestmanna

Fyrst í mai var Closed for Maintenance. Tað er Visit Faroe Islands, sum skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Í Vestmanna var uppgávan at gera eina gøtu frá ovaru brúgv um Fossá og niðan til byrgingina hjá Ólavi á Heygum, sum var byrjanin til vatnorku í Føroyum. Nógv bygdafólk og ferðafólk hava…

VEKS søkir eftir røktarstarvsfólkið til Heimið á Grønanesi, Vestmanna

Hesi størv eru leys at søkja: 4 røktarstørv til  virksemi á og út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna, brøk eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Heilsurøktarar og heilsuhjálparar hava fyrimun.   Starvsbyrjan: 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu   Førleikar Vit sóknast eftir fólki sum m.a.: Hava góð evnir at samskifta…

veks bumerki

Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Søkt verður eftir einum kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.   Starvsbrøkur: 1,0 ella eftir avtalu Starvsbyrjan: 1. Juni 2024  ella eftir nærri avtalu Talan er um spennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.   Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum: At veita kliniska sjúkrarøkt Gera røktargongd til…

Skilagátt stongt vegna verkfall

Nú verkfall er, verður boðað frá, at skilagátt er stongt frá í dag, mikudagin 15. mai 2024 og so leingi verkfall er. Um tað er átrokandi at beina burturkast burtur undir verkfallinum, kann tað gerast við av venda sær beinleiðis til IRF á telefon 414243.