Borgarafundur útsettur vegna koronutilmælini.

Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á fundi tann 25. august 2021 at hava ein borgarafund hálvan november saman við kirkjuráðnum um flyting av minnisvarða og nýgerð av gamla kirkjugarðinum. Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í fjør, men so kom korona. Aftur hesaferð má borgarafundurin um minnisvarðan og kirkjugarðin útsetast vegna koronutilmælini. Bygdarráðið heldur…

Ungdómshúsið Staðið stongt í kvøld 5. november

Vegna koronustøðuna er Ungdómshúsið Staðið, tíverri stongt í kvøld tann 5. november 2021. Tó, at vit ikki kenna til nakran beinleiðis tilburð á Staðnum, eru nógvir koronutilburðir í nærumhvørvinum. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Vit eftirmeta støðuna mánadagin. Starvsfólkini á Staðnum gleða seg, at síggja tykkum aftur.

Kirkjuráðsvalið 2021

Kirkjuráðsval var í gjár 2. november 2021 og vóru hesi fólk vald í Vestmanna Kirkjuráð: Jóan Magnus Olsen Tordis Nielsen Finngerð Egilsnes Debes Eyðun Leo Sveinbjørn Poulsen Sofus Johannesen Páll Hellu Eykalimir vera: Eydna á Rógvi Simonsen og Bjarta á Rógvi Isaksen.

Kirkjuráðsval í Vestmanna týsdagin 2. november 2021

Kirkjuráðsval í Vestmanna Týsdagin 2. november 2021 verður kirkjuráðsval. Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna Kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta…

Skrá til bygdarráðsfundin 27. oktober 2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 27. oktober 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Mál 58 Gudmund Helmsdal – umsókn um menningarstuðul til spælifilmsverkætlanina “Vandaferð”. J. nr. 200002-31-2021   Mál 59 Vestmanna Sangkór – umsókn um stuðul til Jólakonsert. J. nr. 200002-32-2021   Mál 60 1. viðgerð av endurskoðaðu fíggjarætlanini fyri Vestmanna Kommunu fyri 2021.…