Skrá til bygdarráðsfundin 01.06.22

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 1. juni 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 92 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2021. J.nr. 32002-1-2021   Mál 94 Uppskot frá Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini til áheitan frá Kirkjuráðnum um niðurtøku av trøum í gamla kirkjugarði. J.nr.:…

veks bumerki

Røktarstarvsfólk til heimið á Grønanesi

Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingar ·         Heilsurøktarar ·         Heilsuhjálparar ·         Frítíðaravloysarar Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt. Førleikar / krøv Vit sóknast eftir fólki sum…

Ung í arbeiði 2022

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá hósdegnum 23.…

Nógv á skrá komandi dagarnar – Rørslureikan 2022

Nú er seinasta vika av Rørslureikan 2022 og nógv áhugavert er á skrá. Til dømis gongutúrar, havdypping, plantusøla og gummibátakapprógving. Nakrar broytingar eru eisini, sí skránna herundir. Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður…

Tímaløntur vikarur til dagstovnaøkið

Søkt verður eftir tilkallingarvikari til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast arbeiði við føstum tímatali, men um avloysara, um sjúka ella skeið eru. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu.  …