Brævatkvøður til kommunuvalið 2024

Kommunuval verður týsdagin 12. novembur 2024.   Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 11. novembur 2024. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á…

veks bumerki

Heilsuhjálparar til Heimatænastuna í VEKS

Hesi størv eru leys at søkja: 1 heilsuhjálpari til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Heiminum á Grønanesi og úti í heimatænastuni, brøk 1,0 ella eftir avtalu at byrja skjótast gjørligt 1 heilsuhjálpari til Korndalsbýlið á Eiði, at arbeiða í skiftandi vaktum, annaðhvørt vikuskifti, bæði á Korndalsbýlinum…

VEKS: Vilt tú hava ávirkan á eldraøkið?

Stýrið fyri heimatænastuna í Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur, VEKS, hevur gjørt av at veljast skal eitt eldraráð í økinum. Eldraráðið verður stovnað við hesum endamáli. Eldraráðið er ráðgevi hjá VEKS og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og VEKS. Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru og eigur…

Bygdarráðsfundur 30. oktober 2024

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 30. oktobur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 308 Umsókn um marknaumskipan millum matr.nr. 79a og 36h 104002-6-2024   Mál 309 Umsókn frá Búnaðarstovuni um sundurbýti av matr.nr. 143a J.nr.: 104002-5-2024   Mál 310 Keyp av lendi omanfyri 205ce J.nr.: 8202002-9-2024   Mál 311…

Kommunuval 2024 – Ein listi við 11 valevnum

Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2024 var úti, var ein listi komin inn. Valnevndarforkvinnan hevur kannað og góðkent listan. Á listanum eru 11 valevni.   Tey uppstillaðu eru: Anja Haldansen, námsfrøðingur Janus úr Dímun, handverkari Sára Jógvansdóttir, journalist Karl A. Olsen, vararektari Símun Jákup Højsted, stjóri Pauli Magnussen, ljóðteknikari Jens Ivan…

Freistin at lata valevnislistar inn

Valevnislistar til kommunuvalið 12. novembur 2024 mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. oktober kl. 18.00, tríggjar vikur undan valdegnum.   Í sambandi við freistina at lata valevnislistar inn, verður kommunuskrivstovan opin til kl. 18:00, týsdagin 22. oktobur 2024.   Valnevndarforkvinnan er Maud Poulsen, tlf. 584745.

veks bumerki

VIT GANGA! – VEKS

Skuldi tú verið so heppin at sæð fleiri fólk til gongu í Vestmanna, Kvívík, Sunda og Eiðis kommunu, og aðrastaðni við, so kunnu tað vera starvsfólk í VEKS, sum kýta seg. Vit í VEKS eru júst farin undir eitt heilsuátak, Virkin oktobur er jú nú, sum eggjar øllum starvsfólkum í VEKS at ganga ella renna…

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. desember  2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi…