Vit kanna brandpostarnar í kvøld

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið kannar brandpostarnar aftaná klokkan 19:00 í kvøld. Vit skulu gera vart við, at vatntrýstið kann gerast óstøðugt og vatnið skitið meðan átakið er í gongd. Av tí at brandpostarnir verða skolaðir ígjøgnum, kann skón loysast úr rørunum, sum ger vatnið skitið. Um hetta skuldi hent fyri tykkum, læt vatnið renna, til…

VEKS: fysioterapeut til fast starv

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: 1 fysioterapeut til fast starv til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.   Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað…

Kommunuskrivstovan um páskirnar

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 25. mars. Opið verður aftur týsdagin 2. apríl kl. 9.00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, so sum boð um jarðarferð, trupulleikar við vatnveitingini o.tl. kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.   Hetta tíðarskeiðið hevur Skilagátt stongt almennar frídagar, umframt…

List á Staðnum

Nú Staðið hevur kjølfest tónleika- og podvarpsverkstovurnar, er tíðin komin at leggja seinastu hond á “Mentan sum klekingaramboð” ætlanina, við at seta gongd á listaverkstovurnar. Ditte Mathilda Joensen kemur at bjóða verkstovur, har børn og ung frá 6. flokki og uppeftir fáa møguleikan at kanna og menna teirra egnu listaligu evnir. Hetta er eitt gylt høvi…

Válan í Vestmanna

Nú er at seta sær dagin av. Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fýra ymisk støð leygarkvøldið 27. apríl 2024 leggja pall til fýra ymisk tónleikanøvn. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni. Eins og undanfarin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá. Hvør bólkur/einstaklingur spælir tvær…