Klipping av trøum og runnum

Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki.   Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um…

Grundstykkir á Grótbrúgv til sølu

Hesi grundstykkir á Grótbrúgv verða hervið lýst til sølu: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s Grótbrúgv 12, matr. nr 326h Grótbrúgv 14, matr. nr. 326i Grótbrúgv 17, matr. nr. 326q Grótbrúgv 19, matr. nr. 326p   Prísurin fyri grundstykkini er hesin: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s:      239.440 kr + tinglýsing: 3.394 kr Grótbrúgv 12, matr. nr…

Ársroknskapurin 2022 hjá Vestmanna kommunu vísir eitt úrslit á 10,9 mió. kr.

Á almennum fundi tann 1. juni 2023 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022 einmælt samtyktur.   Vestmanna Kommuna brúkti væl minni, enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2022. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 6,1 og 1,8 mió.kr. minni enn ætlað, og er kommunan sostatt 7,9 mió.kr. niðan fyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur.  …

Skrá til bygdarráðsfundin 01.06.23

Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 1. juni 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 187 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022. J.nr. 32002-2-2023   Mál 188 Útbygging av kirkjugarðinum á Knúgvum. J.nr.: 431002-2-2023   Mál 189 Reglugerð fyri flogfenaðhald. J.nr.: 900002-1-2023   Mál 190 Umvæling av neystum niðanfyri John’sa…

Ung í arbeiði 2023

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 26. juni…

Borðspælshugni í Vestmanna

Tabletop Føroyar fer í næstum at skipa fyri borðspælshugna í Vestmanna, í tíðarskeiðnum 31. mai – 6. september. Hvørja líkaviku verður ókeypis borðspælstiltak, har til ber at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend. Um klassisk borðspøl ikki hava tín áhuga, so eru eisini onnur borðleikaspøl at finna, sum t.d. Magic the Gathering…

Starvsfólk til fríðkan

Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til fríðkanartoymið hjá Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.   Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: fríðkan av gøtum og ørðum kommunalum økjum gróðurseting og sláing av almennum økjum annað fyrifallandi Umsøkjarin kemur partvís at arbeiða sjálvstøðugt og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis.  …