Skrá til bygdarráðsfundin 30. mars 2022

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 30. mars 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 79 Uppskot frá Teknisku Nevnd og tilmæli frá Fíggjarnevndini um reglugerð fyri nytslu av kommunalum lendum. J.nr.: 8216002-0-2022 Mál 80 Uppskot frá Havnanevndini og tilmæli frá Fíggjarnevndini um skaðan á pierin á Fitjum. J.nr.:…

Vestmanna Sangkór hevur várkonsertir í Hoyvíkar, Sandavágs og Vestmanna kirkjum

Várkonsertir í Hoyvíkar, Sandavágs og Vestmanna kirkjum Nú korona er av og várið kemur so líðandi, fara vit at fagna ljósari tíðum við trimum várkonsertum. Tað verður Vestmanna Sangkór við orkestur- og urgutónleiki. Fyrsta konsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 20. mars kl. 19.00. Síðani verða tvær konsertir leygardagin tann 26. mars – tann fyrra…

Avlýst: Temakvøld 24. mars 2022

Orkuting avlýst vegna forfall, og verður ikki sum ætlað hóskvøldið tann 24. mars 2022. (dagf. 22. mars 2022)  – um fíggjarligt endurgjald til kommunur fyri jarðarlendi á leiðini móti grønari orku. Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna Kommunu.   Í neyðugu strembanini móti grønari orku verður hald lagt á alsamt…

Broytingar í byggisamtyktini – almenn framløga

Uppskot um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu, Uppskotini eru hesi: ásetingarnar fyri matr. nr. 166 verða broyttar frá miðstaðarøki til sethúsaøki ásetingarnar fyri matr. nr. 258a verða broyttar frá vegøki til miðstaðarøki A2 Kunngerð Galdandi byggisamtykt matr. nr. 166 Broyting í byggisamtyktini matr. nr. 166 Kortskjal galdandi byggisamtykt matr. nr. 258a Kortskjal broytt byggisamtykt…

Navnakapping

Vestmanna Kommuna bjóðar hervið til navnakapping. Virðisløn á kr. 3.000 verður latin fyri besta uppskotið.   Síðan 2017 hevur Vestmanna Kommuna leiga hølið í niðastu hædd hjá Vestmanna Arbeiðarafelag, Bakkavegur 11. Talan er um hølið – har Bryggjan var fyrr. Endamálið við leiguni er mentanarligt virksemi. Vestmanna Kommuna hevur sett umvælingar av hølunum í verk…

Hevur tú ongar posar eftir?

IRF ber gráar og hvítar posar út í viku 12 og 13. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár. Manglar tær posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar brúktir. Í tí…