Skrá til bygdarráðsfundin 24. november 2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 24. november 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Dagsskrá: Mál 66 Umlegging av á omanfyri Fjallsveg. J.nr.: 600002-1-2021   Mál 67 Tilmæli frá Teknisku Nevnd til umsókn frá Sigbjørn Skúvadal um marknaumskipan ímillum ogn hansara matr. nr. 205cv og matr. nr. 205co hjá Biritu Gunnarsdóttir…

Frítíðarstovan stongd hósdagin og fríggjadagin

Vegna koronastøðuna, er frítíðarstovan stongd hósdagin 18. november og fríggjadagin 19. november 2021. Vestmanna Skúli hevur sett fyribyrgjandi mannagongdir í verk. Ein liður í hesum er at flokkarnir ikki verða blandaðir saman. Í Frítíðarskúlanum er tað ikki er gjørligt at fylgja hesi ætlan. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja í nakrar…

Staðið stongt hesa vikuna

Vegna koronustøðuna er Staðið stongt hesa vikuna. Eitt starvsfólk hevur fingið staðfest koronu. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Staðið verður opið aftur sum vanligt, mánadagin tann 22. november 2021.  

Borgarafundur útsettur vegna koronutilmælini.

Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á fundi tann 25. august 2021 at hava ein borgarafund hálvan november saman við kirkjuráðnum um flyting av minnisvarða og nýgerð av gamla kirkjugarðinum. Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í fjør, men so kom korona. Aftur hesaferð má borgarafundurin um minnisvarðan og kirkjugarðin útsetast vegna koronutilmælini. Bygdarráðið heldur…

Ungdómshúsið Staðið stongt í kvøld 5. november

Vegna koronustøðuna er Ungdómshúsið Staðið, tíverri stongt í kvøld tann 5. november 2021. Tó, at vit ikki kenna til nakran beinleiðis tilburð á Staðnum, eru nógvir koronutilburðir í nærumhvørvinum. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Vit eftirmeta støðuna mánadagin. Starvsfólkini á Staðnum gleða seg, at síggja tykkum aftur.

Kirkjuráðsvalið 2021

Kirkjuráðsval var í gjár 2. november 2021 og vóru hesi fólk vald í Vestmanna Kirkjuráð: Jóan Magnus Olsen Tordis Nielsen Finngerð Egilsnes Debes Eyðun Leo Sveinbjørn Poulsen Sofus Johannesen Páll Hellu Eykalimir vera: Eydna á Rógvi Simonsen og Bjarta á Rógvi Isaksen.

Skattalistin fyri 2020

Skattalistin 2020 fyri Vestmanna Kommunu liggur frammi til alment eftirlit í kommunuskrivstovuni frá 3. november til og við 17. november 2021. Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.

Íkomna koronustøðan ávirkar útibarnagarðin Látipípuna.

Kommunan samskiftir við heilsufakliga myndugleikan um íkomnu koronustøðuna. Sambært tilmælinum verður støða tikin lokalt í hvørjum tilburði sær. Lars Fodgaard Møller landslækni, kemur við hesum tilmælum um íkomnu støðuna í Látipípuni. ”Med 5 tilfælde blandt 15 børn på en uge hvor de 3 er fra torsdag og fredag, så er der desværre meget stor risiko…

Kirkjuráðsval í Vestmanna týsdagin 2. november 2021

Kirkjuráðsval í Vestmanna Týsdagin 2. november 2021 verður kirkjuráðsval. Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna Kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta…