Svimjihylurin stongdur vegna verkfall
Svimjihylurin steingir frá í dag, mikudagin 15. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Svimjihylurin steingir frá í dag, mikudagin 15. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 24. juni…
Í samband við at miðstaðarøkið verður uppmerkt, verður heitt á fólk um at flyta bilarnar av økinum og at parkera aðrastaðni. Arbeiðið byrjar í morgin árini tann 14. mai.
Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hesar dagar: Í morgin, sunnudagin 12. mai, frá kl. 14:00, til arbeiðið er liðugt. Mánadagin 13. mai, frá kl. 08:00, til arbeiðið er liðugt. Vegurin er stongdur frá omankoyringini til kappróðrarneystið til Niðara Veg 41. Í…
Ì samband við arbeiðið at fyrireika Bátastevnuna, verður partur av Havnargøtu stongd frá klokkan 09:00 og so leingi arbeiðið varir. Í hesum tíðarskeiðum verður ferðslan víst til Bakkaveg.
Fundurin verður í Sýsluni, Bakkavegur 20, 15. mai kl. 16.00. Evnið á fundinum er útskifting av bátabrúgvum. Bátahylurin skal dýpast í summar. Um mánaðarskiftið mai/juni 2024 verður farið undir arbeiðið, og tá skulu allir bátar úr bátahylinum. Gomlu brúgvarnar skulu beinast burtur og uttasta brúgvin loysast, áðrenn sandbátur kann byrja at dýpa. Vestmanna Havn…
Fýra ymisk støð vóru pallar til fýra ymisk tónleikanøvn. Døgg Nónsgjógv, Jazzygold, Sakarias Joensen og Tinganest. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni. Takk fyri hesaferð. Myndir frá Ditte Mathildu Joensen síggjast her
Vegna arbeiði at breiðka vegin verður skrúvað fyri vatninum frá Niðara Veg 1 til 43 mikudag 8. mai 2024 frá kl. 10:00 til 12:00, ella so leingi arbeiðið varir.
Vesturbúgvin kemur á Vestmanna í dag tann 6. mai 2024. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku og blíðan byr. Tað er partafelagið Vesturbúgvin, sum hevur keypt skipið.…
Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Fríggjadagin 3. mai er Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring frá kl. 08:00 til kl. 22:00.