Eyka bygdarráðsfundur 16. oktober 2024

Eyka bygdarráðsfundur verður mikudagin 16. oktober 2024, kl. 19.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 306 Mál 305 frá seinasta fundi: 2. viðgerð av eykajáttan til brunatrygd á dagstovnaøkinum. J.nr.: 30102-1-2023   Mál 307 Umraðfesting av upphædd til verkætlanir, sum ikki verða framdar í ár – 1. viðgerð.

Vallistin til kommunuvalið 12. novembur 2024

Vallistin liggur frammi til alment eftirlit Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. novembur 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 8. oktobur 2024 til mikudagin 23. oktobur 2024, í vanligari avgreiðslutíð. Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast Vestmanna kommunu í seinasta lagi 5. novembur 2024.   Opið…

Ogn til sølu

Ognin matr. nr. 300a hjá Vestmanna Kommunu verður hervið lýst til sølu. Ognin er í tveimum lutum: 4885 m² omanfyri og 2032 m² niðanfyri Gamla Veg. Ognin verður seld samlað. Viðmerkjast skal, at hegnskylda ímillum innan- og uttangarðs fylgir við ognini.   Tilboð uppá ognina skulu sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi 23. oktobur 2024…

Kvøldskúlin 2024/2025

Mikudagin 2. oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00.   Tilmeldingin fer…

Nýtt samstarvsátak um at týna rottu í hagapørtum og skorðum i allari Streymoynni

Vestmanna kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við Kvívíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommunur um eitt felags átak um at týna rottu í øllum hagapørtum og skorðum á Streymoynni.   Ì samband við samstarvsavtaluna skipaði Vestmanna kommuna fyri einum átaki á Miðnámi í gjárkvøldi. Átakið fekk sera góða móttøku bæði frá bøndum og røktingarfólki. Eisini umboð fyri Umhvørvisstovuna,…

Avloysarar til ungdómshúsið Staðið

Ungdómshúsið Staðið leitar eftir tímaløntum starvsfólkum at gerast partur av toyminum á Staðnum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi.   Arbeiðstíðir og førleikakrøv Vit leita eftir starvsfólkið við sjóneykuni á teimum ungu frá 6. flokk og eldri. Tað…