Deildarleiðari til VEKS

Søkt verður eftir: Deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í økinum Starvsbrøk 1,0   Vit ynskja at seta teg í starv sum er virkisfús/ur, avbjóðandi og kveikjandi, og sum megnar nógvar uppgávur í einum mennandi umhvørvi. Sum dugir at fáa onnur at gera sítt besta, og samstundis hevur virðing og atlit til…

Pakkaboksir í Vestmanna

Nú nýtist tú hvørki at hugsa um bíðirøðir ella upplatingartíðir, nú er pakkaboks eisini sett upp í Vestmanna. Pakkaboksin stendur á Magn støðini, sum er opin hvønn dag.   Vestmanna kommuna vil fegin takka Súsonnu Danielsen og Anju Eydnudóttir, eigarar av Magnstøðini í Vestmanna, fyri sýnda samfelagssinn. Vestmanna kommuna ynskir tænastuni hjartaligari vælkomnari, hettar verður…

Okkara raski ungdómur

Eins og undanfarnu ár varð skipað fyri átakinum ”Ung í arbeiði” í Vestmanna kommunu. Arbeitt var í viku 26, og vóru tað 10 raskir ungdómar, sum hesa ferð vóru við til at fríðka um í kommununi. Okkara ungu hava millum annað arbeitt saman við grøna toyminum og fríðkað um ymisk økir í bygdini, onkur hevur…

Kommunan á Fjarðastevnu

Leygardagin 29. juni frá kl. 13.00 til kappróðurin er liðugur, verður Niðari Vegur einsrættaður inneftir. Ferðslan út í bygdina verður víst til Ovara Veg. Í samband við Fjarðastevnu er Skilagátt eisini stongt. Opið er aftur sum vant mánadagin. Vestmanna Kommuna ynskir øllum eina góða Fjarðastevnu.

Eyka bygdarráðsfundur 4. juli 2024

Eyka bygdarráðsfundur verður hósdagin 4. juli 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 293 Eykajáttan til brunatrygd í Vestmanna skúla til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2023   Mál 294 Eykajáttan til endurgjald fyri manglandi barnaansing til 2. viðgerð J.nr.: 10000019-2-2024     Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 27. juni 2024

Hava fingið nógv burturúr hóast verkfall

Hóast eingin børn vóru á dagstovninum Gjáarlon undir verkfallinum, sum var fyri nøkrum vikum síðani, so hava tey góðu og dugnaligu starvsfólkini ikki sitið hendur í favn. Starvsfólkini hava tikið teirra skapandi evnir fram og fríðkað um stovurnar. Tey hava málað, klipt, límað og flutt runt uppá ymsar møblar, fyri at gera tað betur fyri…

Kom við í skránna til Vestmannadagar!

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til Vestmannadagar, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.   Vestmannadagar 2024 verða í døgunum 5. til 8. septembur. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at Vestmannadagar eru savnandi, og at tiltøk verða í bygduni.   Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði,…

Vinnuvirksemi á bedingini í Vestmanna

Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað. Tann 4. juni 2024 skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í P/f MEST, undir leigusáttmála um bedingina.   Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil Bygdarráðið hava lív í økið aftur og fer tí hervið at…