Vatnveitingin

Í næstum verða rørini og UV-rørskipanin á vatnreinsiverkinum skift út. Hetta kann koma at ávirka vatnveitingina, sum av og á kann gerast óreglulig. Arbeiðið væntast at vara uml. 4 vikur, tvs. til uml. hálvan mars.

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13. Í viku 12 verða grá rull borin út, og í víku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til…

Innskriving av næmingum í 1. flokk

Orsakað av korona farsóttini verður ongin vanlig innskriving í skúlanum í ár. Innskrivingin verður í staðin gjørd talgild í leinkinum herundir. Toymið í komandi 1. flokki verður Vagnur Streymoy, ið verður flokslærari og Laila Haldansen, ið kemur at hava føroyskt. Far til innskriving. Innskrivingin letur aftur týsdagin 19. jan. 2021 kl. 23.59. Vinarliga Marin S.…

Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan…

Nýggjárshaldiđ

Seinnu árini hevur Vestmanna Kommuna skipađ fyri felags nýggjárshaldi viđ kyndlagongu, báli og fýrverki. Vegna koronu verður tó ongin kyndlagonga ella bál í ár. Blikkamenninir seta blikk upp sum vant og Kommunan fer at skjóta fýrverk kl. 23.30. Fýrverkið verður sum vant skotið á keiini viđ Havnarskrivstovuna, har tađ sæst væl úr allari bygdini. Mælt…

Høvuðstøl 2021 og ætlanir komandi fýra árini

Vestmanna Bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi 24. november 2020 fíggjarætlanina fyri 2021. Skattaprosentið lækkar niður í 21,25%, barnafrádrátturin verður óbroyttur kr. 5.000, og gjaldið fyri barnaansing verður óbroytt (hvør familja rindar einans fyri 1 barn). Høvuðstøl í fíggjarætlanini: Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2021 mettar at vera 67.998.000 kr., sum í høvuðsheitum eru býttar…

Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið. Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu,…

Útvarpsdokumentarur: Gomul grøv funnin í Vestmanna

Kringvarp Føroya sendir í dag kl. 17.00 ein útvarpsdokumentar um ein elligamla grøv, sum er funnin í Vestmanna, har fleiri sjórænarar blivu hongdir í 1615. Dokumentarurin roynir at samantvinna báðar søgurnar. Tá Finnbogi Joensen gróv út í túninum í sjeytiárunum, kom ein elligomul grøv undan kavi. Hann fann ongantíð útav, hvør lá í henni. Seinni frættist, at…

Skilagátt – Upplatingartíðir um jólini

Skilagátt er opið soleiðis um jólini: mánadagin 28. des.      kl. 16.00 – 18.00 týsdagin 29. des.          kl. 16.00 – 18.00 mikudagin 30. des.       kl. 16.00 – 18.00 nýggjársaftan 31. des.  kl. 14.00 – 17.00 leygardagin 2. jan.        kl. 14.00 – 17.00