Ársins herðaklapp

Á Vestmannadøgunum 2024 fer Vestmanna Bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri fókið og Vestmanna bygd. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 7. september 2024, í samband við at kommunan bjóðar øllum til morgunmat í ítróttarhøllini.   Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør skal fáa ársins…

Stórfingna vitjan úr Íslandi

Í gjár tann 1. august 2024 fekk Vestmanna kommuna vitjan av 50 eldraborgarum úr Ólafsvík/Snæfellsbær.   Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband tann 1. juli í 2001, og síðani hevur verið samband kommunurnar ímillum. Onkuntíð hava íslendingarnir verið í Føroyum og øvugt.   Eldraborgararnir vitjaðu í Vestmanna kirkju, har borgarstjórin beyð vælkomin. Í kirkjuni spældi Magni…

Søkt verður eftir leiðandi húsavørði

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava…

veks bumerki

Sunrid á Borg er sett sum nýggjur deildarleiðari á Grønanesi – VEKS

Sunrid er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2005, og hevur viðkomandi leiðsluútbúgving og leiðsluskeið. Hon hevur í fleiri ár arbeitt sum deildarleiðari á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, og somuleiðis verið leiðari fyri ymsar stovnar hjá Almannaverkinum. Sunrid á Borg er búsitandi í Kvívík.   Uppgávan sum deildarleiðari er fyrst og fremst at virka í einum nýskipaðum bygnaði…

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 22. juli 2024. Opið verður aftur mánadagin 12. august 2024 kl. 09:00.   Eru átrokandi boð eru um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi ber til at ringja á telefon: 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297200.  

Leysir hundar til ampa fyri børn

Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir seinastu dagarnar um trupulleikar av hundum, sum ganga leysir í bygdini.   Vestmanna kommuna heitir inniliga á hundaeigarar um at hava hundar sínar í bandi og vísir til galdandi lóggávu: løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 grein…