Summarfrí

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 20. juli til og við fríggjadagin 7. august 2020. Havnarskrivstovan er stongd frá mánadegnum 27. juli til og við fríggjadagin 7. august 2020.   Eru átrokandi boð, kann ringjast til: Kommunuskrivstovuna    tlf:  770 109 Arbeiðsformannin            tlf:  770 126 Havnarumsjónarmannin  tlf.: 770 120   Ella send ein teldupost til: Kommunuskrivstovuna vestmanna@vestmanna.fo…

Kommunulæknin í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 20. juli til og við 14. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bíllegging av heilivági hettar tíðarskeið, kunnu tygum ringja til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna og Kollafirði, er ikki virkin hetta tíðarskeiðið.

Kommunuvalið 2020 – Brævatkvøður

Kommunuval verður týsdagin 10. november 2020. Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Atkvøðast kann á Kommunuskrivstovuni yrkadagar millum kl. 9:00 og 15:00. Liggur ikki fyri at koma á Kommunuskrivstovuna, verður tú biðin um at…

SWAY í Vektarbúðini

Konsert verður í Vektarbúðini leygarkvøldið 11. juli kl. 22.00 SWAY er ein spildurnýggj acappella jazz trio, sum er myndað av Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen. Tær hava allar verið nógv frammi á tónleikapallinum seinasta árið sum solistar við egnum tilfari, men nú hava tær saman formað eina trio, har tær syngja…

Rokkur í Vestmanna – Atgongumerkjasølan er byrjað

Atgongumerkjasølan til Rokk í Vestmanna er byrjað. Til ber at keypa atgongumerki við at trýsta her . Fram til 31. juli kosta atgongumerkini 200 kr. Frá 1. august og til 17. september kosta tey 250. kr. Á konsertini, sum verður leygarkvøldið 19. september 2020 luttekur kendi íslendski bólkurin Dúndurfréttir og føroysku Hamradun og Deiggj. Kl.…

Fjarðastevna 2020

Um vikuskiftið verður Fjarðastevna í Vestmanna. Vegna Korona hava fyrireikararnir valt at avmarka skránna.   Leygardagin 11. juli 13.00 –            Barnaróður 14.00 – 18.30  Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur o.a. 16.00 – 18:30  FM Kappróður á Fjarðastevnu í Vestmanna 19.30 – 20.30  Útimøti við Útimøtibólkinum á Reyða Torginum…

Asfaltering

Eftir ætlan skuldi tað, sum manglar at asfaltera, verið asfalterað áðrenn summarfrítíðina. Men asfaltfyritøkan hevur nú boðað frá, at hetta klárar hon ikki. Fyritøkan kundi gjørt ein part av arbeiðinum, men mett verður, at best er at gera alt arbeiðið um somu leið. Fyritøkan hevur tí boðað frá, at asfaltliðið kemur til Vestmanna at asfaltera…

Vestmannadagar 2020

Vestmannadagar 2020 vera í døgunum 14. til 20. september. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og vit kunnu lova tykkum eina spennandi skrá. Nøkur av teimum mest vælumtøktu tiltøkunum frá undanfarnu árum verða aftur á skránni hesuferð, men vit arbeiða eisini við fleiri nýggjum tiltøkum, sum tit kunnu gleða tykkum til.

Vestmanna Kommuna nýggja heimasíðu

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt við at gera nýggja heimasíðu til Vestmanna Kommunu. Nú er komið á mál og nýggja heimasíðan er løgd út alment. Arbeitt hevur serliga verið við at dagføra sniðið á heimasíðuni og gera bygnaðin einfaldan, so at hon eisini egnar seg til teldlar og snildfonir. Við nýggju heimasíðuni leggja vit okkum…