Útboð: Niðurtøka av húsunum og rudding á Niðara Vegi 33, Vestmanna

Hervið verður niðurtøka og burturbeining av húsunum og rudding av økinum á Niðara Vegi 33, Vestmanna, boðin út.   Húsini skulu takast niður, tilfarið skiljast og beinast burtur eftir treytum frá IRF. Í tilboðið skal bæði niðurtøka og burturbeining roknast. Í tilboðið skal somuleiðis roknast rudding av økinum og skiljing og burturbeining av ruddaðum tilfari…

Seinasta koronukanning í Vestmanna á hesum sinni

Nú koronutølini fyri Norðurstreymoy eru vorðin støðug, verður kanningarmiðstøðin í Vestmanna niðurløgd. Seinasta koronukanning í Vestmanna verður fríggjakvøldið 17. desember 2021 kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: Bílegg kanning á korona.fo.   Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna vilja hervið takka koronutoyminum fyri teirra góða arbeiði. Kanningar í Vestmanna vóru bert, í meðan smittutrýstið var so høgt…

veks bumerki

Starvslýsing við freist 28. desember Veks – Heimið á Grønanesi

Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg. Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv og tímalønt størv: • Sjúkrarøktarfrøðingar • Heilsurøktarar • Heilsuhjálparar…

Ein drívmegi fer frá fyri aldur

Morið Olsen Gardy gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi hjá Vestmanna Kommunu. Ein hugnaløta var fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði,…

Frítíðarskúlin og Staðið sambært víðkaðu tilmælunum

Sambært víðkaðu koronutilmælunum fara fólkaskúlin og frítíðarskúlin heim tann 15. desember 2021. Tó verður neyðansing skipað í frítíðarstovuni. Spurningar í samband við neyðansing kunnu stílast til Morten Hust Petersen á tlf. 770 130. Av tíð at brúkararnir á Staðnum eru skúlabørn, fylgir ungdómshúsið Staðið somu leiðst. Staðið steingir tíðskil frá 16. desember 2021. Frítíðarstovan og…

Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið. Hugsa um hvat kann fara í hvíta, reyða og gráa posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á bingjuplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina…

Koronukanningar 14. og 17. desember í Miðhøllini.

Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 14. desember 2021. fríggjakvøldið 17. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan.   Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn…