Staðið í summar
Ungdómshúsið Staðið fer í summarfríð 9. juli 2024. Týskvøldið 13. august 2024 lata dyrnar uppaftur til enn eitt spennandi ár. Hetta vil siga at seinasta kvøld áðrenn summarfrítíðina er nú Fríggjakvøldið 5. juli 2024.
Ungdómshúsið Staðið fer í summarfríð 9. juli 2024. Týskvøldið 13. august 2024 lata dyrnar uppaftur til enn eitt spennandi ár. Hetta vil siga at seinasta kvøld áðrenn summarfrítíðina er nú Fríggjakvøldið 5. juli 2024.
Søkt verður eftir: Deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í økinum Starvsbrøk 1,0 Vit ynskja at seta teg í starv sum er virkisfús/ur, avbjóðandi og kveikjandi, og sum megnar nógvar uppgávur í einum mennandi umhvørvi. Sum dugir at fáa onnur at gera sítt besta, og samstundis hevur virðing og atlit til…
Nú nýtist tú hvørki at hugsa um bíðirøðir ella upplatingartíðir, nú er pakkaboks eisini sett upp í Vestmanna. Pakkaboksin stendur á Magn støðini, sum er opin hvønn dag. Vestmanna kommuna vil fegin takka Súsonnu Danielsen og Anju Eydnudóttir, eigarar av Magnstøðini í Vestmanna, fyri sýnda samfelagssinn. Vestmanna kommuna ynskir tænastuni hjartaligari vælkomnari, hettar verður…
Eins og undanfarnu ár varð skipað fyri átakinum ”Ung í arbeiði” í Vestmanna kommunu. Arbeitt var í viku 26, og vóru tað 10 raskir ungdómar, sum hesa ferð vóru við til at fríðka um í kommununi. Okkara ungu hava millum annað arbeitt saman við grøna toyminum og fríðkað um ymisk økir í bygdini, onkur hevur…
Leygardagin 29. juni frá kl. 13.00 til kappróðurin er liðugur, verður Niðari Vegur einsrættaður inneftir. Ferðslan út í bygdina verður víst til Ovara Veg. Í samband við Fjarðastevnu er Skilagátt eisini stongt. Opið er aftur sum vant mánadagin. Vestmanna Kommuna ynskir øllum eina góða Fjarðastevnu.
Frá leygarmorgni 29. juni kl. 10.00 til kappróðurin er liðugur verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá kappróðrarøkinum
Eyka bygdarráðsfundur verður hósdagin 4. juli 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 293 Eykajáttan til brunatrygd í Vestmanna skúla til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2023 Mál 294 Eykajáttan til endurgjald fyri manglandi barnaansing til 2. viðgerð J.nr.: 10000019-2-2024 Bjørg á Rógvi, borgarstjóri Vestmanna 27. juni 2024
Hóast eingin børn vóru á dagstovninum Gjáarlon undir verkfallinum, sum var fyri nøkrum vikum síðani, so hava tey góðu og dugnaligu starvsfólkini ikki sitið hendur í favn. Starvsfólkini hava tikið teirra skapandi evnir fram og fríðkað um stovurnar. Tey hava málað, klipt, límað og flutt runt uppá ymsar møblar, fyri at gera tað betur fyri…
Situr tú inni við einum góðum hugskoti til Vestmannadagar, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna. Vestmannadagar 2024 verða í døgunum 5. til 8. septembur. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at Vestmannadagar eru savnandi, og at tiltøk verða í bygduni. Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði,…
Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað. Tann 4. juni 2024 skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í P/f MEST, undir leigusáttmála um bedingina. Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil Bygdarráðið hava lív í økið aftur og fer tí hervið at…