Veðrið tarnar kavaruddingina í morgun

Maskinurnar hava grivið út í eitt seinastu dagarnar, men hóast tað, so liggur eitt stórt arbeiði í at koma runt í morgun. Bilar, sum eru farnir út at koyra í morgun, standa fastir, og tað órógvar eisini kavaruddingina. Heitt verður tískil á bilførarar um at vísa skynsemi og ikki fara út at koyra fyrr enn…

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í VEKS

Søkt verður eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara. Starvsbrøkur eftir avtalu. Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar. Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum: ·        At veita kliniska sjúkrarøkt (sárskift o.l) ·       …

Gøtuljós

Boðast skal frá, at skamlop hevur verið í gøtuljósskipanini. Hetta ger, at partur av gøtuljósunum í ytra parti av Toftavegi, Bøgøtu og parti av Bakkavegi ikki lýsa. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men væntast kann ikki, at gøtuljósini koma at lýsa aftur í kvøld – kanska í besta føri í annaðkvøld.

Siglingarávaring

Sagt verður frá, at í tíðarskeiðinum frá 12. desembur til 18. desembur fer arbeiði fram við sjóðdreka í Vestmannasundi á POS 62°07,48’N 007°10,48’W. Skip og bátar verða biðin um at vísa varsemi og halda klára frástøðu. Vegna MRCC  

Røktarstarvsfólk til Heimatænatuna í VEKS

Hesi størv eru leys at søkja til Heimatænastuna í VEKS:   Søkt verður eftir heilsuhjálparum og- ella ófaklærdum hjálparfólkum   Starvsbrøkur eftir avtalu; byrjanardagur eftir nærri avtalu.   Førleikar / krøv: Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava: viðkomandi útbúgving og/ella hava áhuga fyri at virka- og menna eldraøkið. jaligan hugburð til virksemið og sosiala…