Skráin til Válan í Vestmanna

Nú styttist, til vit øll fara at vála. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør.   Skráin er hendan: 20:00 Dubultkvartettin 21:40 20:20 Lena & Niclas 22:00 20:40 Jens Marni 22:20 21:00 Høgni Lisberg 22:40 21:20 Frændur 23:00   Á fyrsta konsertstaðnum, tú fert á,…

Flaggdagshaldið 2022

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin. Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, heldur røðu. Vestmanna Sangkór luttekur og vit syngja felagssang. Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður flaggdagsrenning. Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár og síggjast herundir. Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt…

Eldrafelagið og Dagtilhaldið útferð til Miðvágs og Sandavágs

  Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið skipa fyri útferð til Gamla Hotelli í Miðvági (Magenta) og Fiskastykkið í Sandavági Mikudagin 27. apríl 2022. Farið verður av torginum kl. 11.00 Kostnaður er kr. 300,- fyri hvønn íroknað kostnaðin er ein tveyrættað menu á Magenta, og kaffi/køka á Fiskastykkinum í Sandavági. Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 25. apríl…

Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka niðanfyri gomlu kommunuskrivstovuna. Vatnveitingin til Útibø kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.  

Stongt vegna páskafrí

Kommunuskrivstovan er stongd frá 11. apríl. Opið verður aftur týsdagin 19. apríl kl. 9.00. Um tygum hava átrokandi boð til kommununa ella boð um jarðarferð, ber til at ringja til telefon 770 109. Um tygum hava boð viðvíkjandi drekkivatni og kloakk ber til at ringja til arbeiðsformannin á telefon 770 126. Barnaverndartænastan í VEKS svarar…

Válan í Vestmanna

Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fimm ymisk støð leygarkvøldið 23. apríl 2022 leggja pall til fimm sera ymisk tónleikanøvn, alt frá Dupultkvartettini til Frændur. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Bólkarnir sum fara á hesar pallar eru Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Hvør…

Hølið eitur nú Silkienni

“Hølið – har Bryggjan var fyrr” eitur nú Silkienni. Tann 4. februar 2022 skrivaði Vestmanna Kommuna út navnakapping til hølið á Bakkavegi 11. Vestmanna Kommuna hevur leigað hølið síðan 2017 og hevur nú sett umvælingar í verk til tess at dagføra tey til miðalstór mentanarlig tiltøk. Í hesum sambandi var eisini bjóðað til navnakapping.  …

Tími jarðarinnar: Sløkkja ljósini í ein tíma

Leygarkvøldið 26. mars kl. 20.30 – 21.30 verður tími jarðarinnar. “Earth Hour” er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur…